Les bíbliuna
Sálmarnir
- 1Halleluja! Lovið HARRANUM av Himli, lovið Honum á hæddini!
- 2Lovið Honum, allir einglar Hansara, lovið Honum, allir herskarar Hansara!
- 3Lovið Honum, sól og máni, lovið Honum, allar lýsandi stjørnur!
- 4Lovið Honum, himlar himlanna, og tit vøtn, ið eru yvir himlunum!
- 5– Tey skulu lova navni HARRANS, tí Hann beyð, og tey vórðu skapt;
- 6og Hann setti tey á stað teirra fyri allar tíðir, í allar ævir; Hann gav lóg, sum einki av teimum brýtur.
- 7Lovið HARRANUM av jørðini, tit havdýr og øll djúp,
- 8eldur og heglingur, kavi og roykur, stormur, sum setur orð Hansara í verk,
- 9tit fjøll og allir heyggjar, frukttrø og øll sedristrø,
- 10tit villdýr og alt fæið, skriðdýr og fuglar við veingjum,
- 11tit kongar á jørðini og øll fólkasløg, høvdingar og allir dómarar jarðar;
- 12ungir dreingir og ungar gentur, gomul við ungum!
- 13– Tey skulu lova navni HARRANS; tí einki navn er høgt uttan Hansara, heiður Hansara er yvir jørð og himli.
- 14Og Hann hevur lyft fólki Sínum upp horn, øllum hinum heilagu Sínum til lovsong, børnum Ísraels, fólkinum, ið stendur Honum nær. – Halleluja!

