Les bíbliuna
Onnur Mósebók
- 1„So skalt tú lata bróður tín, Áron, og synir hansara við honum stíga fram úr Ísraelsfólki og koma til tín, og tú skalt seta teir til prestar fyri Mær – Áron og synir Áron, Nadab, Abihu, Eleazar og Itamar.
- 2Og tú skalt gera bróður tínum, Áron, heilag klæði til heiður og prýði.
- 3Tú skalt tala við allar menn, ið hava gott skil á listarverki, teir, ið Eg havi fylt við vísdómsanda, og teir skulu gera Áron klæðini, sum hann skal vera í, so hann kann verða halgaður at tæna Mær sum prestur.
- 4Klæðini, ið teir skulu gera, eru hesi: Bringudúk, lívkyrtil, kápu, marglittan undirkyrtil, húgvu og belti; heilag klæði skulu teir gera Áron, bróður tínum, og sonum hansara, so teir kunnu vera prestar fyri Mær.
- 5Til hetta skulu teir nýta gull, blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv og fínt lín.
- 6Lívkyrtilin skulu teir gera av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni, í listvevnaði.
- 7Hann skal hava tvey akslastykki, ið eru fest at honum, hvørt á sínum endanum; tey skulu vera at festa hann saman við.
- 8Beltið, ið á honum skal sita og halda honum saman, skal vera áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.
- 9So skalt tú taka tveir sjóamsteinar, og inn í teir skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels,
- 10seks av nøvnunum á annan steinin og hini seks nøvnini á hin steinin – eftir aldrinum.
- 11Á sama hátt sum teir skera út í stein, og sum innsigli verða útskorin, skalt tú skera nøvnini á sonum Ísraels inn í hesar báðar steinar, og so skalt tú fella teir inn í samanflættað gull.
- 12Og steinarnar skalt tú báðar seta á akslastykki lívkyrtilsins, fyri at teir skulu gera, at synir Ísraels verða minstir; táið Áron stendur fyri ásjón HARRANS, skal hann bera nøvn teirra á báðum økslunum og soleiðis gera, at teir verða minstir.
- 13So skalt tú flætta saman gull;
- 14og tvær ketur av reinum gulli skalt tú gera, tær skulu verða snaraðar, sum teir leggja snøri, og hesar snaraðu ketur skalt tú festa til hitt samanflættaða gullið.
- 15Síðani skalt tú gera dómsbringudúk; í listvevnaði skal hann vera, á sama hátt sum lívkyrtilin; av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni skalt tú gera hann.
- 16Hann skal vera fýrhyrntur og lagdur dupultur, eina sponn langur og eina sponn breiður.
- 17Við dýrum steinum skalt tú seta hann, allan sum hann er, við fýra røðum av steinum, karneol, topas og smaragd í fyrsta raði,
- 18rubin, safir og kalsedon í øðrum,
- 19hýasint, agat og ametyst í triðja,
- 20krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir skulu sita í samanflættaðum gulli.
- 21Steinarnir skulu vera 12 í tali, eftir nøvnunum á sonum Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin skal navnið á einum av hinum 12 ættunum vera skorið inn sum í innsigli.
- 22Til bringudúkin skalt tú eisini gera ketur av reinum gulli, snaraðar, sum teir leggja snøri.
- 23Eisini skalt tú gera tveir gullringar til bringudúkin, og teir skalt tú seta hvønn á sítt horn bringudúksins.
- 24Tær báðar snaraðu gullketurnar skalt tú festa í báðar ringarnar á hornum bringudúksins.
- 25Hinar báðar endarnar á teimum snaraðu ketunum skalt tú festa í tað samanflættaða gullið á báðum akslastykkjum lívkyrtilsins; frammantil skalt tú festa tær.
- 26Síðani skalt tú gera tveir aðrar gullringar og seta teir á hini bæði horn bringudúksins, á kvarðan, ið inn eftir vendir, inn móti lívkyrtlinum.
- 27Tveir gullringar enn skalt tú gera og seta teir á bæði akslastykki lívkyrtilsins, niðantil fyri framman, har sum hann verður samanfestur, oman fyri belti lívkyrtilsins.
- 28So skulu ringar bringudúksins við bandi av bláum tógvi verða bundnir til ringar lívkyrtilsins, so at bringudúkurin kemur at sita oman fyri belti lívkyrtilsins og ikki kann skiljast frá lívkyrtlinum.
- 29Áron skal soleiðis bera nøvnini á sonum Ísraels í dómsbringudúkinum á hjarta sínum, táið hann fer inn í halgidómin, so HARRIN altíð skal minnast tey.
- 30Í dómsbringudúkin skalt tú leggja urim og tummim, so Áron ber tey á hjartanum, táið hann fer inn fyri ásjón HARRANS; soleiðis skal Áron altíð bera dómin yvir Ísraelsmenn á hjartanum fyri ásjón HARRANS.
- 31Kápuna, ið hoyrir til lívkyrtilin, skalt tú gera úr bláum tógvi, alla sum hon er.
- 32Mitt á henni skal vera opilsi til høvdið, og rundan um opilsið vovin bordi – sum opilsið á brynju – fyri at hon skal ikki skrædna.
- 33Runt um fald hennara í neðra skalt tú seta granatepli av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og millum teirra gullbjøllur, allan vegin runt,
- 34eina gullbjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina gullbjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra.
- 35Hesi kápu skal Áron vera í, altíð táið hann ger tænastu, so hoyrast kann, táið hann fer inn í halgidómin fyri ásjón HARRANS, og táið hann kemur út aftur; so skal hann ikki doyggja.
- 36Síðani skalt tú gera plátu av reinum gulli og skera inn í hana, sum innsigli verður skorið: „Halgaður HARRANUM.“
- 37Hana skalt tú við bandi av bláum tógvi festa á húgvuna; frammantil á húgvuni skal hon sita.
- 38Áron skal bera hana á pannuni, fyri at hann kann taka á seg syndirnar, ið sita á hinum heilagu gávum, ið Ísraelsmenn bera fram, á øllum hinum heilagu gávum, ið tey koma við; Áron skal altíð hava hana á pannuni fyri at vinna teimum tokka HARRANS.
- 39So skalt tú gera marglittan undirkyrtil av fínum líni. Og tú skalt gera húgvu av fínum líni, og belti, vovið í ymiskum litum.
- 40Eisini sonum Áron skalt tú gera undirkyrtlar, og belti skalt tú gera teimum. Og tú skalt gera teimum húgvur til heiður og prýði.
- 41Í hetta skalt tú lata bróður tín, Áron, somuleiðis synir hansara, og tú skalt salva teir, innseta teir og halga teir at vera prestar fyri Mær.
- 42So skalt tú gera teimum buksur av lørifti, sum fjala blygd teirra; tær skulu røkka frá lendunum niður á lørini.
- 43Áron og synir hansara skulu vera í teimum, táið teir fara inn í samkomutjaldið ella stíga fram at altarinum at gera tænastu í halgidóminum, fyri at teir skulu ikki koma at bera skyld á sær og doyggja. Ein lóg skal hetta í allar ævir vera honum og avkomi hansara eftir hann.“