Les bíbliuna
Evangeliið eftir Lukas
- 1Um hesa tíðina gekk út boð frá Augustusi keisara, at allur heimurin skuldi skrivast í manntal.
- 2Henda fyrsta innskrivingin var, meðan Kvirinius var landshøvdingi í Sýrlandi.
- 3Tá fóru øll at lata seg skriva, hvør til sín egna bý.
- 4Eisini Jósef fór úr Galilea, úr býnum Nazaret, til Judea, til bý Dávids, sum eitur Betlehem – tí hann var av húsi og ætt Dávids –
- 5at lata seg skriva, saman við Mariu, trúlovaðu síni, sum var við barn.
- 6Meðan tey nú vóru har, kom tíðin, at hon skuldi eiga.
- 7Og hon átti son sín, hin frumborna, og sveipaði Hann og legði Hann í krubbu; tí ikki var rúm fyri teimum í gistihúsinum.
- 8Har á leið vóru nakrir hirðar, ið lógu úti á markini og hildu náttarvakt yvir fylgi sínum.
- 9Nú stóð eingil Harrans fyri teimum, og dýrd Harrans lýsti rundan um teir; tá vórðu teir ógvuliga ræddir.
- 10Men eingilin segði við teir: „Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum stóra gleði, ið skal verða fyri alt fólkið:
- 11Tykkum er í dag Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í staði Dávids.
- 12Og hetta skulu tit hava til tekin: Tit skulu finna barn, sveipað, liggjandi í krubbu.“
- 13Í somu stund var hjá einglinum stórur himmalskur herskari, ið lovaði Gudi og segði:
- 14„Dýrd veri Gudi á hæddini, friður á jørðini, í menniskjum góður tokki!“
- 15Táið so einglarnir vóru farnir frá teimum upp til Himmals, søgdu hirðarnir hvør við annan: „Latið okkum tó fara til Betlehem og síggja hetta, ið hent hevur, og sum Harrin hevur kunngjørt okkum!“
- 16So skundaðu teir sær og komu og funnu bæði Mariu og Jósef og barnið, sum lá í krubbuni.
- 17Táið teir sóu tað, søgdu teir frá tí, sum talað var til teirra um hetta barn.
- 18Og øll, sum hoyrdu tað, undraðust á tað, ið teimum varð sagt av hirðunum.
- 19Men Maria legði sær øll hesi orð í minni og grundaði á tey í hjarta sínum.
- 20Hirðarnir fóru so avstað aftur, prísandi og lovandi Gudi fyri alt tað, ið teir høvdu hoyrt og sæð – soleiðis sum teimum var sagt.
- 21Táið nú átta dagar vóru gingnir, og Hann skuldi verða umskorin, varð navn Hansara kallað Jesus – sum tað var kallað av einglinum, áðrenn Hann var gitin í móðurlívi.
- 22Táið reinsanardagar teirra eftir Móselóg vóru at enda, fóru tey niðan til Jerusalem við Honum at bera Hann fram fyri Harran –
- 23sum skrivað er í lóg Harrans, at alt mannkyn, ið opnar móðurlív, skal kallast heilagt fyri Harranum –
- 24og fyri at bera fram offur eftir tí, sum sagt er í lóg Harrans, tvær turtildúvur ella tveir dúvuungar.
- 25Í Jerusalem var tá maður, ið æt Símeon; hesin maður var rættvísur og óttaðist Gud, og hann væntaði troyst Ísraels; og Heilagi Andin var yvir honum.
- 26Honum var opinberað av Heilaga Andanum, at hann skuldi ikki síggja deyðan, fyrrenn hann hevði sæð hin salvaða Harrans.
- 27Hann kom nú, drivin av Andanum, inn í templið; og táið foreldrini bóru barnið Jesus inn at gera við Hann, sum siður var eftir lógini,
- 28tók hann Hann í favn, lovaði Gudi og segði:
- 29„Harri, nú letur Tú tænara Tín fara hiðani í friði, sum Tú hevur sagt;
- 30tí eygu míni hava sæð frelsu Tína,
- 31sum Tú gjørdi til fyri eygum alra tjóða,
- 32ljós til at lýsa upp heidningarnar, og Ísrael, fólki Tínum, dýrd.“
- 33Faðir og móðir Hansara undraðust á tað, ið sagt varð um Hann.
- 34Símeon signaði tey nú og segði við Mariu, móður Hansara: „Hesin er settur mongum í Ísrael til fall og uppreising, og til tekin, ið verður mótsagt
- 35– ja, eisini tína egnu sál skal svørð fara ígjøgnum – fyri at opinberast skal, hvat mong hjørtu hugsa.“
- 36Har var eisini profetinna, Anna, dóttir Fanuel, av ætt Asers; hon var ógvuliga gomul, hevði livað sjey ár við manni sínum, frá tí hon var moyggj.
- 37og var nú einkja, um 84 ára gomul; hon veik ikki úr templinum, men tænti Gudi við føstu og bøn, nátt og dag.
- 38Hon kom til í somu stund og lovaði Gudi; og hon tosaði um Hann við øll, sum væntaðu endurloysing Jerusalems.
- 39Táið tey nú høvdu fullført alt eftir lóg Harrans, fóru tey aftur til Galilea, til bý sín, Nazaret.
- 40Men barnið vaks og varð sterkt og fult av vísdómi, og náði Guds var yvir Honum.
- 41Foreldur Hansara fóru hvørt ár til Jerusalem um páskahøgtíðina.
- 42Táið Hann var tólv ára gamal, og tey fóru niðan hagar, sum siður var um høgtíðina,
- 43og høvdu verið har teir dagarnar, varð drongurin Jesus eftir í Jerusalem, táið tey fóru heimaftur, og foreldur Hansara vistu ikki av tí.
- 44Tey hugsaðu, at Hann var millum ferðafólkið, og hildu so fram eina dagsferð; og tey leitaðu eftir Honum hjá skyldfólki og kunningum sínum.
- 45Við tað at tey nú ikki funnu Hann, vendu tey aftur til Jerusalem og leitaðu eftir Honum.
- 46Táið so tríggir dagar vóru gingnir, funnu tey Hann í templinum, har Hann sat mitt millum lærararnar og bæði lurtaði eftir teimum og spurdi teir.
- 47Og øll, sum hoyrdu Hann, vóru heilt ovfarin av undran yvir vit og svar Hansara.
- 48Táið tey nú sóu Hann, kom ræðsla á tey; og móðir Hansara segði við Hann: „Barn, hví gjørdi Tú okkum hetta! Faðir Tín og eg hava sorgarfull leitað eftir Tær.“
- 49Tá segði Hann við tey: „Hví leitaðu tit eftir Mær? Vistu tit ikki, at Eg eigi at vera í verki Faðirs Míns?“
- 50Men tey fataðu ikki tað, sum Hann segði við tey.
- 51So fór Hann heim við teimum og kom til Nazaret og var teimum lýðin. Og móðir Hansara goymdi øll hesi orð í hjarta sínum.
- 52Jesus tók til í vísdómi og aldri og yndi hjá Gudi og menniskjum.