Les bíbliuna

Onnur Mósebók

  • 1„Framvegis skalt tú gera altar at brenna roykilsi á; av akasiuviði skalt tú gera tað.
  • 2Tað skal vera alin langt og alin breitt, fýrhyrnt, og tvær alin høgt; horn tess skulu vera áføst við tað.
  • 3Tú skalt klæða tað við reinum gulli, bæði omaná og síðurnar, rundanum, og hornini; og tú skalt gera rond av gulli á tað, rundanum.
  • 4So skalt tú gera tveir gullringar til tað og seta teir niðri undir rondini á báðar síðurnar; á síðustykkini bæði skalt tú seta teir; teir skulu vera at stinga stengurnar í, so altarið kann verða borið á teimum.
  • 5Stengurnar skalt tú gera av akasiuviði og klæða tær við gulli.
  • 6Hetta altar skalt tú seta framman fyri forhangið, ið hongur framman fyri vitnisburðarørkina, framman fyri náðistólin, ið er yvir vitnisburðinum, har sum Eg skal opinbera Meg fyri tær.
  • 7Áron skal brenna angandi roykilsi á tí; hvønn morgun, táið hann ger lampurnar í stand, skal hann brenna tað.
  • 8Sama skal hann gera, táið hann um sólsetur setur lampurnar upp; hetta skal vera hitt dagliga roykilsisofrið fyri ásjón HARRANS, mann eftir mann.
  • 9Tit mugu einki fremmant roykilsi ofra á tí, ei heldur brennioffur ella matoffur, og tit mugu ikki hella drykkjuoffur á tað.
  • 10Men eina ferð um árið skal Áron gera bót fyri horn tess; við blóðinum av bótsyndofrinum skulu hann og eftirmenn hansara eina ferð um árið gera bót fyri altarið, mann eftir mann. Tað er háheilagt fyri HARRANUM.“
  • 11Uppaftur talaði HARRIN við Móses og segði:
  • 12„Táið tú tekur manntal av Ísraelsmonnum, skulu allir teir, ið koma í manntalið, geva HARRANUM loysigjald fyri lív sítt, táið teir verða taldir, so eingin vanlukka skal ráma teir, fyri tað at teir verða taldir.
  • 13Ein og hvør, ið kemur í manntalið, skal lata hálvan sekul eftir halgidómsvektini – 20 gerur í seklinum; hesin hálvi sekul er offurgáva til HARRAN.
  • 14Ein og hvør, ið kemur í manntalið – frá tjúguáraaldri og uppeftir – skal lata hesa gávu til HARRAN.
  • 15Hin ríki má ikki geva meir, og hin fátæki ikki minni, enn hálvan sekul, táið tit lata offurgávu HARRANS sum loysigjald fyri lív tykkara.
  • 16Og tú skalt taka við loysigjaldinum frá Ísraelsmonnum og nýta tað til tænastuna við samkomutjaldið; tað skal soleiðis vera til at minna um Ísraelsmenn fyri ásjón HARRANS – til loysigjald fyri lív tykkara.“
  • 17HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði:
  • 18„Tú skalt gera ílat av kopari at vaska sær í, og fótur tess skal vera av kopari; tað skalt tú seta millum samkomutjaldið og altarið og hava vatn í tí.
  • 19Áron og synir hansara skulu vaska sær um hendurnar og føturnar í tí.
  • 20Táið teir fara inn í samkomutjaldið, skulu teir vaska sær í vatni, fyri at teir skulu ikki doyggja, og líkaleiðis táið teir stíga fram at altarinum at gera tænastu og brenna eldoffur fyri HARRANUM.
  • 21Teir skulu vaska sær um hendurnar og føturnar, fyri at teir skulu ikki doyggja; hetta skal vera teimum ævig lóg, honum og avkomi hansara, mann eftir mann.“
  • 22Framvegis talaði HARRIN við Móses og segði:
  • 23„Tak tær kryddurtir, av tí besta, ið er: Av reinasta myrra 500 seklar, av ektaðum kanelbarki hálvt so mikið, 250 seklar, av kalmus av fínasta slagi 250 seklar,
  • 24av kassia 500 seklar eftir halgidómsvektini, og eina hin av olju av oljuberum.
  • 25Av hesum skalt tú gera heilaga salvuolju, kryddsalvu, slíka sum salvublandarar gera hana; heilag salvuolja skal tað vera.
  • 26Við henni skalt tú salva samkomutjaldið, vitnisburðarørkina,
  • 27borðið við øllum tí, ið til hoyrir, ljósastakan við tí, ið til hoyrir, roykilsisaltarið,
  • 28brennioffuraltarið við øllum tí, ið til hoyrir, og vatnílatið við fótinum, ið tað stendur á.
  • 29Soleiðis skalt tú halga tey, so tey verða háheilag; hvør tann, ið nemur við tey, verður heilagur.*
  • 30Á sama hátt skalt tú salva Áron og synir hansara og halga teir at tæna Mær sum prestar.
  • 31Men við Ísraelsmenn skalt tú siga so: „Hetta skal vera heilaga salvuolja Mín hjá tykkum, mann eftir mann.
  • 32Hon má ikki koma á likamið á nøkrum øðrum menniskja, og tit mugu onga aðra salvu gera, blandaða soleiðis sum hana; heilag er hon, heilag skal hon vera tykkum.
  • 33Tann, ið ger slíka salvu, og tann, ið nýtir hana á ein, ið ikki er vígdur, hann skal verða týndur úr fólki sínum.““
  • 34HARRIN talaði framvegis við Móses; Hann segði: „Tak tær roykilsisurtir, staktu, onyksskel og galban, hesi trý sløgini av kryddurtum, og hartil reint virak, líka nógv av hvørjum!
  • 35Av hesum skalt tú gera kryddroykilsi, slíkt sum salvublandarar gera, saltað, reint, heilagt.
  • 36Og nakað av tí skalt tú stoyta fínt og leggja framman fyri vitnisburðin í samkomutjaldinum, har sum Eg skal koma á fund við teg. Háheilagt skal tað vera tykkum.
  • 37Einki annað roykilsi mugu tit gera, blandað soleiðis sum hetta; heilagt fyri HARRANUM skal tað vera tær.
  • 38Tann, ið ger slíkt roykilsi – at njóta angan frá tí – hann skal verða týndur úr fólki sínum.“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian