Les bíbliuna

Bræv Paulusar til samkomuna í Efesus

  • 1Eisini tykkum hevur Hann gjørt livandi, tykkum, sum deyð vóru í misbrotum og syndum tykkara,
  • 2sum tit áður livdu í eftir tíðarandanum í hesum heimi, eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, andanum, sum nú virkar í børnum ólýdnisins.
  • 3Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru børn vreiðinnar, eins og hini.
  • 4Men Gud, sum ríkur er í miskunn, hevur, fyri mikla kærleika Síns skuld, sum Hann elskaði okkum við,
  • 5eisini táið vit vóru deyð í misbrotum okkara, gjørt okkum livandi við Kristusi – av náði eru tit frelst! –
  • 6og reist okkum upp við Honum og sett okkum við Honum í hin himmalska heimin í Kristi Jesusi,
  • 7fyri at Hann í hinum komandi tíðum kundi vísa, hvussu ómetaliga rík náði Hansara er, við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi.
  • 8Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
  • 9ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
  • 10Tí vit eru smíð Hansara, skapt í Kristi Jesusi til góð verk, sum Gud frammanundan hevur lagt til reiðar, at vit skuldu liva í teimum.
  • 11Minnist tí, at tit áður – tit, sum vóru heidningar í holdinum og vórðu kallaðir óumskornir av hini sokallaðu umskering, sum verður gjørd í holdinum við hondini
  • 12– minnist, at tit ta tíðina stóðu uttan fyri Kristus, útistongd frá borgararætti Ísraels og lyftissáttmálunum fremmand, uttan vón og uttan Gud í heiminum!
  • 13Men nú eru í Kristi Jesusi tit, sum áður vóru langt burtur, komin nær við blóði Kristusar.
  • 14Tí Hann er friður okkara, Hann, sum gjørdi eitt av báðum og breyt niður millumgarðin, ið skilti sundur, fíggindskapin,
  • 15táið Hann í holdi Sínum tók burtur boðlógina og fyriskipanir hennara, fyri at Hann í Sær kundi skapa av báðum eitt nýtt menniskja og soleiðis gera frið,
  • 16og fyri at Hann við krossinum kundi í einum likami fáa báðar partar sáttar við Gud, við tað at Hann við honum drap fíggindskapin.
  • 17Hann kom og kunngjørdi tykkum frið, sum langt burtur vóru, og teimum frið, sum nær vóru.
  • 18Tí við Honum hava vit – báðir partar – í einum Anda atgongd til Faðirin.
  • 19Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds,
  • 20tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.
  • 21Í Honum verður allur bygningurin samanbundin og veksur til heilagt tempul í Harranum.
  • 22Í Honum verða eisini tit bygd upp við hinum til bústað Guds í Andanum.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian