Les bíbliuna
Onnur Mósebók
- 1Tabernaklið skalt tú gera av 10 teppum av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi; tú skalt gera tey við kerúbum á, í listvevnaði.
- 2Hvørt teppi skal vera 28 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
- 3Fimm av teppunum skulu skoytast saman til eitt, og á sama hátt hini fimm teppini.
- 4Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta lykkjur av bláum tógvi, og á sama hátt skalt tú seta lykkjur á jaðaran á tí ytsta teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
- 5Tú skalt seta 50 lykkjur á annað teppið, og 50 lykkjur skalt tú seta á jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum; lykkjurnar skulu sita hvør áraka aðra.
- 6So skalt tú gera 50 krókar av gulli at halda teppunum saman við, so tabernaklið verður eitt samanhangandi tjald.
- 7Framvegis skalt tú gera teppi av geitaull at tekja tabernaklið við; 11 slík teppi skalt tú gera.
- 8Hvørt teppi skal vera 30 alin langt og 4 alin breitt; øll teppini skulu hava sama mál.
- 95 av teppunum skalt tú skoyta saman fyri seg og hini 6 fyri seg; tað sætta teppið skalt tú leggja dupult á teirri síðu tekjunnar, ið fram vendir.
- 10Á jaðaran á tí eina teppinum, tí ytsta í øðrum tí samanskoytta stykkinum, skalt tú seta 50 lykkjur, og á sama hátt skalt tú seta 50 lykkjur í jaðaran á tí tilsvarandi teppinum í hinum samanskoytta stykkinum.
- 11So skalt tú gera 50 krókar av kopari og krøkja teir í lykkjurnar og soleiðis halda tekjuni saman, so hon verður ein heild.
- 12Men viðvíkjandi tí, ið av loypur av tekjuteppunum – tí hálva teppinum, ið ov nógv er – so skal tað hanga niður av tabernaklinum fyri aftan.
- 13Og hin eina alinin, ið tekjuteppini eru ov long báðumegin, skal hanga niður á báðar síður tabernakulsins at líva tí.
- 14Uttan á tekjuna skalt tú uppaftur gera tak av reyðlitaðum veðraskinni, og uttan á tað eitt tak enn av sjókúskinni.
- 15Plankarnar til tabernaklið skalt tú gera av akasiuviði; teir skulu standa upp og niður.
- 16Hvør planki skal vera 10 alin høgur og hálvaaðru alin breiður.
- 17Á hvørjum planka skulu vera tveir tappar, bundnir saman við lista; soleiðis skalt tú gera við allar plankar tabernakulsins.
- 18Av plonkunum, ið tú gert til tabernaklið, skalt tú reisa 20 á tí síðuni, sum vendir móti suðri;
- 19og 40 silvurstabbar skalt tú gera at seta undir teir 20 plankarnar, tveir stabbar undir hvønn planka at seta tapparnar í.
- 20Aðrar 20 plankar skalt tú gera til hina síðu tabernakulsins, hana, ið vendir móti norðri,
- 21og til teirra 40 silvurstabbar, tveir stabbar undir hvønn planka.
- 22Til baksíðu tabernakulsins, móti vestri, skalt tú gera seks plankar,
- 23og til hornini á hesi somu síðuni tveir plankar.
- 24Teir skulu vera dupultir í neðra, og líkaleiðis báðir dupultir allan vegin upp, líka til fyrsta ringin; soleiðis skulu teir báðir vera. Teir skulu standa hvør á sínum horninum.
- 25Til baksíðuna verða soleiðis átta plankar, við silvurstøbbunum, ið til hoyra, 16 støbbum, tveimum undir hvørjum planka.
- 26So skalt tú gera tvørstengur av akasiuviði, fimm til plankarnar á aðrari síðu tabernakulsins,
- 27fimm til plankarnar á hini síðu tabernakulsins, og fimm til plankarnar á baksíðu tabernakulsins, móti vestri.
- 28Mittasta tvørstongin, hon, ið er mitt á plonkunum, skal ganga heilt tvørturum, úr enda í enda á bróstinum.
- 29Plankarnar skalt tú klæða við gulli; og ringarnar á teimum, sum tvørstengurnar skulu stingast í, skalt tú gera av gulli; eisini tvørstengurnar skalt tú klæða við gulli.
- 30Tú skalt reisa tabernaklið á rættan hátt, soleiðis sum tær varð víst á fjallinum.
- 31Síðani skalt tú gera forhang av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal verða gjørt í listvevnaði, við kerúbum á.
- 32Tað skalt tú heingja á fýra gullklæddar stólpar av akasiuviði við gullkrókum á, og sum standa á fýra silvurstøbbum.
- 33So skalt tú heingja forhangið undir krókarnar.* Innan fyri forhangið skalt tú seta vitnisburðarørkina, og forhangið skal vera tykkum til at skilja millum hitt heilaga og hitt alraheilagasta.
- 34Náðistólin skalt tú leggja á vitnisburðarørkina inni í hinum alraheilagasta.
- 35Men borðið skalt tú seta uttan fyri forhangið og ljósastakan beint yvir av borðinum, við sunnaru síðu tabernakulsins; borðið skalt tú seta við norðaru síðu.
- 36Til dyr tjaldsins skalt tú gera teppi av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað skal vera vovið í ymiskum litum.
- 37Tú skalt gera fimm akasiustólpar til tað og klæða teir við gulli; krókarnir á teimum skulu vera av gulli, og tú skalt stoypa fimm koparstabbar til teirra.“