Les bíbliuna

Fyrsta Mósebók

  • 1Hetta er ættarbók Esaus – Edoms.
  • 2Esau hevði tikið sær konur av døtrum Kána’ans: Adu, dóttur Hetitin Elon, Oholibamu, dóttur Ana, son Hevitin Zibeon,
  • 3og Basmat, dóttur Ísmael, systur Nebajot.
  • 4Við Adu átti Esau Elifaz, og við Basmat Re’uel;
  • 5við Oholibamu átti hann Je’us, Jalam og Kora. Hetta vóru synir Esau, sum hann fekk í Kána’anslandi.
  • 6Esau tók nú konur sínar, synir og døtur sínar og alt húsfólk sítt, fylgi síni, alt fæ sítt og allan annan eigindóm, ið hann hevði savnað sær í Kána’anslandi, og fór til annað land og skilti seg soleiðis frá Jákupi, bróður sínum.
  • 7Tí góðs teirra var ov mikið til, at teir kundu búgva saman; landið, ið teir búðu í sum fremmandir, rúmaði teimum ikki, so stór vóru fylgi teirra.
  • 8Esau búsettist so á Se’irsfjøllum – Esau, tað er tann sami sum Edom.
  • 9Hetta er ættarbók Esaus, hann, ið var ættarfaðir at Edomitum á Se’irsfjøllum.
  • 10Nøvnini á sonum Esau eru hesi: Elifaz, sum Ada, kona Esau, átti, og Re’uel, sum Basmat, kona Esau, átti.
  • 11Elifaz átti hesar synir: Teman, Omar, Zefo, Gatam og Kenaz.
  • 12Og Elifaz, sonur Esau, hevði hjákonu, sum æt Timna; við henni fekk Elifaz Amalek. – Hetta vóru synir Adu, konu Esau.
  • 13Synir Re’uel vóru hesir: Nahat, Zera, Samma og Mizza. – Hetta vóru synir Basmat, konu Esau.
  • 14Synir Oholibamu, konu Esau, dóttur Ana, son Zibeon, vóru hesir: Við henni átti Esau Je’us, Jalam og Kora.
  • 15Ættarhøvdingarnir millum synir Esau vóru hesir: Synir Elifaz, hin frumborna Esaus, vóru: Høvdingarnir Teman, Omar, Zefo, Kenaz,
  • 16Kora, Gatam og Amalek. Hetta vóru teir høvdingar í Edomslandi, sum vóru ættaðir frá Elifaz. – Hetta vóru synir Adu.
  • 17Synir Re’uel, son Esau, vóru hesir: Høvdingarnir Nahat, Zera, Samma og Mizza. Hetta vóru teir høvdingar í Edomslandi, sum vóru ættaðir frá Re’uel. Hetta vóru synir Basmat, konu Esau.
  • 18Synir Oholibamu, konu Esau, vóru hesir: Høvdingarnir Je’us, Jalam og Kora. Hetta vóru teir høvdingar, ið vóru ættaðir frá Oholibamu, dóttur Ana, konu Esau.
  • 19Hetta vóru synir Esau, og hetta vóru ættarhøvdingar teirra. – Hetta var Edom.
  • 20Synir Horitin Se’ir – teir, ið búðu í landinum frammanundan – vóru hesir: Lotan, Sobal, Zibeon, Ana,
  • 21Dison, Ezer og Disan. – Hetta vóru ættarhøvdingar Horita, synir Se’ir í Edomslandi.
  • 22Synir Lotan vóru Hori og Hemam, og systir Lotan var Timna.
  • 23Synir Sobal vóru hesir: Alvan, Manahat, Ebal, Sefo og Onam.
  • 24Synir Zibeon vóru hesir: Aja og Ana. Tað var hesin Ana, ið fann tær heitu keldurnar í oyðimørkini, meðan hann sat hjá eslum Zibeons, faðirs síns.
  • 25Børn Ana vóru hesi: Dison og dóttirin Oholibama.
  • 26Synir Dison vóru hesir: Hemdan, Esban, Jitran og Keran.
  • 27Synir Ezer vóru hesir: Bilhan, Za’avan og Akan.
  • 28Synir Disan vóru hesir: Uz og Aran.
  • 29Ættarhøvdingar Horita vóru hesir: Høvdingarnir Lotan, Sobal, Zibeon og Ana,
  • 30Dison, Ezer og Disan. – Hetta vóru ættarhøvdingar Horita, ættarhøvdingar teirra í Se’irslandi.
  • 31Kongarnir, ið ráddu í Edomslandi, áðrenn Ísraelsmenn fingu kongar, vóru hesir:
  • 32Bela, sonur Beor, var kongur í Edom; býur hansara æt Dinhaba.
  • 33Táið Bela doyði, varð Jobab, sonur Zera, úr Bozra, kongur eftir hann.
  • 34Táið Jobab doyði, varð Husam úr Temanitalandi kongur eftir hann.
  • 35Táið Husam doyði, varð Hadad, sonur Bedad, kongur eftir hann; tað var hann, ið vann sigur á Midjanitum á Móabsmark; býur hansara æt Avit.
  • 36Táið Hadad doyði, varð Samla úr Masreka kongur eftir hann.
  • 37Táið Samla doyði, varð Saul úr Rehobot við ánna kongur eftir hann.
  • 38Táið Saul doyði, varð Ba’al-Hanan, sonur Akbor, kongur eftir hann.
  • 39Táið Ba’al-Hanan, sonur Akbor, doyði, varð Hadar kongur eftir hann; býur hansara æt Pa’u, og kona hansara æt Mehetabel; hon var dóttir Matred, dóttur Mezahab.
  • 40Hetta eru nøvnini á ættarhøvdingum Esaus, eftir ættum, bústøðum og nøvnum teirra: Høvdingarnir Timna, Alva, Jetet,
  • 41Oholibama, Ela, Pinon,
  • 42Kenaz, Teman, Mibzar,
  • 43Magdiel og Iram. – Hetta vóru ættarhøvdingar Edoms, eftir bústøðum teirra, í landinum, sum teir fingu í ogn. – Hetta var ætt Esaus, ættarfaðirs Edomita.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian