Les bíbliuna

Esaias

  • 1Hetta eru sjónirnar, ið Esaias, sonur Amoz, sá um Juda og Jerusalem, á teimum døgum ið Uzzias, Jótam, Akaz og Ezekias vóru kongar í Juda.
  • 2Hoyrið, tit Himlar, lurta, tú jørð! Tí HARRIN talar: Eg havi fostrað børn og føtt tey upp, men tey fullu frá Mær.
  • 3Neytið kennir hann, ið eigur tað, og eslið kennir krubbu harra síns; men Ísrael kennir einki, fólk Mítt skilir einki.
  • 4Vei hini syndafullu tjóð, tí skuldartyngda fólki, hesum avkomi illgerðarmanna, hesum børnum, sum so illa skikka sær! Tey hava svikið HARRAN, hava vanvirt hin Heilaga í Ísrael, hava vent Honum bakið.
  • 5Tola tit fleiri sløg, síðani tit halda áfram í fráfalli! Høvdið er ber sár, hjartað er sjúkt, alt sum tað er;
  • 6frá iljum til hviril er einki heilt – skurðir, kúlur og nýggj sár, sum hvørki eru reinsað ella umbundin ella bloytt við olju!
  • 7Land tykkara er oyðimørk, býir tykkara eru brendir; fremmand eta jørð tykkara fyri eygum tykkara – har er oyðing, sum táið land fellur í fíggindahendur.
  • 8Dóttir Zion er einsamøll eftir, sum skúr í víngarði, vaktarhús í melóngarði, sum kringsettur staður.
  • 9Hevði ikki HARRIN Gud herskaranna unt okkum lítla leivd, so høvdu vit verið sum Sodoma, líkst Gomorra.
  • 10Hoyrið orð HARRANS, sodomahøvdingar tykkara! Lurta eftir opinbering Guds okkara, gomorrafólk títt!
  • 11Hvat skal Eg gera við hesi mongu sláturoffur tykkara! sigur HARRIN; Mær leiðist við veðrabrennioffur og gøðingarkálvafiti, Eg skoyti ikki um blóð tarva, lamba og bukka.
  • 12Táið tit koma at stíga fram fyri ásjón Mína, hvør hevur tá biðið tykkum lata forgarðar Mínar traðka niður!
  • 13Komið ikki uppaftur við tómum matofri – tað er Mær andstyggiligt roykilsi! Sólkomudagar, sabbatar, hátíðarstevnur – Eg vil ikki vita av høgtíð og órætti saman!
  • 14Sólkomudagar og høgtíðir tykkara hatar sál Mín; tey eru vorðin Mær byrði, ið Eg ikki eri mentur at bera.
  • 15Hvussu nógv tit so rætta út hendurnar, lati Eg eyguni aftur fyri tykkum; hvussu nógv tit so biðja, hoyri Eg ikki – tí hendur tykkara eru fullar av blóði!
  • 16Tváið tykkum, reinsið tykkum! Gevið uppat við ónda atburði tykkara fyri eygum Mínum, leggið av at gera ilt!
  • 17Lærið at gera gott, leggið tykkum eftir tí, ið beint er, hjálpið hinum kúgaðu, fáið hinum faðirleysa rætt, flytið mál einkjunnar!
  • 18Komið, latið okkum tala saman um rætt! sigur HARRIN; um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi; um tær so eru reyðar sum purpur, skulu tær verða sum hvít ull.
  • 19Eru tit lagalig og lýðin, skulu tit eta hitt góða í landinum;
  • 20men eru tit ólagalig og ólýðin, skulu tit verða etin upp av svørði – tí muður HARRANS hevur talað!
  • 21– At hon skuldi enda sum skøkja, hin trúfasta borg! Einaferð so full av rætti, rættferðarheim, og nú – manndráparar!
  • 22Silvur títt er vorðið ilska, vín títt er blandað við vatn;
  • 23stýrismenn tínir eru fráfalnir og vinir tjóva; allir elska teir gávur og liggja eftir mutri; ikki hjálpa teir hinum faðirleysa at fáa rætt, og ikki taka teir sær av málevni einkjunnar.
  • 24Tí sigur Harrin, HARRIN Gud herskaranna, hin veldigi Ísraels: Vei! Eg skal svala vreiði Míni á mótstøðumonnum Mínum og hevna Meg á fíggindar Mínar!
  • 25Eg skal venda hond Míni móti tær, reinsa ilskuna úr tær í ovninum og skilja frá alt blýggið.
  • 26Eg skal aftur geva tær slíkar dómarar sum í forðum og slíkar ráðharrar, sum tú einaferð átti, og so skalt tú eita Rættferðarstaður, Trúfestibýur.
  • 27Við rætti skal Zion verða endurloyst, og við rættferð tey, sum umvenda seg har.
  • 28Men undirgangur skal ráma allar illgerðarmenn og syndarar; tey, sum venda sær frá HARRANUM, skulu ganga til grundar.
  • 29Ja, skomm skulu tit fáa av eikitrøunum, ið tit elska; til skammar skulu tit verða av urtagørðunum, ið vóru tykkum so kærir.
  • 30Tí tit skulu verða sum eik við følnaðum bløðum og sum vatnleysur urtagarður.
  • 31Hin sterki skal verða til hálm, og verk hansara til neista; tey skulu brenna tilsamans bæði, og eingin skal sløkkja.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guds orði, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian