Les bíbliuna
Sálmarnir
- 1Halleluja! Lovið, tit tænarar HARRANS, lovið navni HARRANS!
- 2Navn HARRANS veri lovað frá nú og til ævigar tíðir!
- 3Frá upprisi sólar til sólarlag veri navn HARRANS hálovað!
- 4Høgur yvir øllum tjóðum er HARRIN, heiður Hansara røkkur upp um himmalin.
- 5Hvør er sum HARRIN Gud okkara, Hann, sum situr so høgt,
- 6sum skoðar so djúpt niður, í Himlarnar og á jørðina,
- 7Hann, sum reisir úr dustinum tann, ið lítið hevur at týða, lyftir upp úr skarninum hin fátæka
- 8og setur hann hjá høvdingum, hjá høvdingum fólks Síns,
- 9Hann, sum letur hina ófruktbøru konu sita sum glaða barnamóður! – Halleluja!