Les bíbliuna

Fjórða Mósebók

  • 1HARRIN talaði framvegis við Móses á Móabsheiðum við Jordan, beint yvir av Jeriko, og segði:
  • 2„Gev Ísraelsmonnum tað boð, at teir skulu geva Levitunum býir til bústaðir í landinum, sum teir fáa í ogn! Tit skulu eisini geva Levitunum landið rundan um hesar býir.
  • 3Býirnar skulu teir hava at búgva í, og markirnar, ið til hoyra, skulu teir hava til beiti fyri fæ sítt – fylgi síni og øll onnur kríatúr, ið teir hava.
  • 4Markirnar rundan um býirnar, ið tit skulu geva Levitum, skulu ganga 1000 alin frá býmúrinum allar vegir.
  • 5Uttan fyri býin skulu tit mála 2000 alin til eystursíðu, 2000 alin til suðursíðu, 2000 alin til vestursíðu og 2000 alin til norðursíðu, og býurin skal vera í miðjuni. Hesar markir rundan um býirnar skulu teir fáa.
  • 6Býirnir, ið tit lata Levitarnar fáa, skulu vera teir 6 griðstaðirnir, ið tit skulu geva manndráparum at kunna flýggja til; og umframt teir skulu tit lata teir fáa 42 býir.
  • 7Tilsamans skulu tit geva Levitunum 48 býir við jørðini, ið til hoyrir.
  • 8Av býunum, ið tit skulu geva av óðali Ísraelsmanna, skulu tit taka fleiri frá teirri ætt, ið størri er, og færri frá teirri, ið minni er; hvør ætt skal geva Levitunum so mangar av býum sínum, sum svarar til arvalutin, ið hon hevur fingið.“
  • 9Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
  • 10„Tala við Ísraelsmenn og sig við teir: „Táið tit eru komin um Jordan og inn í Kána’ansland,
  • 11skulu tit velja nakrar býir, ið skulu vera tykkum griðstaðir, so at manndrápari, sum av misgáum drepur onkun, kann flýggja hagar.
  • 12Í hesum býum skulu tit hava rætt at leita tykkum skýli undan blóðhevnaranum, so manndráparin skal ikki lata lív, áðrenn hann hevur staðið fyri samkomuni til dóms.
  • 13Býirnir, ið tit lata til griðstaðir, skulu vera 6 í tali;
  • 14tríggjar skulu tit lata hinumegin* Jordan, og hinar tríggjar býirnar skulu tit lata í Kána’anslandi; teir skulu vera griðstaðir.
  • 15Bæði Ísraelsmenn og hinir fremmandu og innfluttu, sum búgva ímillum teirra, skulu hava rætt at leita sær skýli í hesum 6 býum, so ein og hvør, ið av misgáum drepur onkun, kann flýggja hagar.
  • 16Tann, ið slær onkun við jarnamboði, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív.
  • 17Tann, ið tekur upp í hondina stein, nóg stóran at drepa mann við, og slær onkun við honum, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív.
  • 18Tann, ið hevur í hondini træamboð, sum maður kann drepast við, og slær onkun við tí, so hann doyr, er manndrápari; manndráparin skal lata lív.
  • 19Blóðhevnarin skal drepa manndráparan; hvar hann so hittir hann, skal hann drepa hann.
  • 20Somuleiðis, um ein av hatri rennir undir ein annan ella við vilja kastar okkurt á hann, so hann doyr,
  • 21ella av fíggindskapi slær hann við hondini, so hann doyr, tá skal hann, ið sló, lata lív; hann er manndrápari, og blóðhevnarin skal drepa manndráparan, hvar hann so hittir hann.
  • 22Men um ein av misgáum, ikki av fíggindskapi, fírir undir ein annan ella kastar eitt ella annað á hann – uttan at hava ilt í huga –
  • 23ella uttan at síggja hann rakar hann við steini, sum er nóg stórur at drepa mann við – so hann doyr, men drápsmaðurin er ikki óvinur hansara og vildi honum ikki ilt,
  • 24so skal samkoman døma millum drápsmannin og blóðhevnaran eftir hesum lógum;
  • 25og samkoman skal verja manndráparan fyri blóðhevnaranum og beina hann aftur í griðstaðin, sum hann var flýddur til; har skal hann vera, inntil høvuðspresturin, hann, ið salvaður er við hini heilagu oljuni, er deyður.
  • 26Men kemur manndráparin út um landamark griðstaðarins, ið hann er flýddur til,
  • 27og blóðhevnarin hittir hann uttan fyri landamark griðstaðar hansara og drepur manndráparan, so hevur hann onga blóðskyld á sær.
  • 28Tí manndráparin skal verða verandi í griðstaði sínum, inntil høvuðspresturin er deyður; men táið høvuðspresturin er deyður, kann hann fara aftur, hagar sum hann hevur óðal sítt.
  • 29– Hetta skal vera lóg hjá tykkum mann eftir mann, hvar tit so búgva.
  • 30Táið onkur drepur menniskja, so má manndráparin ikki verða dripin, uttan meir enn eitt vitni er móti honum; tað, ið bert ein vitnar, er ikki nóg mikið at fella deyðadóm eftir.
  • 31Tit mugu ikki taka við loysigjaldi fyri lív manndrápara, táið hann er deyðasekur – hann skal lata lív.
  • 32Heldur ikki mugu tit taka við loysigjaldi fyri ein, ið flýddur er til griðstað, so hann kann koma aftur og búgva onkustaðni í landinum, áðrenn presturin er deyður.
  • 33Vanhalgið ikki landið, ið tit búgva í! Tí blóð vanhalgar landið, og bót verður ikki gjørd fyri landið – fyri blóðið, ið har verður úthelt – uttan við blóði tess, ið úthelt tað hevur.
  • 34Tú skalt ikki gera landið óreint, sum tit búgva í, landið, ið Eg búgvi mitt í; tí Eg, HARRIN, búgvi mitt ímillum Ísraelsmenn!““
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian