Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1Av tí bláa, purpurreyða og skarlaksreyða tónum gjørdu teir embætisklæði til tænastuna í halgidóminum; og teir gjørdu hini heilagu klæðini, ið Áron skuldi hava – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 2Lívkyrtilin gjørdu teir av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.
  • 3Teir slógu gullið út í plátur og kliptu pláturnar sundur í træðrir, so tað í listvevnaði kundi verða vovið inn í tað bláa, purpurreyða og skarlaksreyða tógvið og tað fína línið.
  • 4Akslastykki gjørdu teir til hansara, at festa á hann; tey vóru at festa hann saman við í báðum endum.
  • 5Beltið, ið á honum sat og helt honum saman, var áfast við hann og av sama slags toyi, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 6So gjørdu teir sjóamsteinarnar til og feldu teir inn í samanflættað gull; inn í teir vóru nøvn sona Ísraels skorin, sum innsigli verða útskorin.
  • 7Teir vórðu settir á akslastykki lívkyrtilsins, fyri at teir skuldu gera, at børn Ísraels vórðu minst – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 8Síðani gjørdu teir bringudúkin; í listvevnaði var hann, á sama hátt sum lívkyrtilin, av gulli, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni.
  • 9Hann var fýrhyrntur og lagdur dupultur; eina sponn langur og eina sponn breiður var hann og lagdur dupultur.
  • 10Við fýra røðum av dýrum steinum settu teir hann, kerneol, topas og smaragd í fyrsta raði,
  • 11rubin, safir og kalsedon í øðrum,
  • 12hýasint, agat og ametyst í triðja,
  • 13krýsolit, sjóam og jaspis í fjórða raði; teir sótu feldir inn í samanflættað gull.
  • 14Steinarnir vóru 12 í tali, eftir nøvnum sona Ísraels, ein fyri hvørt navnið; í hvønn steinin varð navnið á einum av teimum 12 ættunum skorið inn eins og í innsigli.
  • 15Til bringudúkin gjørdu teir eisini ketur av reinum gulli, snaraðar, sum teir leggja snøri.
  • 16Síðani flættaðu teir gull saman – í tveimum – og gjørdu tveir gullringar og settu teir hvønn á sítt horn bringudúksins.
  • 17Tær báðar snaraðu gullketurnar festu teir í báðar ringarnar á hornum bringudúksins.
  • 18Hinar báðar endarnar á teimum snaraðu ketunum festu teir í tað samanflættaða gullið á báðum akslastykkjum lívkyrtilsins; frammantil festu teir tær.
  • 19So gjørdu teir tveir aðrar gullringar og settu teir á hini bæði horn bringudúksins, á tann kvarðan, ið inn eftir vendi, inn móti lívkyrtlinum.
  • 20Tveir gullringar enn gjørdu teir og settu teir á tey bæði akslastykki lívkyrtilsins, niðantil fyri framman, har sum hann varð samanfestur, oman fyri belti lívkyrtilsins.
  • 21Ringar bringudúksins bundu teir við bandi av bláum tógvi til ringar lívkyrtilsins, so at bringudúkurin kom at sita oman fyri belti lívkyrtilsins og ikki kundi skiljast frá lívkyrtlinum – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 22Kápuna, ið hoyrdi til lívkyrtilin, gjørdu teir av bláum tógvi, alla sum hon var, vovna.
  • 23Mitt á henni var opilsi til høvdið, og rundan um opilsið bordi – sum opilsið á brynju – fyri at hon skuldi ikki skrædna.
  • 24Runt um fald hennara í neðra settu teir granatepli av tvinnaðum bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi.
  • 25Og teir gjørdu bjøllur av reinum gulli og settu tær rundan um allan faldin á kápuni í neðra, millum granateplini,
  • 26eina bjøllu og so eitt granatepli, uppaftur eina bjøllu og eitt granatepli, og soleiðis á øllum faldinum, rundan um alla kápuna í neðra – at verða nýtta við tænastuna, so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 27Síðani gjørdu teir Áron og sonum hansara vovnar undirkyrtlar av fínum líni,
  • 28húgvuna av fínum líni, embætishúgvurnar av fínum líni, løriftsbuksurnar av fínum, tvinnaðum líni,
  • 29og beltið av fínum, tvinnaðum líni og bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi, vovnum í ymiskum litum – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 30So gjørdu teir plátuna av reinum gulli – hitt heilaga pannuprýðið – og skrivaðu á hana, eins og innsigli verða útskorin: „Halgaður HARRANUM.“
  • 31Og teir festu á hana band av bláum tógvi og settu hana omantil á húgvuna – so sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 32Soleiðis varð nú alt arbeiðið liðugt við tabernaklið, samkomutjaldið; í einum og øllum gjørdu Ísraelsmenn tað so, sum HARRIN hevði álagt Mósesi.
  • 33So bóru teir Mósesi tabernaklið: Tjaldið og alt, ið til hoyrdi, krókarnar, plankarnar, tvørstengurnar, stólparnar og stabbarnar,
  • 34takið av reyðlitaðum veðraskinni og takið av sjókúskinni, forhangið, ið framman fyri ørkina skuldi vera,
  • 35vitnisburðarørkina við stongum hennara, náðistólin,
  • 36borðið við øllum, ið til hoyrdi, sýnisbreyðini,
  • 37ljósastakan av reinum gulli við lampunum, ið á hann skuldu setast, og alt annað, ið til hoyrdi, oljuna til ljósastakan,
  • 38gullaltarið, salvuoljuna, hitt angandi roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins,
  • 39koparaltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrdi, vatnílatið og fót tess,
  • 40umhang forgarðsins, stólparnar og stabbarnar, forhangið fyri portur forgarðsins, togini og hælirnar, alt, ið nýtast skuldi til tænastuna í tabernaklinum, samkomutjaldinum,
  • 41embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heilagu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara.
  • 42Í einum og øllum so sum HARRIN hevði álagt Mósesi, gjørdu Ísraelsmenn alt arbeiðið.
  • 43Og táið Móses hugdi at øllum, ið gjørt var, og sá, at tað var liðugt, at teir á allan hátt høvdu gjørt tað so, sum HARRIN hevði sagt, tá signaði hann teir.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian