Les bíbliuna

Esaias

  • 1HARRIN segði við meg: „Tak tær stóra talvu og skriva á hana við týðiligari skrift: „Skjótur fongur, brátt rán.“
  • 2Og tak Mær álítandi vitni, Uria prest og Zakarias, son Jeberekja.“
  • 3Eg kom profetinnuni nær, og hon varð við barn og átti son. Tá segði HARRIN við meg: „Gev honum navnið Maher-Sjalal Hasj-Bas!*
  • 4Tí áðrenn drongurin dugir at siga „pápi“ og „mamma“, skulu skattir Damaskus og herfongur Samaria verða bornir fram fyri kongin í Assýria.“
  • 5Framvegis segði HARRIN við meg:
  • 6„Aftur fyri at hetta fólk vanvirðir Siloavøtn, ið renna so still, og fagnar Rezin og syni Remalja –
  • 7ja, so skal HARRIN lata koma yvir tey hini stríðu, miklu vøtn Áarinnar* – kongin í Assýria og alla dýrd hansara – hon skal stíga upp um áarbakkarnar allastaðni, fløða yvir hvørja byrging,
  • 8koma skolandi inn í Juda, fløða yvir, breiða seg, so maður stendur undir háls; við útbreiddu veingjum sínum skal hon fylla land Títt, so vítt sum tað er, Immanuel!“
  • 9Leikið bert í, fólkasløg – tit skulu koma at ræðast kortini! Hoyrið, øll tit lond langt burtur, búgvið tykkum til bardaga – tit skulu koma at ræðast kortini!
  • 10Leggið upp ráð – tey skulu gleppa kortini! Talið orð – tey skulu ikki fáa framgongd! Tí – við okkum er Gud!*
  • 11Tí so segði HARRIN við meg, táið hond Hansara tók meg við valdi, og Hann varaði meg, at eg mátti ikki ganga leiðirnar, ið hetta fólk gongur:
  • 12Kallið ikki alt tað heilagt, ið hetta fólk kallar heilagt, óttist ikki tað, ið tað óttast, og ræðist ikki!
  • 13HARRIN Gud herskaranna, Hann skal vera tykkum heilagur, Hann skal vera ótti tykkara, og Hann skal vera ræðsla tykkara.
  • 14Hann skal verða halgidómur, báðum húsum Ísraels snávisteinur og klettur til fall og teimum, sum í Jerusalem búgva, snerra og fella.
  • 15Mong teirra skulu snáva og falla og fáa mein, sita føst í felluni og verða fangað.
  • 16Bind saman vitnisburðin, innsigla orðið í lærisveinum Mínum!
  • 17Eg bíði eftir HARRANUM, Honum, sum nú fjalir ásjón Sína fyri húsi Jákups – til Hansara stendur vón mín.
  • 18Eg og børnini, ið HARRIN hevur givið mær, eru tekin og fyrimyndir í Ísrael frá HARRANUM Gudi herskaranna, sum býr á Zionsfjalli.
  • 19Og táið tey siga við tykkum: „Spyrjið andamanarar og spámenn, teir, ið teska og mutla!“ skulu tit svara: „Skal fólk ikki spyrja Gud sín! Skal ein spyrja hini deyðu fyri hini livandi!“
  • 20– „Til orðið og til vitnisburðin!“ – Siga tey ikki so, hetta fólk, ið ongan morgunroða hevur,
  • 21so skulu tey reika um landið, hart plágað og hungrandi, og táið tey hungra, kemur ilt í tey, og tey banna kongi og Gudi sínum. Tey skulu venda eygunum uppeftir,
  • 22og tey skulu hyggja niður á jørðina – men neyð og myrkur er, ræðsluniða, tey eru rikin út í hina svørtu nátt!
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian