Les bíbliuna
Ezekiel
- 1Andin lyfti mær nú upp og flutti meg at Eysturportri hús HARRANS – tí, sum vendir eystureftir. Har fekk eg at síggja 25 menn standa fyri durum portursins, og mitt ímillum teirra Ja’azanja, son Azzur, og Pelatja, son Benaja – sum vóru høvdingar fólksins.
- 2Og Hann segði við meg: „Menniskjasonur! Hetta eru menninir, ið upphugsa órætt og leggja ónd ráð í hesum staði;
- 3tað eru teir, ið siga: „Einki verður at hugsa um at byggja hús* í bræði – hann** er potturin, og vit eru kjøtið.“
- 4Profetera tí móti teimum – profetera, menniskjasonur!“
- 5So fall Andi HARRANS á meg, og Hann segði við meg: „Sig: So sigur HARRIN: So hava tit sagt, tit av húsi Ísraels – hugsanirnar, ið upp koma í anda tykkara, kenni Eg.
- 6Mong eru tey, ið tit hava dripið í hesum staði; tit hava fylt gøtur hansara við dripnum.
- 7Tí sigur Harrin HARRIN so: Tey, sum tit hava dripið og latið liggja mitt í staðnum, eru kjøtið; og hann er potturin; men tit skulu verða beindir burt úr honum.
- 8Tit ræðast svørðið – og svørðið skal Eg lata koma yvir tykkum, sigur Harrin HARRIN.
- 9Eg skal beina tykkum burt úr honum og geva tykkum fremmandum í hendur, og Eg skal halda dóm yvir tykkum.
- 10Fyri svørði skulu tit falla; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum – og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN.
- 11Staðurin skal ikki vera tykkum pottur, og tit skulu ikki vera kjøtið í honum; við landamark Ísraels skal Eg døma tykkum.
- 12Og tit skulu sanna, at Eg eri HARRIN – tit, sum ikki hava gingið eftir boðum Mínum og ikki hava hildið lógir Mínar; nei, tit hava gjørt eftir lóg heidningafólkanna, ið rundan um tykkum búgva.“
- 13Men sum eg profeteraði so, tá doyði Pelatja, sonur Benaja. Tá fall eg á andlit mítt og rópti hart: „Á Harri HARRI! Fert Tú heilt at gera enda á tí, sum eftir er av Ísrael?“
- 14Orð HARRANS kom til mín; Hann segði:
- 15„Menniskjasonur! Brøður tínir – brøður tínir, næstu skyldmenn tínir og alt hús Ísraels – alt fólkið er tað, ið teir, sum í Jerusalem búgva, siga við: „Haldið tykkum langt burtur frá HARRANUM! Okkum er landið givið í ogn.“
- 16Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Ja, Eg havi rikið tey langt burt til heidningafólkini og spjatt tey um londini, og bert stutta tíð varð Eg teimum halgidómur í londunum, sum tey komu til.
- 17Tí skalt tú siga: So sigur Harrin HARRIN: Eg skal savna tykkum saman frá tjóðunum og sanka tykkum upp úr londunum, sum tit eru spjadd í, og Eg skal geva tykkum Ísraelsland.
- 18Og táið tey koma hagar, skulu tey beina burt haðani allar hinar fúlu og viðurstyggiligu avgudar, ið har eru.
- 19Eg skal geva teimum øllum eitt og sama hjarta, og nýggjan Anda skal Eg leggja teimum í bróstið; Eg skal taka burt steinhjartað úr likami teirra og geva teimum kjøthjarta,
- 20so tey ganga eftir boðum Mínum og halda lógir Mínar og gera eftir teimum; so skulu tey vera fólk Mítt, og Eg skal vera Gud teirra.
- 21Men tey, sum lata hjarta sítt ganga eftir fúlu og viðurstyggiligu avgudum sínum, atburð teirra skal Eg lata koma yvir teirra egna høvd – sigur Harrin HARRIN.“
- 22Nú breiddu kerúbarnir út veingirnar, og hjólini fylgdu við; dýrd Ísraels Guds var uppi yvir teimum.
- 23Dýrd HARRANS lyfti sær upp av býnum og varð standandi á fjallinum, ið eystan fyri býin er.
- 24Men mær lyfti andin upp og fór við mær í sjónini – við Anda Guds – til Kaldea, til teirra, sum í útlegd vóru. Síðani fór sjónin, ið eg hevði sæð, upp – burtur frá mær.
- 25Og eg talaði til teirra, sum í útlegd vóru, øll orðini, ið HARRIN hevði opinberað mær.

