Les bíbliuna
Sálmarnir
- 1Hví froysa heidningarnir, hví hava fólkasløg fáfongt í huga?
- 2Kongar jarðarinnar reisast, og høvdingar leggja saman ráð móti HARRANUM og móti salvaða Hansara:
- 3„Latið okkum slíta bond Teirra og kasta tog Teirra av okkum!“
- 4– Hann, sum í Himli situr, lær, Harrin spottar teir!
- 5So talar Hann til teirra í vreiði Síni, loypir ræðslu á teir í bræði Síni:
- 6„Eg havi tó sett kong Mín á Zion, heilaga fjall Mítt!“
- 7– „Eg skal siga frá avgerð. HARRIN segði við Meg: „Tú ert sonur Mín, Eg havi føtt Teg í dag!
- 8Bið Meg, so skal Eg geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga;
- 9við jarnstavi skalt Tú sora teir, smildra teir sum leirílat!““
- 10Og nú, tit kongar, verið vísir, latið tykkum siga, tit dómarar á jørðini!
- 11Tænið HARRANUM við ótta, fegnist við bivan!
- 12Kyssið sonin, fyri at Hann skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann!