Les bíbliuna

Fjórða Mósebók

  • 1HARRIN talaði við Móses og Áron og segði:
  • 2„Ísraelsmenn skulu reisa tjøldini, hvør undir hermerki sínum, undir eyðkenni fedrahús síns; í ring rundan um samkomutjaldið skulu teir reisa tjøldini.
  • 3Frammanfyri – móti eystri – skal Juda reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Juda er Nason, sonur Amminadab;
  • 4og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 74600 mans.
  • 5Næst honum skal ætt Issakars reisa tjøldini; høvdingi sona Issakars er Netanel, sonur Zuar;
  • 6og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 54400 mans.
  • 7Síðani ætt Zebulons; høvdingi sona Zebulons er Eliab, sonur Helon;
  • 8og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 57400 mans.
  • 9Teir, ið taldir eru av herflokkum Juda, eru tilsamans 186400 mans, herur eftir her. – Teir skulu vera fyrstir, táið farið verður avstað.
  • 10Móti suðri skal Ruben reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Rubens er Elizur, sonur Sede’ur;
  • 11og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 46500 mans.
  • 12Næst honum skal ætt Símeons reisa tjøldini; høvdingi sona Símeons er Selumiel, sonur Zurisaddai;
  • 13og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 59300 mans.
  • 14Síðani ætt Gads; høvdingi sona Gads er Eliasaf, sonur Re’uel;
  • 15og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 45650 mans.
  • 16Teir, ið taldir eru av herflokkum Rubens, eru tilsamans 151450 mans, herur eftir her. – Teir skulu vera næstfyrstir, táið farið verður avstað.
  • 17So skal samkomutjaldið fara avstað – herflokkur Levita mitt ímillum hinar herflokkarnar; teir skulu fara avstað, eftir sum teir hava reist tjøldini, hvør á staði sínum og undir hermerki sínum.
  • 18Móti vestri skal Efra’im reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Efra’ims er Elisama, sonur Ammihud;
  • 19og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 40500 mans.
  • 20Næst honum skal ætt Manasse reisa tjøldini; høvdingi sona Manasse er Gamliel, sonur Pedazur;
  • 21og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 32200 mans.
  • 22Síðani ætt Benjamins; høvdingi sona Benjamins er Abidan, sonur Gideoni;
  • 23og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 35400 mans.
  • 24Teir, ið taldir eru av herflokkum Efra’ims, eru tilsamans 108100 mans, herur eftir her. – Teir skulu vera triðjufyrstir, táið farið verður avstað.
  • 25Móti norðri skal Dan reisa tjøldini undir hermerki sínum, herur eftir her; høvdingi sona Dans er Ahiezer, sonur Ammisaddai;
  • 26og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 62700 mans.
  • 27Næst honum skal ætt Asers reisa tjøldini; høvdingi sona Asers er Pagiel, sonur Okran;
  • 28og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 41500 mans.
  • 29Síðani ætt Naftali; høvdingi sona Naftali er Ahira, sonur Enan;
  • 30og flokkur hansara – teir, ið taldir eru – er 53400 mans.
  • 31Teir, ið taldir eru av herflokkum Dans, eru tilsamans 157600 mans. – Táið farið verður avstað, skulu teir vera síðstir, undir hermerkjum sínum.“
  • 32– Hetta vóru teir av Ísraelsmonnum, ið taldir vórðu, eftir fedrahúsum teirra; tilsamans vóru tað 603550 mans, ið taldir vórðu í tilhøldunum, herur eftir her.
  • 33Men Levitarnir vórðu ikki taldir saman við hinum Ísraelsmonnum – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 34– Ísraelsmenn so gjørdu; teir reistu tjøldini undir hermerkjum sínum, og teir fóru avstað, hvør eftir ætt síni og fedrahúsi sínum – í øllum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian