Les bíbliuna
Fyrsta Mósebók
- 1Men Jákup varð búgvandi í landinum, ið faðir hansara hevði búð í sum fremmandur, í Kána’anslandi.
- 2Hetta er ættarbók Jákups. Táið Jósef var 17 ár, røktaði hann smáfæið saman við brøðrum sínum; tóat hann var ungur, var hann saman við sonum Bilhu og Zilpu, ið vóru konur faðirs hansara, og alt tað ringa orð, ið gekk um teir, bar hann faðir teirra.
- 3Ísrael var betri við Jósef enn við allar hinar synir sínar, við tað at hann hevði fingið hann á elliárum; og hann hevði latið gera honum fótsíðan kyrtil.
- 4Men táið brøður hansara sóu, at faðir teirra var betri við hann enn við allar hinar synir sínar, fingu teir agg til hansara og kundu ikki tala blídliga við hann.
- 5So hevði Jósef eisini dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá, og sum gjørdi, at teir hataðu hann enn meiri.
- 6Hann segði við teir: „Hoyrið nú tað, ið eg havi droymt!
- 7Tað var mær, sum vit bundu bundi úti á akrinum, og tá reisti mítt bundi seg upp og varð standandi; men tykkara bundi stóðu rundanum og boygdu seg fyri mínum bundi.“
- 8Tá søgdu brøður hansara við hann: „Tú skalt kanska vera kongur okkara ella ráða yvir okkum!“ – Og teir hataðu hann enn meiri fyri dreymar hansara og fyri tað, ið hann hevði sagt.
- 9Men hann hevði uppaftur ein dreym, sum hann segði brøðrum sínum frá; hann segði: „Eg havi aftur havt ein dreym: Tað var mær, sum sólin, mánin og ellivu stjørnur nigu fyri mær.“
- 10Táið hann segði faðir sínum og brøðrum sínum frá hesum, deildi faðir hansara hann og segði við hann: „Hvat er hetta fyri dreymur, ið tú hevur havt! Skulu tá eg og móðir tín og brøður tínir koma og boyggja okkum til jarðar fyri tær!“
- 11Og brøður hansara fingu øvund til hansara, men faðir hansara legði sær hetta í minni.
- 12So vóru brøður hansara einaferð farnir at ansa eftir smáfæi faðirs síns í Sikem.
- 13Ísrael segði tá við Jósef: „Brøður tínir sita jú hjá fænum í Sikem; kom, eg ætli at senda teg til teirra!“ Hann svaraði: „Ja, her eri eg!“
- 14So segði hann við hann: „Far og vita, um brøðrum tínum veit væl við, og um fænum veit væl við, og kom so aftur og sig mær tað!“ – So sendi hann hann avstað úr Hebronsdali, og hann kom til Sikem.
- 15Sum hann nú gekk ivasamur um á markini, møtti hann manni, ið spurdi hann: „Hvørjum leitar tú eftir?“
- 16Hann svaraði: „Eg leiti eftir brøðrum mínum; sig mær, hvar teir eru við fylginum!“
- 17Maðurin segði: „Teir eru farnir avstað hiðani; eg hoyrdi teir siga: „Latið okkum fara til Dotan!““ So fór Jósef aftan á brøðrum sínum og hitti teir í Dotan.
- 18Men teir sóu hann langt burtur, og áðrenn hann var komin til teirra, løgdu teir ráð upp um at drepa hann
- 19og søgdu hvør við annan: „Hyggið, har kemur hasin droymarin!
- 20Komið, latið okkum nú drepa hann og kasta hann í ein av brunnunum her! Vit kunnu so siga, at villdýr hevur etið hann. So fáa vit at síggja, hvat ið verður úr dreymum hansara!“
- 21Men táið Ruben hoyrdi hetta, ætlaði hann at bjarga honum undan hondum teirra og segði: „Latið okkum ikki drepa hann!“
- 22Og so segði hann við teir: „Fáið ikki blóð at renna! Koyrið hann niður í henda brunnin her í oyðimørkini, men leggið ikki hond á hann!“ – Tí hann ætlaði at bjarga honum undan hondum teirra og fáa faðir sínum hann aftur.
- 23Táið so Jósef kom til brøður sínar, lótu teir hann úr kyrtlinum, tí fótsíða kyrtlinum, sum hann var í.
- 24Og teir tóku hann og koyrdu hann niður í brunnin; men brunnurin var tómur, einki vatn var í honum.
- 25So settust teir at eta. Og táið teir hugdu upp, sóu teir eitt fylgi av Ísmaelitum, sum komu úr Gilead; kamelar teirra bóru kryddurtir, balsam og ladanum,* sum teir vóru á veg til Egyptalands við.
- 26Juda segði nú við brøður sínar: „Hvat batar okkum at drepa bróður og dylja drápið!
- 27Latið okkum heldur selja Ísmaelitunum hann og ikki leggja hond á hann – hann er jú tó beiggi okkara, hold og blóð okkara!“ – Og brøður hansara gjørdu, sum hann segði.
- 28Táið nú midjanitiskir keypmenn komu framvið har, tóku teir Jósef upp úr brunninum, og so seldu teir Ísmaelitunum Jósef fyri 20 seklar av silvuri. Ísmaelitarnir fóru til Egyptalands við Jósefi.
- 29Táið Ruben nú kom aftur til brunnin, fekk hann at síggja, at eingin Jósef var har. Tá skræddi hann klæði síni,
- 30fór aftur til brøður sínar og segði: „Drongurin er burtur! Hvat skal eg gera av mær!“
- 31– Teir tóku so kyrtil Jósefs og smurdu hann út í blóðinum av bukki, sum teir drópu;
- 32so sendu teir tann síða kyrtilin heim til faðir sín við hesum boðum: „Henda hava vit funnið; hygg eftir, um tað ikki er kyrtilin hjá syni tínum!“
- 33Hann kendi hann aftur og segði: „Jú, tað er kyrtilin hjá syni mínum! Eitt villdýr hevur etið hann – ja, so vist er Jósef sundurskræddur!“
- 34So skræddi Jákup klæði síni og bant sekk um lendar sínar, og hann syrgdi son sín í langa tíð.
- 35Tóat allir synir hansara og allar døtur hansara komu at troysta hann, vildi hann ikki lata seg troysta, men segði: „Í sorg skal eg fara niður í deyðaríkið til son mín!“ Faðir hansara græt um hann.
- 36Men Midjanitarnir seldu hann í Egyptalandi til Potifar, sum var hirðmaður hjá Farao og høvdingi yvir lívvaktini.