Les bíbliuna
Fyrsta Mósebók
- 1Gud segði nú við Jákup: „Ger teg til, far til Betel, verð verandi har, og ger har altar fyri tí Gudi, ið opinberaði Seg fyri tær, táið tú flýddi undan Esau, bróður tínum!“
- 2Tá segði Jákup við húsfólk sítt og øll tey, ið hjá honum vóru: „Fáið burtur teir fremmandu gudarnar, ið tit hava millum tykkara, og reinsið tykkum og skiftið klæði!
- 3Og latið okkum fara avstað og fara til Betel! Har skal eg reisa altar fyri tí Gudi, sum bønhoyrdi meg, tann dag ið eg var trongt staddur, og var við mær á vegnum, ið eg havi gingið.“
- 4Tey lótu tá Jákup fáa allar teir fremmandu gudarnar, ið tey høvdu við sær, og ringarnar, ið tey høvdu í oyrunum; og Jákup gróv tað niður undir eikini við Sikem.
- 5So fóru tey avstað, og ræðsla frá Gudi kom á allar býirnar har rundanum, so teir hildu ikki eftir sonum Jákup.
- 6Jákup og alt fólkið, ið við honum var, komu so til Luz í Kána’anslandi – nú eitur tað Betel;
- 7og hann reisti har altar og kallaði staðið El-Betel,* tí har hevði Gud opinberað Seg fyri honum, táið hann flýddi undan bróður sínum.
- 8Nú doyði Debora, dadda Rebekku, og hon varð jarðað niðan fyri Betel, undir eikini; tí kallaði hann hana grátieikina.
- 9Gud opinberaði Seg uppaftur fyri Jákupi, táið hann var komin heimaftur úr Paddan-Áram, og signaði hann;
- 10og Gud segði við hann: „Tú eitur Jákup, men tú skalt ikki eita Jákup longur; Ísrael skal vera navn títt.“ – So fekk hann navnið Ísrael.
- 11So segði Gud við hann: „Eg eri Gud hin Alvaldi; ver fruktbarur og nørst í tali! Eitt fólk, ja, fólk í hópatali skulu koma av tær, og kongar skulu koma úr lendum tínum.
- 12Landið, ið Eg gav Ábrahami og Ísaki, tað gevi Eg tær, og avkomi tínum eftir teg gevi Eg landið.“
- 13– So fór Gud upp frá honum á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann.
- 14Jákup reisti minnisvarða á tí staðnum, har sum Hann hevði talað við hann, minnismerki av gróti; og hann stoytti drykkjuoffur á tað og helti olju á tað.
- 15Staðnum, har sum Gud hevði talað við hann, gav Jákup navnið Betel.
- 16So fóru tey avstað úr Betel. Táið tey høvdu nakað eftir til Efrat, fekk Rakul ilt, og føðingarverkir hennara vóru harðir.
- 17Meðan verkirnir vóru upp á tað harðasta, segði jarðarmóðirin við hana: „Óttast ikki! Eisini hesa ferð fært tú son!“
- 18Men í tí hon andaðist – tí tað varð deyði hennara – gav hon honum navnið Benoni;* men faðir hansara gav honum navnið Benjamin.**
- 19So doyði nú Rakul; og hon varð jarðað á vegnum til Efrat, tað er Betlehem.
- 20Jákup reisti minnisvarða á grøv hennara; tað er gravsteinurin yvir Rakul – hann stendur har enn í dag.
- 21So fór Ísrael avstað haðani og reisti tjald sítt hinumegin Migdal-Eder.
- 22Meðan Ísrael búði á hesum leiðum, fór Ruben og lá hjá Bilhu, hjákonu faðirs síns; og Ísrael fekk tað at hoyra. Synir Jákups vóru 12 í tali;
- 23Lea átti hesar: Ruben, hin frumborna Jákups, Símeon, Levi, Juda, Issakar og Zebulon.
- 24Rakul átti hesar: Jósef og Benjamin.
- 25Bilha, trælkvinnan hjá Rakul, átti hesar: Dan og Naftali.
- 26Zilpa, trælkvinnan hjá Leu, átti hesar: Gad og Aser. Hetta vóru synir Jákups, sum hann fekk í Paddan-Áram.
- 27Og Jákup kom til Ísak, faðir sín, í Mamre við Kirjat-Arba, tað er Hebron, har sum Ábraham og Ísakur høvdu búð sum fremmandir.
- 28Dagar Ísaks vóru 180 ár;
- 29so andaðist Ísakur; hann doyði og varð savnaður til fedrar sínar, gamal og mettur av døgum. Synir hansara, Esau og Jákup, jarðaðu hann.