Les bíbliuna

Ezekiel

  • 1Nú segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Et tað, ið tú hevur fyri tær her, et hesa bókrullu, og far so og tala til hús Ísraels!“
  • 2Eg læt tá upp munnin, og Hann gav mær rulluna at eta
  • 3og segði við meg: „Menniskjasonur! Metta búk tín og fyll innvøl tín við hesi rullu, ið Eg gevi tær!“ Eg át nú, og í munni mínum var hon søt sum hunangur.
  • 4So segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Far til hús Ísraels og tala til teirra við orðum Mínum!
  • 5Tí tú verður sendur til hús Ísraels, ikki til fólk, ið hevur torskilið mál og hevur ilt við at tosa,
  • 6ikki til mong fólkasløg, ið hava torskilið mál og hava ilt við at tosa, og hvørja orð tú skilir ikki – sanniliga, hevði Eg sent teg til teirra, tey høvdu lurtað eftir tær!
  • 7Men hús Ísraels fer ikki at lurta eftir tær – tí teir lurta ikki eftir Mær! Alt hús Ísraels hevur harðar pannur og forherðað hjørtu.
  • 8Men Eg geri andlit títt hart móti andliti teirra og pannu tína harða móti pannu teirra;
  • 9sum diamant, harðari enn stein, geri Eg pannu tína; tú skalt ikki óttast teir og ikki ræðast fyri andliti teirra; tí ólýðin ætt eru teir.“
  • 10Framvegis segði Hann við meg: „Menniskjasonur! Øll orðini, ið Eg tali til tín, skalt tú taka inn í hjartað og hoyra við oyrunum.
  • 11Far síðani til landsmenn tínar, sum í útlegd eru, og tala til teirra og sig: „So sigur Harrin HARRIN!“ – um teir nú lurta eftir ella ikki.“
  • 12Nú lyfti andin meg upp, og eg hoyrdi aftan fyri meg óføra hart ljóð dynja: „Lovað veri dýrd HARRANS, haðani sum Hann er!“
  • 13somuleiðis ljóðið av veingjum hinna livandi veranna, sum numu hvør við aðra, og ljóðið av hjólunum við lið teirra og dunið av ógvuligum óljóði.
  • 14Andin lyfti mær upp og tók meg, og eg fór avstað, grammur og uppøstur í andanum; og hond HARRANS var sterk yvir mær.
  • 15Eg kom so til teirra, sum vóru í útlegd í Tel-Abib, tey, sum búðu við Kebará – hagar ið tey búðu; og eg sat í sjey dagar har ímillum teirra og stardi fram fyri meg.
  • 16Men táið sjey dagar vóru gingnir, kom orð HARRANS til mín; Hann segði:
  • 17„Menniskjasonur! Eg havi sett teg húsi Ísraels til vaktara, og táið tú hoyrir orð av munni Mínum, skalt tú ávara tey frá Mær.
  • 18Táið Eg sigi við hin gudleysa: „Tú skalt vissuliga doyggja!“ og tú tá ikki ávarar hann, ikki talar og gevur hinum gudleysa ávaring viðvíkjandi gudleysa atburði hansara – fyri at bjarga lívi hansara – skal hann, hesin gudleysi, doyggja fyri misgerð sína – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
  • 19Men táið tú hevur ávarað hin gudleysa, og hann vendir ikki við frá gudloysi sínum og ógudiliga atburði sínum, skal hann doyggja fyri misgerð sína – og tú hevur bjargað sál tíni!
  • 20Og táið ein rættvísur vendir sær frá rættvísi síni og ger órætt, skal Eg leggja snávistein á leið hansara – hann skal doyggja! Táið tú tá ikki hevur ávarað hann, skal hann doyggja í synd síni, og rættvísigerðirnar, ið hann hevur gjørt, skulu ikki verða minstar honum – men blóð hansara skal Eg krevja av hond tíni!
  • 21Men táið tú hevur ávarað hin rættvísa, at hann, hin rættvísi, má ikki synda – og hann ikki syndar, skal hann vissuliga liva, við tað at hann tók við ávaring – og tú hevur bjargað sál tíni!“
  • 22Síðani kom hond HARRANS yvir meg har, og Hann segði við meg: „Reis teg og far oman í dalin! Har skal Eg tala við teg.“
  • 23Eg reistist tá og fór oman í dalin, og har stóð dýrd HARRANS, soleiðis sum eg hevði sæð hana við Kebará. Tá fall eg á andlit mítt.
  • 24Men andin kom í meg og fekk meg aftur á føtur at standa. So talaði Hann við meg og segði: „Far og stong teg inni í húsi tínum!
  • 25Og tú, menniskjasonur! Teir fara at leggja tog á teg og binda teg við teimum, so tú fært ikki gingið út og inn millum teirra.
  • 26Tungu tína skal Eg lata hanga fasta í gómunum, so tú verður málleysur og fært ikki verið teimum revsari. – Tí ólýðin ætt eru tey.
  • 27Men táið Eg tali til tín, skal Eg lata upp munn tín, og tú skalt siga við tey: „So sigur Harrin HARRIN!“ Og so kann tann lurta eftir, sum vil lurta eftir, og tann, ið ikki vil, kann lata vera! – Tí ólýðin ætt eru tey.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian