Les bíbliuna

Sálmarnir

  • 1Songur. Á hátíðarferðunum. Eftir Dávid. Eg varð glaður, táið sagt varð við meg: „Vit skulu fara í hús HARRANS!“
  • 2– So standa tá føtur okkara í portrum tínum, Jerusalem!
  • 3Jerusalem, vælbygdi staður, sum fólkið kemur saman í,
  • 4sum ættirnar fara til, ættir HARRANS, eftir lóg Ísraels, at prísa navni HARRANS!
  • 5Tí har eru settir dómstólar, stólar fyri hús Dávids.
  • 6Biðið frið yvir Jerusalem! Væl gangist teimum, ið elska teg!
  • 7Friður ráði innan fyri múrar tínar, trygd í borgum tínum!
  • 8Fyri at brøðrum og vinum mínum skal gangast væl, ynski eg tær frið.
  • 9Fyri at húsi HARRANS Guds okkara skal gangast væl, søki eg tað, ið tær er gott.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian