Les bíbliuna

Sálmarnir

  • 1Ikki okkum, HARRI, ikki okkum, men navni Tínum gevi Tú heiður fyri náði og trúfesti Tínar skuld!
  • 2Hví skulu heidningarnir siga: „Hvar er nú Gud teirra!“
  • 3Gud okkara, Hann er í Himli, Hann ger alt tað, ið Hann vil.
  • 4Avgudar teirra eru silvur og gull, handaverk manna;
  • 5teir hava munn, men tala ikki, eygu, men síggja ikki;
  • 6teir hava oyru, men hoyra ikki; teir hava nøs, men lukta ikki;
  • 7teir hava hendur, men føla ikki, føtur, men ganga ikki; teir hava einki mál í barkanum.
  • 8Sum teir eru, verða tey, sum gera teir, ein og hvør, ið lítur á teir.
  • 9Ísrael, lít á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.
  • 10Hús Árons, lítið á HARRAN! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.
  • 11Tit, ið óttast HARRAN, lítið á Hann! Ja, Hann er hjálp og skjøldur teirra.
  • 12HARRIN mintist okkum; Hann skal signa, Hann skal signa hús Ísraels, Hann skal signa hús Árons,
  • 13Hann skal signa tey, ið óttast HARRAN, bæði smá og stór.
  • 14HARRIN lati tykkum nørast, tykkum og børn tykkara!
  • 15Signað verði tit av HARRANUM, Honum, sum hevur skapt Himmal og jørð!
  • 16Himmalin er Himmal HARRANS, men jørðina hevur Hann givið menniskjabørnunum.
  • 17Hini deyðu lova ikki HARRANUM, eingin av teimum, sum fara niður í deyðatøgn.
  • 18Men vit skulu lova HARRANUM, frá nú og til ævigar tíðir. – Halleluja!
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian