Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1Við Móses segði Hann: „Komið niðan til HARRAN, tú og Áron, Nadab og Abihu og 70 av hinum elstu í Ísrael, og tilbiðið uttan at koma nær!
  • 2Bert Móses skal koma HARRANUM nær, ikki hinir; og ei heldur má fólkið koma niðan hagar við honum.“
  • 3Móses kom nú og kunngjørdi fólkinum øll orð HARRANS og øll lógboðini; og fólkið svaraði, øll sum eitt: „Øll boðini, ið HARRIN hevur givið, skulu vit halda!“
  • 4So skrivaði Móses upp øll orð HARRANS. Og morgunin eftir fór hann tíðliga upp og reisti altar undir fjallinum og reisti tólv minnissteinar fyri tær tólv ættir Ísraels.
  • 5Síðani sendi hann nakrar ungar menn av Ísraelsmonnum hagar at ofra brennioffur og sláturoffur, og teir drópu tarvar og ofraðu HARRANUM takkoffur.
  • 6Móses tók helvtina av blóðinum og stoytti tað í offurskálirnar; hina helvtina av blóðinum sletti hann á altarið.
  • 7So tók hann sáttmálabókina og las hana upp fyri fólkinum. Og tey søgdu: „Vit skulu gera alt tað, ið HARRIN hevur sagt, og akta Hann!“
  • 8Nú tók Móses blóðið og sletti tað á fólkið; og hann segði: „Hetta blóð skal bera vitni um sáttmálan, ið HARRIN hevur gjørt við tykkum, og sum er grundaður á øll hesi orð.“
  • 9Síðani fóru teir niðan hagar, Móses, Áron, Nadab, Abihu og 70 av hinum elstu í Ísrael.
  • 10Og teir sóu Gud Ísraels; undir fótum Hansara var sum gólv av safirsteini, so klárt sum himmalin sjálvur.
  • 11Men Hann lyfti ikki hondina móti høvdingum Ísraelsmanna; teir skoðaðu Gud, og teir ótu og drukku.
  • 12HARRIN segði nú við Móses: „Kom niðan á fjallið til Mín og verð verandi har, so skal Eg lata teg fáa steintalvurnar og lógirnar og boðið, sum Eg havi skrivað upp fyri at vegleiða tey!“
  • 13Tá fór Móses avstað við tænara sínum Josva; og Móses fór niðan á gudsfjallið.
  • 14Men við hinar elstu segði hann: „Bíðið eftir okkum her, inntil vit koma aftur til tykkara! Áron og Hur eru jú hjá tykkum; tann, ið hevur søk, kann fara til teirra!“
  • 15So fór Móses niðan á fjallið, og skýggið legðist tjúkt yvir fjallið.
  • 16Dýrd HARRANS hvíldi á Sinaifjalli, og tað var fjalt í skýnum seks dagar; men sjeynda dagin rópti Hann á Móses út úr skýnum;
  • 17og fyri eygum Ísraelsmanna var dýrd HARRANS at síggja sum oyðandi eldur á fjalstindinum.
  • 18Tá fór Móses inn í skýggið og fór niðan á fjallið. Og Móses var á fjallinum 40 dagar og 40 nætur.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian