Les bíbliuna

Fimta Mósebók

  • 1„Hoyrir tú nú rødd HARRANS Guds tíns, so tú aktar væl eftir at halda øll boð Hansara, sum eg í dag gevi tær, so skal HARRIN Gud tín seta teg hægri enn øll onnur fólk á jørðini;
  • 2allar hesar signingar skulu koma yvir teg og náa tær, so satt sum tú hoyrir rødd HARRANS Guds tíns:
  • 3Signaður skalt tú vera í staðnum, og signaður skalt tú vera á markini.
  • 4Signað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni og fæi tínum, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
  • 5Signað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
  • 6Signaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og signaður skalt tú vera, táið tú fert út.
  • 7Táið fíggindar tínir reisa seg móti tær, skal HARRIN lata teir verða við undirlutan; ein veg skulu teir koma ímóti tær, men í sjey ættir skulu teir flýggja undan tær.
  • 8HARRIN skal geva signingini boð um at vera hjá tær í løðum tínum og at fylgja tær í øllum, sum tú fert undir at gera; Hann skal signa teg í landinum, ið HARRIN Gud tín gevur tær.
  • 9HARRIN skal gera teg til eitt fólk, ið er Honum halgað – sum Hann við eiði hevur lovað tær – so satt sum tú heldur boð HARRANS Guds tíns og gongur leiðir Hansara.
  • 10Øll fólk á jørðini skulu síggja, at tú ert kallað eftir navni HARRANS, og tey skulu ræðast teg.
  • 11HARRIN skal geva tær yvirflóð av øllum, ið gott er, bæði av lívsfrukt tíni og av fruktini av fæi tínum og av jørð tíni, í landinum, sum HARRIN við eiði lovaði fedrum tínum at geva tær.
  • 12HARRIN skal lata upp fyri tær ríku goymslu Sína – himmalin – og geva landi tínum regn í rættari tíð og signa alt, ið tú fert undir at gera; tú skalt læna mongum tjóðum, men sjálvur skalt tú ongum noyðast at læna frá.
  • 13HARRIN skal gera teg til høvd og ikki til hala; tú skalt altíð vera omaná og ikki liggja undir – so satt sum tú hoyrir boð HARRANS Guds tíns, sum eg í dag áleggi tær, og leggur tær eina við at halda tey,
  • 14og so satt sum tú víkur ikki frá einum av orðunum, ið eg í dag leggi fyri tykkum – hvørki til høgru ella vinstru – so tú heldur teg til aðrar gudar og dýrkar teir.
  • 15Men hoyrir tú ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú leggur tær eina við at gera eftir øllum boðum og lógum Hansara, sum eg í dag gevi tær, tá skulu øll hesi bann koma yvir teg og náa tær:
  • 16Bannaður skalt tú vera í staðnum, og bannaður skalt tú vera á markini.
  • 17Bannað skal kurv tín vera, og deigtrog títt.
  • 18Bannað skal lívsfrukt tín vera, og fruktin av jørð tíni, tað, ið kýr tínar kálva, og tað, ið smáfæ títt lembir.
  • 19Bannaður skalt tú vera, táið tú kemur inn, og bannaður skalt tú vera, táið tú fert út.
  • 20HARRIN skal senda yvir teg bann, ræðslu og straff í øllum, sum tú rættir út hondina til og fert undir at gera, inntil endi er á tær, og tú brádliga gongur til grundar aftur fyri illgerðir tínar, at tú vendi Mær bakið.
  • 21HARRIN skal lata pestina hanga uppi í tær, inntil Hann hevur oytt teg úr landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
  • 22HARRIN skal sláa teg við tærandi sjúku og brennandi sótt, við fepri og svullum, við turki, kornbrenning og gulnan, og hetta skal fylgja tær, inntil endi er á tær.
  • 23Himmalin yvir høvdi tínum skal verða sum kopar, og jørðin undir tær sum jarn.
  • 24HARRIN skal lata dust og sand vera regnið, ið land títt fær; tað skal koma av himli niður yvir teg, inntil tú ert týndur.
  • 25HARRIN skal lata teg lúta fyri fíggindum tínum; ein veg skalt tú fara ímóti teimum, men í sjey ættir skalt tú flýggja undan teimum, og tú skalt verða øllum ríkjum á jørðini ræða.
  • 26Deyðu kroppar tínir skulu verða føði hjá øllum fuglum himmalsins og hjá dýrum jarðarinnar; og eingin skal styggja tey burtur.
  • 27HARRIN skal sláa teg við svullum Egyptalands, við bruna, skrubbi og útbroti, so tú skalt ikki kunna grøðast.
  • 28HARRIN skal sláa teg við vitloysi, blindleika og ørviti.
  • 29Um alljósan dag skalt tú trilva, sum hin blindi trilvar í myrkri; tú skalt onga eydnu hava á leiðum tínum; tú skalt einki verða uttan kúgaður og rændur alla tíð tína, og eingin skal vera, sum hjálpir tær.
  • 30Tú skalt trúlova teg við kvinnu, men ein annar skal liggja hjá henni; tú skalt byggja tær hús, men ikki koma at búgva í teimum; tú skalt planta tær víngarð, men ikki heysta ávøkst hansara.
  • 31Neyt tíni skulu verða dripin fyri eygum tínum, men tú skalt ikki fáa at smakka burturav; esil títt skal verða rænt, meðan tú hyggur at, og tú skalt ikki fáa tað aftur; smáfæ títt skal verða givið fíggindum tínum, og eingin skal hjálpa tær.
  • 32Synir tínir og døtur tínar skulu verða givin fremmandari tjóð í hendur; tú skalt síggja tað við egnum eygum og tærast burtur av longsli eftir teimum allan dagin – men tú skalt einki fáa gjørt við tað.
  • 33Fruktin av jørð tíni og av øllum arbeiði tínum skal verða etin upp av tjóð, ið tú kennir ikki; tú skalt eina verða kúgaður og illa viðfarin alla tíð tína.
  • 34Tú skalt verða vitleysur av øllum, ið tú noyðist at síggja.
  • 35HARRIN skal sláa teg við óndum svullum á knøunum og leggjunum, so tú skalt ikki kunna grøðast, ja, líka frá iljum til hviril.
  • 36HARRIN skal leiða teg og kong tín, sum tú setur yvir teg, burtur til tjóð, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, og har skalt tú dýrka aðrar gudar – træ og stein.
  • 37Tú skalt verða til ræðu, orðtak og spott millum øll tey fólk, ið HARRIN leiðir teg til.
  • 38Nógvum sáði skalt tú fara við út á markina – men lítið skalt tú heysta; grashoppur skulu eta tað upp.
  • 39Víngarðar skalt tú planta og dýrka – men vín skalt tú hvørki fáa at drekka ella at goyma; tí maðkur skal gera enda á øllum.
  • 40Oljutrø skalt tú hava allastaðni í landi tínum – men ikki skalt tú salva teg við olju; tí oljuber tíni skulu detta av.
  • 41Synir og døtur skalt tú fáa – men tú skalt ikki sleppa at hava tey; tí tey skulu verða førd burtur, hertikin.
  • 42Øll trø tíni og grøðina av jørð tíni skulu grashoppurnar leggja undir seg.
  • 43Útlendingurin, ið hjá tær býr, skal stíga upp um teg, hægri og hægri, men tú skalt søkka djúpari og djúpari.
  • 44Hann skal læna tær, men tú skalt ikki læna honum; hann skal vera høvd, og tú skalt vera hali.
  • 45Øll hesi bann skulu koma yvir teg og liggja eftir tær og náa tær, inntil endi er á tær – aftur fyri at tú hoyrdi ikki rødd HARRANS Guds tíns, so tú heltst boð og lógir Hansara, sum Hann gav tær;
  • 46tey skulu til ævigar tíðir hanga uppi í tær og avkomi tínum sum tekin og undur.
  • 47Aftur fyri at tú tænti ikki HARRANUM Gudi tínum við gleði og av hjartans lysti, meðan tú hevði yvirflóð av øllum,
  • 48so skalt tú sleppa at tæna fíggindum tínum, sum HARRIN skal senda ímóti tær, í hungri og tosta, nakin og saknandi alt; Hann skal leggja jarnok á háls tín, inntil Hann hevur gjørt enda á tær.
