Les bíbliuna

Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus

  • 1Paulus, við vilja Guds ápostul Krists Jesu – til hini heilagu í Efesus, tey, sum trúgva á Kristus Jesus.
  • 2Náði veri við tykkum og friður, frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
  • 3Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing í hinum himmalska í Kristusi,
  • 4eins og Hann útvaldi okkum í Honum, áðrenn heimurin varð grundaður, at vera heilag og ólastandi fyri ásjón Síni!
  • 5Tí í kærleika tilskilaði Hann okkum frammanundan at fáa sonakor hjá Sær við Jesusi Kristi, eftir fría ráði vilja Síns
  • 6– náðidýrd Síni til prís, sum Hann fagnaði okkum við í hinum elskaða.
  • 7Í Honum hava vit endurloysingina við blóði Hansara, fyrigeving syndanna – eftir náðiríkidømi Hansara,
  • 8sum Hann ríkliga læt koma yvir okkum í øllum vísdómi og viti,
  • 9táið Hann kunngjørdi okkum loyndarmál vilja Síns – eftir fría ráði Sínum, sum Hann hevði tikið hjá Sær sjálvum
  • 10– um húshald í fylling tíðanna: At Hann aftur skuldi savna alt til eitt í Kristusi, tað, sum í Himlunum er, og tað, sum á jørðini er.
  • 11Í Honum hava vit eisini fingið arvalut, vit, ið frammanundan vóru ætlað til tað, eftir tí, ið Hann hevði sett Sær fyri, sum virkar alt eftir ráði vilja Síns
  • 12– fyri at vit skuldu vera dýrd Hansara til prís, vit, sum frammanundan høvdu sett vón okkara til Kristus.
  • 13Í Honum hava eisini tit, táið tit hoyrdu orð sannleikans, evangeliið um frelsu tykkara, ja, í Honum hava eisini tit, táið tit vóru komin til trúgv, fingið til innsigli Heilaga Andan, sum lovaður var,
  • 14Hann, sum er panturin um arv okkara – at ognarfólk Hansara skal verða endurloyst, dýrd Hansara til prís.
  • 15Síðani eg fekk at hoyra um trúgv tykkara á Harran Jesus og kærleika tykkara til øll hini heilagu,
  • 16havi eg tí ikki hildið uppat at takka fyri tykkum, táið eg minnist tykkum í bønum mínum,
  • 17at Gud Harra okkara Jesu Krists, Faðir dýrdarinnar, skal geva tykkum Anda vísdóms og opinberingar til kunnskap um Seg
  • 18og upplýsa eygu hjarta tykkara til at skilja vónina, ið Hann hevur kallað tykkum til, hvussu ríkur í dýrd arvur Hansara er millum hini heilagu,
  • 19og hvussu ómetaliga stór kraft Hansara er á okkum, sum trúgva – soleiðis sum veldiga styrki Hansara virkar,
  • 20sum Hann vísti í Kristusi, táið Hann reisti Hann upp frá hinum deyðu og setti Hann við høgru hond Sína í Himli,
  • 21høgt yvir alla tign, allan myndugleika, alt vald og harradømi og hvørt navn, ið nevnt verður, ikki bert í hesi verøld, men eisini í hini komandi.
  • 22Alt legði Hann undir føtur Hansara og gav samkomuni Hann sum høvd yvir øllum,
  • 23henni, sum er likam Hansara, fylt av Honum, ið fyllir alt í øllum.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian