Les bíbliuna
Fimta Mósebók
- 1Hetta er signingin, ið gudsmaðurin Móses signaði Ísrael við, áðrenn hann doyði.
- 2Hann segði: „HARRIN kom av Sinai og rann upp fyri teimum á Se’ir; Hann læt ljós Sítt skína av Paransfjøllum og kom frá heilagum tíggjutúsundum; við høgru hond Hansara logaði eldur ímóti teimum.
- 3Ja, Hann elskar fólk Sítt, øll hini heilagu Hansara eru í hondum Hansara; tey seta seg við fót Tín og taka við orðum frá Tær.
- 4Lóg gav Móses okkum, arvalut samkomu Jákups.
- 5Og Hann* varð Kongur í Jesurun, táið høvdingar fólksins komu saman, ættir Ísraels, allar samlar.
- 6Livi Ruben og doyggi ikki! Men menn hansara skulu verða fáir í tali.“
- 7Hetta segði hann um Juda: „Hoyr bønir Juda, HARRI, og leið hann aftur til fólk hansara! Við hondum sínum berjist hann fyri tað – ver Tú honum hjálp móti fíggindum hansara!“
- 8Um Levi segði hann: „Tummim og Urim tíni hoyra gudsóttandi manni tínum til, honum, ið tú freistaði við Massa, og sum tú við Meribavatn kjakaðist við –
- 9honum, ið segði um faðir sín og móður sína: „Eg síggi tey ikki!“ og sum ikki kendist við brøður sínar og ikki visti av børnum sínum, av tí at hann helt orð Títt og helt fast við sáttmála Tín.
- 10Hann skal læra Jákup boð Tíni og Ísrael lóg Tína; hann skal bera fram roykilsi fyri andlit Títt og heiloffur á altar Títt.
- 11Signa styrki hansara, HARRI, og lat handaverk hansara líka Tær! Sora lendar óvina hansara, teirra, ið hata hann, so teir fáa ikki reist seg aftur!“
- 12Um Benjamin segði hann: „Hin elskaði HARRANS er hann; tryggur býr hann hjá Honum; allan dagin heldur Hann hond Sína yvir honum, hann hvílir millum herðar Hansara!“
- 13Um Jósef segði hann: „Signað av HARRANUM veri land hansara, við dýrastu gávum himmalsins, við døgg og við vatni úr djúpinum, ið niðanfyri hvílir,
- 14við hinum dýrasta av tí, ið sólin framleiðir, og við hinum dýrasta av tí, ið mánaskiftini fáa at spretta,
- 15við tí besta á hinum eldgomlu fjøllum og tí dýrasta á hinum ævigu heyggjum,
- 16við hinum dýrasta á jørðini og tí, ið hana fyllir, og við náði Hansara, sum búði í tornarunninum – tað komi yvir høvur Jósefs, yvir hviril hansara, sum er høvdingi millum brøður sínar!
- 17Prúður er frumborni tarvur hansara, og horn hansara eru sum horn villtarvsins; við teimum stangar hann niður øll fólkini, líka at endum jarðarinnar. Soleiðis eru tíggjutúsund Efra’ims, soleiðis eru túsund Manasse!“
- 18Um Zebulon segði hann: „Gleð teg, Zebulon, táið tú fert út, og tú, Issakar, í tjøldum tínum!
- 19Fólkasløgum bjóða teir til fjall sítt; har ofra teir rættferðaroffur; tí yvirflóð havsins og hinar loyndu skattir sandsins súgva teir í seg.“
- 20Um Gad segði hann: „Lovaður veri Hann, sum veitir Gad landrúmd! Hann liggur og lúrir sum honleyva, og hann skræðir sundur bæði arm og hviril.
- 21Hann valdi sær fyrsta lutin; tí har er parturin goymdur, sum lóggevarin hevur ætlað honum; og so helt hann avstað á odda hjá fólkinum. Tað, ið rætt var fyri HARRANUM, tað, ið Hann hevði gjørt av, tað gjørdi hann saman við Ísrael.“
- 22Um Dan segði hann: „Dan er leyvuungi, sum kemur leypandi úr Basan.“
- 23Um Naftali segði hann: „Naftali er mettur av náði og fullur av signing HARRANS – tak tú sjógvin og Suðurlandið í ogn!“
- 24Um Aser segði hann: „Signaður fram um synir veri Aser! Hann veri hin elskaði millum brøður sínar og drepi fót sín í olju!
- 25Av jarni og kopari veri sláir tínar, og sum dagar tínir eru, so skal styrki tín vera!
- 26Eingin er Gudi líkur, Jesurun! Hann heldur fram yvir himmalin, tær til hjálpar, yvir skýggini í stórleika Sínum!
- 27Bústaður er hin ævigi Gud, og her niðri eru hinir ævigu armar. Fíggindan rekur Hann burt fyri tær og sigur: „Forkom teimum!“
- 28Og Ísrael býr trygt fyri seg sjálvan, eyga Jákups er vent móti landi við korni og víni, ja, himmal hansara letur døggina dryppa!
- 29Sælur ert tú, Ísrael! Hvør er sum tú, eitt fólk, ið hevur frelsu sína í HARRANUM, Hann, sum er hjálparskjøldur tín og heiðurríka svørð títt! Fíggindar tínir sleiska fyri tær, og tú treður fram á hæddum teirra!“

