Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1HARRIN talaði við Móses og segði:
  • 2„Sig við Ísraelsmenn, at teir skulu koma við gávu til Mín! Hvør skal lata, sum hann hevur hjartalag til, og tí, ið teir geva Mær, skulu tit taka við.
  • 3Gávan, ið tit skulu taka við frá teimum, er hetta: Gull, silvur, kopar,
  • 4blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum,
  • 5reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið,
  • 6olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsi,
  • 7sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin.
  • 8Teir skulu gera Mær halgidóm; so skal Eg búgva millum teirra.
  • 9Tabernaklið og alt, ið til hoyrir, skulu tit á allan hátt gera eftir myndini, ið Eg vísi tær.
  • 10Teir skulu gera ørk av akasiuviði, hálvatriðju alin langa, hálvaaðru alin breiða og hálvaaðru alin høga.
  • 11Hana skalt tú klæða við reinum gulli; bæði innan og uttan skalt tú klæða hana við gulli, og gullrond skalt tú gera á hana rundanum.
  • 12Tú skalt stoypa fýra gullringar og seta teir á hinar fýra føtur arkarinnar, tveir ringar hvørjumegin.
  • 13So skalt tú gera stengur av akasiuviði og klæða tær við gulli
  • 14og stinga tær gjøgnum ringarnar á síðum arkarinnar; tær skulu vera at bera ørkina við.
  • 15Stengurnar skulu verða sitandi í ringum arkarinnar; tær mugu aldri verða tiknar úr teimum.
  • 16Í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin,* sum Eg skal geva tær.
  • 17So skalt tú gera náðistól* av reinum gulli, hálvatriðju alin langan og hálvaaðru alin breiðan.
  • 18Og tú skalt gera tveir kerúbar av gulli; teir skalt tú gera úr slignum gulli og seta teir við báðar endar náðistólsins.
  • 19Tú skalt seta annan kerúbin við annan endan og hin kerúbin við hin endan; áfastar við náðistólin skalt tú gera kerúbarnar, hvønn á sín endan.
  • 20Kerúbarnir skulu halda veingirnar útbreiddar og upplyftar, so teir fjala náðistólin við veingjum sínum; og andlit teirra skulu venda hvørt ímóti øðrum; niður ímóti náðistólinum skulu andlit kerúbanna venda.
  • 21So skalt tú leggja náðistólin út yvir ørkina, og í ørkina skalt tú leggja vitnisburðin, sum Eg skal geva tær.
  • 22Har skal Eg koma á fund við teg; úr rúminum yvir náðistólinum, millum kerúbarnar báðar, ið eru á vitnisburðarørkini, haðani skal Eg tala við teg, hvørja ferð Eg sendi teg við boðum til Ísraelsmenn.
  • 23Framvegis skalt tú gera borð av akasiuviði, tvær alin langt, eina alin breitt og hálvaaðru alin høgt.
  • 24Tað skalt tú klæða við reinum gulli og gera gullrond á tað rundanum.
  • 25Og tú skalt gera lista runt um tað, eina hond breiðan, og rundanum á listan skalt tú gera rond av gulli.
  • 26So skalt tú gera fýra gullringar, og teir skalt tú seta í tey fýra hornini við tey fýra bein borðsins.
  • 27Tætt við listan skulu ringarnir sita; teir skulu vera at stinga stengurnar í, so borðið kann berast.
  • 28Stengurnar skalt tú gera av akasiuviði og klæða tær við gulli; við teimum skal borðið berast.
  • 29So skalt tú gera føtini og skálirnar, ið til borðið hoyra, og kannurnar og bikarini, sum drykkjuofrini skulu verða skonkt úr; alt hetta skalt tú gera úr reinum gulli.
  • 30Á borðinum skalt tú altíð hava sýnisbreyð liggjandi fyri ásjón Míni.
  • 31Framvegis skalt tú gera ljósastaka av reinum gulli; úr slignum gulli skal ljósastakin verða gjørdur, bæði fóturin og stakin sjálvur; á stakanum skulu vera blómur, knappar og útsprungin bløð, sum eru í einum við hann.
  • 32Seks armar skulu ganga út úr síðum ljósastakans, tríggir úr aðrari síðuni og tríggir úr hinari.
  • 33Á fyrsta armi skulu vera trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, á øðrum armi trý bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum, og soleiðis skal vera á øllum seks ørmunum, ið ganga út úr ljósastakanum.
  • 34Men á ljósastakanum sjálvum skulu vera fýra bikar, vorðin sum mandlur, við knøppum og blómum.
  • 35Ein blómuknappur skal setast undir fyrsta armaparið, ið gongur út úr ljósastakanum, ein undir annað armaparið, og ein undir triðja armaparið – ein knappur undir hvørt parið av teimum seks ørmum, ið ganga út úr ljósastakanum.
  • 36Bæði blómuknapparnir og armarnir skulu vera í einum við hann; alt samalt skal vera í einum, úr slignum, reinum gulli.
  • 37Síðani skalt tú gera sjey lampur til ljósastakan, og tær skulu setast so upp, at tær kasta ljósið yvir rúmið har frammanfyri.
  • 38Ljósasaksarnir og skarpannurnar, ið til hoyra, skulu vera av reinum gulli.
  • 39Eina talent* av reinum gulli skulu tit nýta til ljósastakan og alt hetta, ið til hoyrir.
  • 40Síggj nú til, at tú gert alt eftir myndini, ið víst tær varð á fjallinum!“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian