Les bíbliuna

Sálmarnir

  • 1Halleluja! – Syngið HARRANUM nýggjan song, prís Hansara í samkomu hinna heilagu!
  • 2Ísrael skal gleðast í skapara sínum, børn Zions skulu frøast í kongi sínum.
  • 3Tey skulu lova navni Hansara við dansi, lovsyngja Honum við trummu og sitara.
  • 4Tí HARRIN hevur tokka til fólk Sítt, Hann prýðir hini eyðmjúku við frelsu.
  • 5Tey, sum óttast Gud, skulu frøast í dýrd, tey skulu rópa av gleði á legum sínum.
  • 6Lovsongur til Gud er í munni teirra, og tvíeggjað svørð í hond teirra
  • 7fyri at fullføra hevnd á heidningunum, straff á fólkasløgunum,
  • 8fyri at binda kongar teirra við leinkjum, stórmenn teirra við jarnketum,
  • 9fyri at fullføra fyriskrivaðan dóm á teimum. – Hetta er øllum hinum heilagu Hansara heiður. – Halleluja!
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian