Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1Móses kallaði nú saman alla samkomu Ísraelsmanna og segði við tey: „Hetta er tað, ið HARRIN hevur álagt tykkum at gera:
  • 2Seks dagar skal verða arbeitt, men sjeyndi dagurin skal vera tykkum heilagur hvíludagur, háheilagur sabbatur fyri HARRANUM; hvør tann, ið ger nakað arbeiði tann dagin, skal lata lív.
  • 3Sabbatsdagin má eingin av tykkum kyka í húsi sínum.“
  • 4Síðani segði Móses við alla samkomu Ísraelsmanna: „Hetta er tað, ið HARRIN hevur boðið:
  • 5Av tí, ið tit eiga, skulu tit taka HARRANUM gávu. Ein og hvør, ið hevur hjartalag til tað, skal koma við gávuni til HARRAN: Gull, silvur, kopar,
  • 6blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum,
  • 7reyðlitað veðraskinn, skinn av sjókúgv, akasiuvið,
  • 8olju til ljósastakan, kryddurtir til salvuoljuna og roykilsið,
  • 9sjóamsteinar og aðrar dýrar steinar at seta á lívkyrtilin og bringudúkin.
  • 10Allir menn ímillum tykkara, sum hava gott hegni til listarverk, skulu koma at gera alt tað, ið HARRIN hevur givið boð um:
  • 11Tabernaklið við tekjuni og takinum, krókunum, plonkunum, tvørstongunum, stólpunum og støbbunum,
  • 12ørkina við stongunum, náðistólin og forhangið, ið framman fyri hana skal vera,
  • 13borðið við stongunum og øllum tí, ið til hoyrir, og sýnisbreyðini,
  • 14ljósastakan við tí, ið til hoyrir, og lampurnar og oljuna til ljósastakan,
  • 15roykilsisaltarið við stongunum, salvuoljuna og roykilsið, forhangið fyri dyr tabernakulsins,
  • 16brennioffuraltarið við kopargrindini, stongunum og øllum, ið til hoyrir, vatnílatið við fóti tess,
  • 17umhang forgarðsins við stólpunum og støbbunum, forhangið fyri portur forgarðsins,
  • 18hælirnar, bæði til tabernaklið og forgarðin, og togini til teirra,
  • 19embætisklæðini til tænastuna í halgidóminum, hini heilagu klæði Árons prests og prestaklæði sona hansara.“
  • 20So fór øll samkoma Ísraelsmanna avstað aftur frá Mósesi;
  • 21og síðani komu tey, ein og hvør, sum hjartað stýrdi og andin dreiv til tað, tey komu við gávum til HARRAN at gera samkomutjaldið av, til alla tænastuna har og til hini heilagu klæðini.
  • 22Tey komu, bæði menn og kvinnur – ein og hvør, sum hevði hjartalag til tað – við spennum, oyrnaringum, fingraringum og hálspynti, alskyns stási av gulli; hvør og ein, ið vildi ofra HARRANUM gávu av gulli, kom við tí.
  • 23Og ein og hvør, ið átti blátt, purpurreytt og skarlaksreytt tógv, fínt lín, ull av geitum, reyðlitað veðraskinn ella skinn av sjókúgv, kom við tí.
  • 24Ein og hvør, ið vildi lata gávu av silvuri ella kopari, kom við gávu síni til HARRAN. Ein og hvør, ið átti akasiuvið til nakað av tí, ið gerast skuldi, kom við honum.
  • 25Allar kvinnur, ið høvdu gott hegni til listarverk, spunnu við hondum sínum og komu við tí, ið tær høvdu spunnið, bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni.
  • 26Og allar kvinnur, ið høvdu hug til tað og dugdu til tað, spunnu geitaullina.
  • 27Høvdingarnir komu við sjóamsteinum og øðrum dýrum steinum at seta á lívkyrtilin og bringudúkin
  • 28og við kryddurtum og olju til ljósastakan og til salvuoljuna og hitt angandi roykilsið.
  • 29Hvør og ein av Ísraelsmonnum, maður ella kvinna, sum hjartað stýrdi til at geva nakað til hitt stóra verk, ið HARRIN við Mósesi hevði givið boð um at gera, tey komu við tí sum sjálvkravdari gávu til HARRAN.
  • 30Nú segði Móses við Ísraelsmenn: „Síggja tit, HARRIN hevur kallað Bezalel, son Uri, son Hur, av ætt Juda,
  • 31og fylt hann við Anda Guds, við vísdómi, viti og kunnskapi, og við dugnaskapi til alskyns arbeiði,
  • 32at upphugsa listarverk, at arbeiða í gulli, silvuri og kopari,
  • 33at brýna steinarnar, ið inn skulu fellast, og at skera út í træi, skjótt at siga, at útinna alskyns listarverk.
  • 34Eisini hevur Hann givið bæði honum og Oholiab, syni Ahisamak, av ætt Dans, gávur at læra frá sær.
  • 35Hann hevur fylt hjarta teirra við vísdómi at gera alskyns arbeiði við útskering og listveving, at veva toy í ymiskum litum av bláum, purpurreyðum og skarlaksreyðum tógvi og fínum líni, somuleiðis til vanliga veving – skjótt at siga, at útinna alskyns arbeiði og upphugsa listarverk.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian