Les bíbliuna
Fjórða Mósebók
- 1HARRIN talaði við Móses og segði:
- 2„Gev Ísraelsmonnum hetta boð – sig við teir: „Táið tit koma inn í Kána’ansland, so er hetta landið, ið tykkum skal ognast í arvalut – Kána’ansland at ytstu landamarkum sínum.
- 3Sunnantil skal land tykkara vera frá Zinsoyðimørk fram við Edom. Mark tykkara fyri sunnan skal eystast byrja við enda Salthavs.
- 4So skal markið ganga í bugi suður um Akrabbimskarð til Zin og ganga út suður um Kades-Barnea; haðani skal tað ganga til Hazar-Adar og haðani til Azmon.
- 5Úr Azmon skal markið ganga í bugi til Egyptalandsá og síðani líka í sjógvin.
- 6Mark tykkara fyri vestan skal vera Stórahav; tað skal vera markið. Hetta skal vera mark tykkara fyri vestan.
- 7Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan: Frá Stórahavi skulu tit merkja tykkum skjal at Horsfjalli.
- 8Frá Horsfjalli skulu tit merkja skjal, hagar sum leiðin liggur til Hamat, og haðani líka til Zedad.
- 9Síðani skal markið ganga til Zifron og enda við Hazar-Enan. Hetta skal vera mark tykkara fyri norðan.
- 10Eystantil skulu tit merkja tykkum skjal úr Hazar-Enan til Sefam.
- 11Úr Sefam skal markið ganga suður til Ribla eystan fyri Ajin, og haðani longur suður, inntil tað kemur at fjallarygginum eystan fyri Kinneretsvatn.*
- 12Síðani skal markið ganga suður fram við Jordan og enda við Salthav. Hetta skal vera land tykkara og markini rundan um tað.““
- 13Móses gav nú Ísraelsmonnum hetta boð og segði: „Hetta er landið, ið tit við lutakasti skulu skifta sundur sum arvalut tykkara, og sum eftir boði HARRANS skal verða givið hinum níggju ættunum og teirri hálvu ættini.
- 14Tí ætt Rubenita eftir fedrahúsum sínum, ætt Gadita eftir fedrahúsum sínum og hálv ætt Manasse, tær hava longu fingið arvalut sín.
- 15Tær báðar ættirnar og hin hálva ættin hava fingið arvalut sín hesumegin Jordan, beint yvir av Jeriko – fyri eystan, har sum sólin kemur upp.“
- 16HARRIN talaði við Móses og segði:
- 17„Hetta eru nøvn mannanna, ið skulu skifta landið millum tykkara: Eleazar prestur og Josva, sonur Nun,
- 18og síðani ein høvdingi av hvørjari ætt – sum tit skulu taka at skifta landið.
- 19Hetta eru nøvn mannanna: Av ætt Juda Kaleb, sonur Jefunne;
- 20av ætt Símeonita Semuel, sonur Ammihud;
- 21av ætt Benjamins Elidad, sonur Kislon;
- 22av ætt Danita ein høvdingi, Bukki, sonur Jogli;
- 23av sonum Jósef: Av ætt Manassita ein høvdingi, Hanniel, sonur Efod,
- 24og av ætt Efra’imita ein høvdingi, Kemuel, sonur Siftan;
- 25av ætt Zebulonita ein høvdingi, Elizafan, sonur Parnak;
- 26av ætt Issakarita ein høvdingi, Paltiel, sonur Azzan;
- 27av ætt Aserita ein høvdingi, Ahihud, sonur Selomi;
- 28og av ætt Naftalita ein høvdingi, Pedael, sonur Ammihud.“
- 29Hetta vóru teir, ið HARRIN álegði at skifta arvalutirnar millum Ísraelsmenn í Kána’anslandi.