  • 49HARRIN skal stevna ímóti tær eini tjóð langt burtur frá, frá enda jarðarinnar, eini tjóð, ið kemur flúgvandi sum ørn, eini tjóð, hvørjar tungumál tú skilir ikki;
  • 50eini tjóð við hørðum andliti – hvørki vísir hon teimum gomlu virðing ella teimum ungu miskunn.
  • 51Hon skal eta upp fruktina av fæi tínum og fruktina av jørð tíni, inntil endi er á tær; hon skal hvørki lata korn, vín ella olju verða eftir hjá tær, hvørki tað, ið kýr tínar kálva, ella tað, ið smáfæ títt lembir – inntil hon hevur forkomið tær.
  • 52Hon skal kringseta teg í øllum býum tínum, inntil teir høgu, sterku múrar tínir, sum tú lítur á, falla í øllum landi tínum, sum HARRIN Gud tín hevur givið tær.
  • 53Tá skalt tú eta lívsfrukt tína, kjøtið av sonum og døtrum tínum, sum HARRIN Gud tín hevur givið tær; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum.
  • 54Tann av monnum tínum, sum fínastur og mest vandin er, skal hyggja við óndum eygum á bróður sín, konuna í favni sínum og børnini, ið hann enn hevur eftir,
  • 55og ongum av teimum unna bita burtur av kjøti barna sína, sum hann etur, av tí at hann hevur einki annað eftir; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum.
  • 56Tann av kvinnum tínum, sum fínast og mest vandin er – hon, ið aldri beyð til at stíga fótin á jørðina, so vandin og fín er hon – skal hyggja við óndum eygum á mannin í favni sínum og son sín og dóttur sína,
  • 57og ikki unna teimum eftirburðin, ið frá henni gongur, ella børnini, ið hon eigur; tí við tað at henni fattast alt, etur hon tey sjálv í loynd; í slíka neyð og trongd skalt tú koma av fíggindum tínum í øllum býum tínum.
  • 58Aktar tú ikki eftir at halda øll orðini í hesi lóg, tey, sum í hesi bók standa skrivað, og óttast tú ikki hetta dýra og ræðuliga navn: HARRIN Gud tín,
  • 59so skal HARRIN senda óhoyrdar plágur á teg og avkom títt, svárar, áhaldandi plágur og óndar, áhaldandi sjúkur;
  • 60Hann skal lata allar sjúkur Egyptalands, sum tú ræðist, koma á teg, og tær skulu hanga uppi í tær;
  • 61ja, og allar aðrar sjúkur og plágur, sum einki stendur skrivað um í hesi lógbók, skal HARRIN lata koma á teg, inntil endi er á tær.
  • 62Bert lítil flokkur skal verða eftir av tykkum, tit, ið vóru so mong í tali sum stjørnurnar á himli – afturfyri at tú hoyrdi ikki rødd HARRANS Guds tíns.
  • 63Og eins og HARRIN fyrr hevði gleði av at gera væl við tykkum og lata tykkum nørast, so skal HARRIN nú hava gleði av at forkoma og týna tykkum; tit skulu verða rikin burtur úr landinum, sum tú kemur inn í og skalt taka í ogn.
  • 64HARRIN skal spjaða teg millum øll fólkasløgini, frá øðrum enda jarðarinnar at øðrum, og har skalt tú dýrka aðrar gudar, sum hvørki tú ella fedrar tínir hava kent, træ og stein.
  • 65Millum hesi fólk skalt tú ongan frið hava, og fótur tín skal onga hvíld finna; tí HARRIN skal har geva tær skelvandi hjarta, eygu, ið tærast burtur, og sál, sum ørmaktast.
  • 66Lív títt skal tykjast tær at hanga í einum hári; tú skalt vera í angist bæði dag og nátt og aldri vera ekkaleysur um lív títt.
  • 67Um morgunin skalt tú siga: „Eg vildi, at kvøldið var komið!“ og um kvøldið: „Eg vildi, at morgunin var komin!“ – Slíka angist skalt tú kenna í hjartanum, og so ræðuligt verður tað, ið tú sært fyri eygum tínum.
  • 68HARRIN skal á skipum flyta teg aftur til Egyptalands – ta leiðina, ið Eg lovaði tær, at tú aldri skuldi fáa at síggja aftur; har skulu tit verða boðin fíggindum tykkara til keyps sum trælir og trælkvinnur, men eingin skal vilja keypa tykkum.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian