Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1Síðani gjørdi hann brennioffuraltarið av akasiuviði, 5 alin langt og 5 alin breitt – fýrhyrnt – og 3 alin høgt.
  • 2Á hvørjum av teimum fýra hornum altarsins gjørdi hann eitt horn, og hesi horn vóru áføst við altarið. Og hann klæddi tað við kopari.
  • 3Alt tað, ið til altarið hoyrdi, gjørdi hann, íløtini, eldspakarnar, offurskálirnar, gaflarnar og eldpannurnar; alt hetta, ið til tað hoyrdi, gjørdi hann av kopari.
  • 4So gjørdi hann kopargrind til altarið, eins og rutt net; hana setti hann undir listan á altarinum, í neðra, so hon rakk hálvan vegin upp á altarið.
  • 5Fýra ringar stoypti hann til tey fýra hornini á kopargrindini at stinga stengurnar í.
  • 6Stengurnar gjørdi hann av akasiuviði og klæddi tær við kopari.
  • 7Og stengurnar stakk hann í ringarnar á síðum altarsins, so tað kundi verða borið á teimum. Hann gjørdi altarið av borðum, opið innan.
  • 8Síðani gjørdi hann vatnílatið við fótinum undir av kopari; til hetta nýtti hann spegl, sum kvinnurnar, ið gjørdu tænastu við dyr samkomutjaldsins, áttu.
  • 9So gjørdi hann forgarðin. Við ta síðuna, ið vendi móti suðri, gjørdi hann umhang forgarðsins av fínum, tvinnaðum líni, 100 alin langt.
  • 10Stólparnir til tað vóru 20, og stabbarnir, ið teir stóðu á, 20, av kopari; men krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri.
  • 11Við norðaru síðu gjørdi hann eisini umhang, 100 alin langt, 20 stólpar til tað og til stólparnar 20 stabbar, av kopari; og krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri.
  • 12Við vestara enda gjørdi hann umhang, sum var 50 alin langt, 10 stólpar til tað og til stólparnar 10 stabbar; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri.
  • 13Við framendan, eystara enda, gjørdi hann eisini umhang, 50 alin langt,
  • 1415 alin øðrumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra,
  • 15og 15 alin hinumegin við trimum stólpum og trimum støbbum til teirra, so tað varð líka báðumegin portur forgarðsins.
  • 16Øll umhang forgarðsins, allan vegin runt, vóru av fínum, tvinnaðum líni.
  • 17Stabbarnir undir stólpunum vóru av kopari; krókarnir á stólpunum og stengurnar til teirra vóru av silvuri, og stólpahøvdini klædd við silvuri. Allir stólpar forgarðsins vóru samanbundnir við silvurstongum.
  • 18Forhangið fyri portur forgarðsins var vovið í ymiskum litum og av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum, tvinnaðum líni; tað var 20 alin langt og 5 alin høgt – so breitt var toyið – eins og umhang forgarðsins.
  • 19Teir fýra stólparnir til tað og teir fýra stabbarnir til teirra vóru av kopari, krókarnir av silvuri; stólpahøvdini vóru klædd við silvuri, og stengurnar vóru av silvuri.
  • 20Allir hælirnir til tabernaklið og forgarðin, allan vegin runt, vóru av kopari.
  • 21Hetta er roknskapurin yvir tað, ið gekk til tabernaklið, vitnisburðartjaldið; tí Móses segði við Levitarnar, at teir skuldu rokna tað út, og Itamar, sonur Áron, prestin, stóð fyri útrokningini.
  • 22Bezalel, sonur Uri, son Hur, av ætt Juda, var hann, ið gjørdi alt tað, ið HARRIN hevði álagt Mósesi;
  • 23til hjálparmann hevði hann Oholiab, son Ahisamak, av ætt Dans, ein mann, ið var kønur at skera út, í listvevnaði og í at veva marglitt toy úr bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni.
  • 24Nú, gullið, ið nýtt varð til arbeiðið, at gera allan halgidómin – gullið, ið givið var sum offur – tað var tilsamans 29 talentir og 730 seklar eftir halgidómsvektini.
  • 25Silvurið, ið teir í samkomuni góvu, sum komu upp í manntalið, var 100 talentir og 1775 seklar eftir halgidómsvektini,
  • 26beka, tað er hálvur sekul, eftir halgidómsvektini fyri hvønn einstakan, ið kom upp í manntalið – frá tjúguáraaldri og uppeftir; teir vóru 603550 mans.
  • 27Tær 100 talentirnar av silvuri gingu til at stoypa stabbarnar til halgidómin og stabbarnar til forhangið – 100 talentir til 100 stabbar, talent til stabban.
  • 28Men teir 1775 seklarnir gingu til at gera krókar á stólparnar, at klæða stólpahøvdini við og til stengurnar at binda teir saman við.
  • 29Koparið, ið givið var sum offur, var 70 talentir og 2400 seklar.
  • 30Av tí gjørdu teir stabbarnar til dyr samkomutjaldsins, koparaltarið við kopargrindini á tí, og alt tað, ið til altarið hoyrdi,
  • 31framvegis stabbarnar til forgarðin, allan vegin runt, stabbarnar til portur forgarðsins, og allar hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, allan vegin runt.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian