Les bíbliuna
Fimta Mósebók
- 1Síðani góvu Móses og hinir elstu í Ísrael fólkinum hetta boð: „Aktið eftir øllum boðunum, sum eg í dag áleggi tykkum!
- 2Táið tit eru komin um Jordan, inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, skalt tú reisa tær stórar steinar og hvítta teir við kálki.
- 3Á teir skalt tú, táið tú ert yvirum komin, skriva øll orðini í hesi lóg, so tú kanst koma inn í landið, sum HARRIN Gud tín gevur tær, eitt land, ið flýtur í mjólk og hunangi – soleiðis sum HARRIN Gud fedra tína hevur lovað tær.
- 4Við tað sama sum tit eru komin um Jordan, skulu tit á Ebalsfjalli reisa hesar steinar, sum eg í dag gevi tykkum boð um, og tú skalt hvítta teir við kálki.
- 5Tú skalt har reisa HARRANUM Gudi tínum altar, altar av gróti, sum tú ikki mást seta nakað jarnamboð á;
- 6av óhøgdum gróti skalt tú gera altar HARRANS Guds tíns, og tú skalt ofra HARRANUM Gudi tínum brennioffur á tí;
- 7og tú skalt ofra takkoffur og halda máltíð har og vera glaður fyri ásjón HARRANS Guds tíns.
- 8Á steinarnar skalt tú greitt og skilliga skriva øll orðini í hesi lóg.“
- 9Síðani talaðu Móses og hinir levitisku prestar við alt Ísrael og søgdu: „Ver stilt og hoyr, Ísrael! Í dag ert tú vorðið fólk HARRANS Guds tíns.
- 10Hoyr tí rødd HARRANS Guds tíns og halt boð og lógir Hansara, sum eg í dag gevi tær!“
- 11Sama dag gav Móses fólkinum hetta boð:
- 12„Táið tit eru komin um Jordan, skulu hesir standa á Garizimsfjalli og signa fólkið: Símeon, Levi, Juda, Issakar, Jósef og Benjamin.
- 13Og hesir skulu standa á Ebalsfjalli og lýsa bann: Ruben, Gad, Aser, Zebulon, Dan og Naftali.
- 14Levitarnir skulu taka til orða og siga hart við hvønn mann í Ísrael:
- 15„Bannaður veri tann maður, ið ger útskorna ella stoypta mynd, HARRANUM andstygd – handaverk smiðs – og reisir tað í loynd!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 16„Bannaður veri tann, ið vanvirðir faðir sín ella móður sína!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 17„Bannaður veri tann, ið flytur mark næsta síns!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 18„Bannaður veri tann, ið leiðir blindan av rættari leið!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 19„Bannaður veri tann, ið boyggir rætt hins fremmanda, hins faðirleysa og einkjunnar!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 20„Bannaður veri tann, ið liggur hjá konu faðirs síns, tí hann hevur lyft teppi faðirs síns!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 21„Bannaður veri tann, ið hevur við nakað kríatúr at gera!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 22„Bannaður veri tann, ið liggur hjá systur síni, dóttur faðir sín ella móður sína!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 23„Bannaður veri tann, ið liggur hjá vermóður síni!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 24„Bannaður veri tann, sum í loynd drepur næsta sín!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 25„Bannaður veri tann, ið letur seg keypa til at drepa ein sakleysan og úthella blóð hansara!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!“
- 26„Bannaður veri tann, ið heldur ikki orðini í hesi lóg og ger eftir teimum!“ Og alt fólkið skal svara: „Amen!““