Les bíbliuna

Esaias

  • 1Á teimum døgum ið Akaz, sonur Jótam, sonarsonur Uzzias, var kongur í Juda, fóru Rezin kongur í Sýrlandi og Peka, sonur Remalja, kongurin í Ísrael, móti Jerusalem og ætlaðu at taka staðin; men tað vóru teir ikki mentir.
  • 2Táið nú boð komu til hús Dávids, at Sýrlendingar høvdu givið seg í felag við Efra’im, skalv hjarta hansara og fólks hansara, sum trøini í skóginum skelva fyri vindinum.
  • 3Men HARRIN segði við Esaias: „Farið avstað, tú og sonur tín Sjearjasjub,* og møtið Akazi við enda vatnveitingarinnar úr Ovaru Tjørn, við vegin út á Bleikivøll!
  • 4Og tú skalt siga við hann: „Varða teg og halt teg kvirran, óttast ikki og miss ikki mótið fyri hesum báðum rúkandi brandabrotum, fyri brennandi vreiði Rezins, Sýrlendinga, og sonar Remalja!
  • 5Aftur fyri at Sýrland, Efra’im og sonur Remalja hava lagt saman ónd ráð móti tær og sagt:
  • 6„Vit skulu fara móti Juda og loypa ræðslu á tað, vit skulu leggja tað undir okkum og seta son Tabe’el til kong har!“
  • 7– tí sigur Harrin HARRIN so: Tað skal ikki eydnast, tað skal ikki verða!
  • 8Tí Damaskus er høvd Sýrlands, og Rezin er høvd Damaskus; og um 65 ár skal Efra’im verða lagt í oyði, so tað er ikki tjóð longur.
  • 9Samaria er høvd Efra’ims, og sonur Remalja er høvd Samaria. – Vilja tit ikki trúgva, skulu tit ikki verða standandi.““
  • 10Framvegis segði HARRIN við Akaz:
  • 11„Krev tekin frá HARRANUM Gudi tínum! Tú kanst krevja tað niðanífrá, úr djúpinum, ella omanífrá, av hæddini.“
  • 12Men Akaz svaraði: „Eg krevji einki, eg freisti ikki HARRAN!“
  • 13Tá segði Esaias: „Hoyrið nú, tit av húsi Dávids! Er tað tykkum ikki nóg mikið, at tit troytta menniskju, síðani tit eisini troytta Gud mín!
  • 14Tí skal nú Harrin sjálvur geva tykkum tekin: Moyggj skal verða við barn og eiga son, og hon gevur Honum navnið Immanuel.*
  • 15Rómi og hunangur skal vera føði Hansara, um ta tíðina Hann dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða.
  • 16Tí áðrenn drongurin dugir at vraka hitt illa og velja hitt góða, skal vera fólkatómt í landi konganna beggja, sum tú ræðist so.
  • 17HARRIN skal lata dagar koma yvir teg, yvir fólk títt og yvir hús faðirs tíns, dagar, ið ikki hevur verið maki til, líka síðani Efra’im skilti seg frá Juda: Kongin í Assýria.
  • 18Tann dag skal HARRIN bríksla eftir flugunum longst burtur, við áir Egyptalands, og eftir býflugunum í Assýria;
  • 19tær skulu koma og seta seg allar samlar í hinar oydnu dalar, í gjáirnar og á allar tornarunnar og øll brynnistøð.
  • 20Tann dag skal HARRIN við rakiknívi, sum leigaður er fyri handan Á,* við konginum í Assýria, raka av alt hárið, bæði á høvdinum og á kroppinum, ja, skeggið við skal Hann taka burtur.
  • 21Tann dag skal maður hava kvígu og tvær ær;
  • 22og so nógv skulu tær mjólka, at hann skal liva av róma; tí av róma og hunangi skulu øll tey liva, sum eftir eru í landinum.
  • 23Og tann dag skal so vera, at har sum nú eru 1000 víntrø, 1000 seklar av silvuri verd, skal alt vera berir tornir og tistlar.
  • 24Við píli og boga skal verða farið hagar, tí alt landið skal verða tornir og tistlar.
  • 25Og allar líðirnar, har nú hakkari verður nýttur – eingin skal longur seta fót sín har av ótta fyri tornum og tistlum; tær skulu vera at sleppa neytum á og at verða traðkaðar niður av seyði.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian