Les bíbliuna

Ezekiel

  • 1Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
  • 2Menniskjasonur! Profetera móti profetum Ísraels, sum profetera – sig við teir, ið profetera út av sínum egna hjarta: Hoyrið orð HARRANS!
  • 3So sigur Harrin HARRIN: Vei dáraprofetunum, ið ganga eftir sínum egna anda og eftir tí, sum teir ikki hava sæð!
  • 4Sum revar á oydnum støðum eru profetar tínir, Ísrael!
  • 5Tit hava ikki stigið fram í skørðini í múrinum og hava ongan múr reist rundan um hús Ísraels, so tey kundu staðið seg í stríðinum dag HARRANS.
  • 6Sjónir teirra vóru fáfongd, og spádómar teirra lygn, teir, sum siga: „So sigur HARRIN!“ – tóat HARRIN ikki hevur sent teir – og sum vóna, at orð teirra skulu ganga út.
  • 7Eru tað ikki tómar sjónir, tit hava skoðað, og lygispádómar, tit hava borið fram, táið tit siga: „So sigur HARRIN!“ tóat Eg havi ikki talað!
  • 8Tí sigur Harrin HARRIN so: Aftur fyri at tit tala fáfongd og skoða lygn – ja, so skal Eg hitta tykkum! – sigur Harrin HARRIN.
  • 9Hond Mín skal vera móti profetunum, ið skoða fáfongd og spáa lygn; har sum fólk Mítt kemur saman, skulu teir ikki vera; í bókini, sum hús Ísraels er skrivað í, skulu teir ikki standa, og til Ísraelsland skulu teir ikki koma – tit skulu sanna, at Eg eri Harrin HARRIN.
  • 10Aftur fyri – ja, aftur fyri at teir hava leitt fólk Mítt av leið og sagt: „Friður!“ tóat eingin friður er, og táið fólkið laðar vegg, hvítta hann við kálki
  • 11– so sig við teir, hasar, sum hvítta, at hann skal falla! Grovregn kemur, steinar skulu hegla niður, og harðveður skal bresta á.
  • 12Táið tá veggurin er raplaður, fer tá ikki at verða sagt við tykkum: „Hvar er kálkið, ið tit hvíttaðu hann við?“
  • 13Tí sigur Harrin HARRIN so: Ja, Eg skal í bræði Míni lata harðveður bresta á, í vreiði Míni lata grovregn koma og í bræði Míni lata hegla grót, so alt verður lagt í oyði.
  • 14Eg skal bróta niður veggin, ið tit hava hvíttað, og lata hann bólta til jarðar, so at grundvøllur hansara kemur at liggja berur; táið tað* fellur, skulu tit ganga til grundar mitt í tí, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
  • 15Eg skal úthella vreiði Mína yvir veggin og yvir teir, ið hvíttaðu hann, og Eg skal siga við tykkum: Veggurin er ikki til longur, og heldur ikki teir, ið hvíttaðu hann
  • 16– profetar Ísraels, sum profeteraðu um Jerusalem og skoðaðu friðarsjónir, tí til vildar – tóat eingin friður er, sigur Harrin HARRIN.
  • 17Og tú, menniskjasonur! Vend andlitið móti døtrum fólks tíns, sum profetera eftir sínum egna hjarta – profetera móti teimum
  • 18og sig: So sigur Harrin HARRIN: Vei teimum, ið seyma bind til allar handliðir og gera hettur til øll høvd, bæði á stórum og smáum – til at fanga sálir! Sálir fólks Míns fanga tit, og tit halda lívinum í sálum – til egnan vinning!
  • 19Tit vanhalga Meg hjá fólki Mínum fyri nakrar nevar av byggi og fyri nakrar breyðbitar – og drepa soleiðis sálir, ið ikki áttu at doyð, og halda lívinum í sálum, sum ikki eiga at liva, við tað at tit lúgva fyri fólki Mínum – sum er ovfegið at lurta eftir lygn!
  • 20Tí sigur Harrin HARRIN so: Eg skal fáa hendur á bindum tykkara, sum tit fanga sálirnar við eins og fuglar, og Eg skal skræða tey av ørmum tykkara; og sálirnar, ið tit fanga, teimum skal Eg sleppa leysum sum fuglum.
  • 21Eg skal skræða sundur hettur tykkara og frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara; tey skulu ikki longur vera fongur í hondum tykkara – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN!
  • 22Aftur fyri at tit við lygn gera hjarta hins rættvísa mótfallið – tóat Eg ikki vildi volda honum sorg – og styrkja hendur hins gudleysa, so hann ikki vendir við av óndu leið síni og bjargar lívinum,
  • 23skulu tit ikki longur skoða fáfongd ella spáa lygispádómar; nei, Eg skal frelsa fólk Mítt úr hondum tykkara, og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian