Les bíbliuna
Fimta Mósebók
- 1Síðani fór Móses av Móabsheiðum niðan á Nebofjall, á Pisgatind, beint yvir av Jeriko; og HARRIN læt hann síggja alt landið: Gilead líka til Dan,
- 2alt land Naftali, Efra’ims og Manasse, alt land Juda líka at havinum fyri vestan,
- 3Suðurlandið og Jordanslættan, dalin við Jeriko – Pálmastaðin – líka at Zoar.
- 4Og HARRIN segði við hann: „Hetta er landið, ið Eg við eiði havi lovað Ábrahami, Ísaki og Jákupi, táið Eg segði: „Avkomi tínum skal Eg geva tað!“ Nú havi Eg latið teg síggja tað við egnum eygum, men tú skalt ikki koma inn í tað!“
- 5So doyði Móses, tænari HARRANS, har í Móabslandi – sum HARRIN hevði sagt.
- 6Hann jarðaði hann í dalinum í Móabslandi, beint yvir av Bet-Peor, og til henda dag veit eingin, hvar grøv hansara er.
- 7Móses var 120 ár, táið hann doyði; sjón hansara var ikki viknað, og lívsmegi hansara var ikki svunnin.
- 8Ísraelsmenn grótu um Móses á Móabsheiðum í tríati dagar; so vóru grátidagarnir at enda, sorgin eftir Móses.
- 9Josva, sonur Nun, var fyltur við vísdómsanda, tí Móses hevði lagt hendurnar á hann; og Ísraelsmenn aktaðu hann og gjørdu, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
- 10Men ikki stóð aftur upp í Ísrael nakar profetur sum Móses, hann, ið HARRIN umgekst andlit til andlit
- 11– táið hugsað verður um øll tekinini og undrini, ið HARRIN hevði sent hann at gera í Egyptalandi við Farao og allar tænarar hansara og alt land hansara,
- 12og um allan hin veldiga mátt, ið Móses vísti, og øll hini stóru, ræðuligu verk, ið hann gjørdi fyri eygum als Ísraels.