Les bíbliuna

Fyrsta Mósebók

  • 1Tá fall Jósef oman yvir andlit faðirs síns, græt og kysti hann.
  • 2So segði Jósef við læknarnar, sum vóru millum tænarar hansara, at teir skuldu balsamera faðir hansara. Læknarnir balsameraðu tá Ísrael.
  • 3Hetta tók 40 dagar – so langa tíð tekur at balsamera. Egyptar grótu um hann í 70 dagar.
  • 4Táið so syrgidagarnir eftir hann vóru úti, segði Jósef við húsfólk Faraos: „Havi eg funnið náði fyri eygum tykkara, so tosið fyri meg við Farao soleiðis:
  • 5„Pápi tók meg í eið og segði: „Táið eg eri deyður, jarða meg tá í grøvini, sum eg havi latið grava mær í Kána’anslandi!“ – Lat meg tí fara hagar og jarða pápa – eg skal so koma aftur higar!““
  • 6Farao svaraði: „Far tú bert og jarða faðir tín, soleiðis sum hann hevur latið teg svørja!“
  • 7So fór Jósef avstað at jarða faðir sín, og við honum fóru allir tænarar Faraos, teir elstu í húsi hansara og allir teir elstu í Egyptalandi,
  • 8eisini alt hús Jósefs, og brøður hansara og tey hjá faðir hansara – bert børn síni og smáfæið og neytini hjá sær lótu tey verða eftir í Gosen.
  • 9Bæði vagnar og hestmenn fóru avstað við honum – so at tað var ein ógvuliga stórur skari.
  • 10Táið tey nú komu til Goren-Ha’atad, hinumegin Jordan, hildu tey har eina ovurhonds stóra og hátíðarliga deyðavenan – hann helt í 7 dagar syrgihátíð eftir faðir sín.
  • 11Táið tey, sum búðu í landinum, Kána’anitar, sóu hesa syrgihátíð í Goren-Ha’atad, søgdu tey: „Tað er ikki eiti av syrgihátíð, ið Egyptar har halda!“ – Av hesum fekk tað staðið navnið Abel-Mizrajim; tað er hinumegin Jordan.
  • 12Synir hansara gjørdu tá við hann, sum hann hevði álagt teimum;
  • 13synir hansara fóru til Kána’ansland við honum og jarðaðu hann í hellinum á Makpelamark, markini, ið Ábraham hevði keypt frá Hetitinum Efron til gravstað at eiga – beint yvir av Mamre.
  • 14Táið Jósef so hevði jarðað faðir sín, fór hann aftur til Egyptalands, bæði hann og brøður hansara og øll tey, ið vóru farin við honum til jarðarferð faðirs hansara.
  • 15Táið brøður Jósef nú sóu, at faðir teirra var deyður, søgdu teir: „Bert Jósef ikki fer at kasta hatur á okkum nú og løna okkum aftur alt tað illa, ið vit gjørdu honum!“
  • 16Teir sendu tí Jósefi boð og lótu siga: „Áðrenn pápi tín doyði, álegði hann okkum hetta:
  • 17„Soleiðis skulu tit siga við Jósef: Góði, fyrigev brøðrum tínum tað, ið teir hava forbrotið seg og syndað – tí teir gjørdu illa við teg!“ – So fyrigev nú okkum, sum eisini tæna Gudi faðirs tíns, misgerð okkara!“ – Tá græt Jósef, táið teir sendu honum hesi boð.
  • 18Seinni komu brøður hansara eisini sjálvir og fullu niður fyri honum og søgdu: „Vit skulu vera tænarar hjá tær!“
  • 19Men Jósef segði við teir: „Óttist ikki! Eri eg tá í Guds stað!
  • 20Tit høvdu ilt í huga móti mær; men Gud hevði í huga at venda tað til gott – fyri at lata henda tað, ið nú hevur hent, og halda nógvum fólki á lívi.
  • 21Óttist ikki! Eg skal síggja tykkum og kvinnum og børnum tykkara til góða!“ – Soleiðis uggaði hann teir og tosaði blídliga við teir.
  • 22Jósef varð búgvandi í Egyptalandi, bæði hann og hús faðirs hansara. Jósef varð 110 ár.
  • 23Jósef fekk at síggja børn Efra’ims í triðja lið; eisini børnini hjá Makir, syni Manasse, vórðu fødd í fangið á Jósefi.*
  • 24Og Jósef segði við brøður sínar: „Eg doyggi nú; men Gud skal vissuliga síggja til tykkara og føra tykkum úr hesum landi til landið, ið Hann við eiði hevur lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi!“
  • 25Og Jósef tók eið av sonum Ísraels og segði: „Táið nú Gud sær til tykkara, førið tá bein míni burtur hiðani!“
  • 26Jósef doyði 110 ára gamal; og hann varð balsameraður og lagdur í kistu í Egyptalandi.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian