Les bíbliuna
Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus
- 1Tí boyggi eg knø míni, eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkum, tit heidningar –
- 2um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri náði Guds, ið mær er givin til tykkara,
- 3at við opinbering varð loyndarmálið mær kunngjørt, soleiðis sum eg frammanundan stutt havi skrivað.
- 4Av tí kunnu tit, táið tit lesa tað, skilja kunnskap mín um loyndarmál Kristusar,
- 5sum í farnum ættarliðum ikki varð menniskjabørnunum kunngjørt, soleiðis sum tað nú við Andanum er opinberað heilagu ápostlum og profetum Hansara:
- 6At heidningarnir við eru arvingar, hoyra við til likamið og eiga part við í lyftinum í Kristi Jesusi við evangeliinum.
- 7Tænari tess eri eg vorðin eftir teirri náðigávu Guds, ið mær er givin við veldiga mátti Hansara.
- 8Mær, sum alraminst havi at týða av øllum heilagum, varð henda náði givin, at kunngera heidningunum evangeliið um órannsakiliga ríkdóm Kristusar
- 9og at upplýsa øll um, hvussu húshaldið er við loyndarmálinum, ið frá ævigum tíðum hevur verið fjalt í Gudi, sum alt hevur skapt
- 10– fyri at margfaldi vísdómur Guds nú við samkomuni skuldi verða kunngjørdur tignunum og valdunum í Himli.
- 11Hetta er æviga fyriætlan Guds, sum Hann fullførdi í Kristi Jesusi, Harra okkara.
- 12Í Honum hava vit dirvi og atgongd við áliti – við trúnni á Hann.
- 13Tí biði eg tykkum um ikki at missa mótið av líðingum mínum fyri tykkum – tær eru jú heiður tykkara!
- 14Tí er tað, eg boyggi knø míni fyri Faðirinum
- 15– frá Honum hevur alt, sum faðir eitur, í Himli og á jørð, navn sítt –
- 16at Hann eftir ríkidømi dýrdar Sínar skal geva tykkum, at tit við Anda Hansara styrkjast við kraft í innvortis menniskja tykkara,
- 17at Kristus við trúnni skal búgva í hjørtum tykkara,
- 18so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heilagu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er,
- 19og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap – fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds.
- 20Men Honum, sum mentur er at gera meir enn alt, langt út um tað, ið vit biðja ella skilja, eftir kraftini, sum í okkum virkar
- 21– Honum veri dýrd í samkomuni og í Kristi Jesusi, gjøgnum allar tíðir, í aldur og allar ævir! Amen.