Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1„Altarið skalt tú gera av akasiuviði, 5 alin langt og 5 alin breitt – fýrhyrnt skal altarið vera – og 3 alin høgt.
  • 2Á hvørt av teimum fýra hornum altarsins skalt tú gera eitt horn, og hesi horn skulu vera áføst við altarið. Og tú skalt klæða tað við kopari.
  • 3Íløt at bera øskuna burtur í skalt tú gera, somuleiðis eldspakarnar, offurskálirnar, gaflarnar og eldpannurnar. Alt tað ið til altarið hoyrir, skalt tú gera úr kopari.
  • 4So skalt tú gera kopargrind til altarið, eins og rutt net, og á netið skalt tú seta fýra koparringar, ein á hvørt hornið.
  • 5Og tú skalt seta hana undir listan á altarinum, í neðra, so netið røkkur hálvan vegin upp á altarið.
  • 6Stengur skalt tú gera til altarið, stengur av akasiuviði, og klæða tær við kopari.
  • 7Stengurnar skulu stingast í ringarnar, so tær eru fram við báðum síðum altarsins, táið tað verður borið.
  • 8Tú skalt gera altarið av borðum, opið innan; sum tær er víst á fjallinum, so skal tað gerast.
  • 9Síðani skalt tú gera forgarð til tabernaklið. Við ta síðuna, ið vendir móti suðri, skal vera umhang um forgarðin av fínum, tvinnaðum líni, 100 alin langt – hetta við aðra síðuna.
  • 10Stólparnir til tað skulu vera 20, og stabbarnir, ið teir standa á, 20, av kopari; men krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra skulu vera av silvuri.
  • 11Á sama hátt skal við norðaru síðu vera umhang, 100 alin langt, 20 stólpar til tað og til stólparnar 20 stabbar av kopari; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra skulu vera av silvuri.
  • 12Við annan enda forgarðsins, móti vestri, skal umhang vera, 50 alin langt, 10 stólpar til tað og til stólparnar 10 stabbar.
  • 13Við hin endan, hann, ið vendir móti eystri, skal forgarðurin eisini vera 50 alin breiður.
  • 1415 alin av umhangi skulu vera øðrumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra;
  • 15og á sama hátt hinumegin 15 alin av umhangi við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra.
  • 16Portur forgarðsins skal hava forhang, 20 alin langt, av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum tvinnaðum líni og vovið í ymiskum litum; stólparnir, ið tað skal verða fest til, og stabbarnir, ið teir standa á, skulu vera fýra í tali.
  • 17Allir stólparnir rundan um forgarðin skulu vera samanbundnir við silvurstongum; krókarnir á stólpunum skulu vera av silvuri, og stabbarnir undir teimum av kopari.
  • 18Umhang forgarðsins skal vera 100 alin við hvørja síðuna, 50 alin við hvønn endan og 5 alin høgt; tað skal vera av fínum, tvinnaðum líni, og stabbarnir til tað skulu vera av kopari.
  • 19Øll amboð, ið nýtt verða til arbeiðið í tabernaklinum, og allir hælirnir, bæði til tað og forgarðin, skulu vera av kopari.
  • 20Framvegis skalt tú áleggja Ísraelsmonnum at lata teg fáa reina olju av stoyttum oljuberum til ljósastakan, so lampurnar altíð kunnu verða settar upp.
  • 21Í samkomutjaldinum, uttan fyri forhangið, ið hongur framman fyri vitnisburðin, skulu Áron og synir hansara halda lampurnar í standi, so tær kunnu brenna fyri ásjón HARRANS frá kvøldi til morguns. Hetta skal vera fastur siður hjá Ísraelsmonnum, mann eftir mann, í allar ævir.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian