Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1Síðani segði HARRIN við Móses: „Far nú avstað hiðani við fólkinum, ið tú leiddi út av Egyptalandi, til landið, ið Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, táið Eg segði: „Avkomi tínum gevi Eg tað!“
  • 2Eg sendi eingil undan tær, og hann skal reka teir út, Kána’anitar, Amoritar, Hetitar, Perizitar, Hevitar og Jebusitar.
  • 3– Far til landið, ið flýtur í mjólk og hunangi! Men sjálvur komi Eg ikki hagar við tær; tí tú ert harðvunnið fólk; kom Eg við, so kundi Eg gjørt enda á tær á vegnum!“
  • 4Táið fólkið hoyrdi hesa hørðu talu, syrgdu tey, og eingin læt seg í stás sítt.
  • 5– Tí HARRIN segði við Móses: „Sig við Ísraelsmenn: „Tit eru harðvunnið fólk; kom Eg við tær, um tað so bert var eina lítla løtu, so mátti Eg gjørt enda á tær! Men far nú úr stási tínum, so fái Eg at síggja, hvat Eg geri við teg!““
  • 6Tá fóru Ísraelsmenn úr stási sínum; tey bóru tað ikki, eftir at tey vóru komin um Horebsfjall.
  • 7Móses plagdi at taka tjaldið og reisa tað uttan fyri tilhaldið, nakað frá tí; hann kallaði tað samkomutjaldið. Ein og hvør ið søkti HARRAN, hann fór nú út til samkomutjaldið uttan fyri tilhaldið.
  • 8Og hvørja ferð Móses fór út til tjaldið, reistist alt fólkið og stóð, hvør í tjalddurum sínum, og hugdi eftir Mósesi, inntil hann var komin inn í tjaldið.
  • 9Táið Móses kom inn í tjaldið, kom skýstólpin niður og stóð í tjalddurunum, og HARRIN talaði við Móses.
  • 10Men táið alt fólkið sá skýstólpan standa í tjalddurunum, reistust tey øll og tilbóðu, hvørt í tjalddurum sínum.
  • 11HARRIN talaði við Móses andlit til andlit, sum táið maður tosar við mann. So fór Móses aftur í tilhaldið; men tænari hansara Josva, sonur Nun, ungur maður, veik ikki frá tjaldinum.
  • 12Móses segði við HARRAN: „Tú sigur jú við meg: „Far hagar við hesum fólki!“ – Men Tú hevur ikki latið meg vita, hvønn Tú ætlar at senda við mær, og kortini hevur Tú sagt: „Eg kenni teg við navni, og tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum!“
  • 13Er tað nú so, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, so vís mær vegir Tínar, so eg kann kenna Teg og finna náði fyri eygum Tínum! Hugsa kortini um, at hetta fólkið er Títt fólk!“
  • 14Hann svaraði: „Skal Eg tá sjálvur koma við tær og leiða teg til hvílu?“
  • 15Tá segði Móses við Hann: „Kemur Tú ikki sjálvur við, so lat okkum ikki fara avstað hiðani!
  • 16Tí av hvørjum skal tað síggjast, at eg havi funnið náði fyri eygum Tínum, eg og fólk Títt, um ikki av tí, at Tú ferðast við okkum, so vit, eg og fólk Títt, verða ærd fram um øll fólkasløg á jørðini!“
  • 17HARRIN svaraði Mósesi: „Eisini hatta, ið tú nú biður um, skal Eg gera; tí tú hevur funnið náði fyri eygum Mínum, og Eg kenni teg við navni.“
  • 18Tá segði Móses: „Lova mær tá at síggja dýrd Tína!“
  • 19Hann svaraði: „Eg skal lata alt ríkidømi Mítt ganga fram við tær, og Eg skal rópa út navnið HARRIN framman fyri teg; tí Eg vísi honum náði, sum Eg vísi náði, og honum miskunn, sum Eg vísi miskunn!“
  • 20Og hann segði: „Andlit Mítt kanst tú ikki síggja; einki menniskja kann síggja Meg og liva.“
  • 21So segði HARRIN: „Her tætt hjá Mær er staður – statt har á klettinum!
  • 22Táið so dýrd Mín fer framvið, skal Eg lata teg standa har í kluftini í klettinum, og Eg skal halda hond Mína fyri teg, meðan Eg fari framvið.
  • 23So skal Eg taka hondina burtur, so tú kanst síggja Meg aftanfrá; men andlit Mítt kann eingin síggja!“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian