Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Viðvíkjandi duravaktaraflokkunum, so hoyrdi til Kora’itarnar Meselemja, sonur Kore, av sonum Asaf.
- 2Synir Meselemja vóru: Zakarja – hin frumborni – Jediael, hin annar, Zebadja, hin triði, Jatniel, hin fjórði,
- 3Elam, hin fimti, Jóhanan, hin sætti, Eljoenai, hin sjeyndi.
- 4Synir Obed-Edom vóru: Semaja – hin frumborni – Józabad, hin annar, Jóa, hin triði, Sakar, hin fjórði, Netanel, hin fimti,
- 5Ammiel, hin sætti, Issakar, hin sjeyndi, Pe’ulletai, hin áttandi – tí Gud hevði signað hann.
- 6Sonur hansara Semaja fekk eisini synir, sum vórðu hinir ráðandi í fedrahúsi sínum; tí teir vóru dugnamenn.
- 7Synir Semaja vóru: Otni, Refael, Obed, Elzabad og brøður hansara – dugnamenn – Elihu og Semakja.
- 8Allir hesir hoyrdu til eftirkomarar Obed-Edoms, bæði teir og synir og brøður teirra, dugnaligir og raskir menn til tænastuna – tilsamans 62 eftirkomarar Obed-Edoms.
- 9Meselemja hevði eisini synir og brøður, dugnamenn, tilsamans 18.
- 10Synir Hosa, sum hoyrdi til Meraritarnar, vóru: Simri – sum var høvd, tí víst var hann ikki hin frumborni, men faðir hansara setti hann til høvd –
- 11Hilkia, hin annar, Tebalja, hin triði, Zakarja, hin fjórði; synir og brøður Hosa vóru tilsamans 13.
- 12Hesir duravaktaraflokkarnir – tað vil siga ættarhøvdingarnir – áttu tað arbeiði at gera vaktaratænastu í húsi HARRANS saman við brøðrum sínum.
- 13Teir kastaðu lut um hvørt portur fyri seg, hin minsti sum hin størsti, eftir fedrahúsum sínum.
- 14Fyri portrið móti eystri fall luturin á Selemja; eisini fyri son hansara Zakarja, ein klókan ráðgevara, kastaðu teir lut, og lutur hansara fall á portrið móti norðri.
- 15Fyri Obed-Edom fall luturin móti suðri, og fyri synir hansara fall tað á goymsluna.
- 16Fyri Suppim og Hosa fall luturin móti vestri, við Salleketportur, við vegin, ið gongur niðaneftir, hvør vaktarstøðin við aðra.
- 17Móti eystri stóðu seks Levitar, móti norðri hvønn dag fýra, móti suðri hvønn dag fýra, og við goymsluhúsið tveir og tveir.
- 18Við Parbar móti vestri stóðu fýra við vegin og tveir við Parbar.
- 19Hetta vóru duravaktaraflokkarnir av eftirkomarum Kora’itanna og Merari.
- 20Av Levitunum skuldi Ahia ansa eftir skattunum í húsi Guds og eftir tí, sum var HARRANUM halgað.
- 21Synir Ladan – eftirkomarar Gersonitanna av Ladan, ættarhøvdingarnir í slektum Ladans Gersonits – vóru Jehielitar.
- 22Synir Jehielitar, Zetam og bróðir hansara Jóel, skuldu ansa eftir skattunum í húsi HARRANS.
- 23Viðvíkjandi Amramitum, Jizharitum, Hebronitum og Ozzielitum,
- 24so var Sebuel, sonur Gersom, son Móses, yvirumsjónarmaður yvir skattunum.
- 25Frændur hansara frá Eliezer vóru: Rehabja, sonur Eliezer, sonur hansara Jesaja, sonur hansara Jóram, sonur hansara Zikri og sonur hansara Selomot.
- 26Hesin Selomot og brøður hansara skuldu ansa eftir øllum tí, sum var HARRANUM halgað, tí, sum Dávid kongur, ættarhøvdingarnir, høvuðsmenninir yvir 1000 og yvir 100 og herhøvdingarnir høvdu halgað
- 27– aftan á bardagarnar høvdu teir halgað tað av herfonginum, til at seta hús HARRANS í stand.
- 28Og alt tað, ið Sámuel síggjari, Saul, sonur Kis, Abner, sonur Ner, og Jóab, sonur Zeruju, høvdu halgað – alt tað, ið onkur hevði halgað – tað høvdu Selomit og brøður hansara at ansa eftir.
- 29Av Jizharitum vóru Kenanja og synir hansara settir at røkja tað av verðsligum, ið var at gera í Ísrael, sum umsjónarmenn og dómarar.
- 30Av Hebronitum vóru Hasabja og brøður hansara, dugnamenn, 1700 í tali, settir yvir Ísrael í landinum vestan fyri Jordan, í øllum, sum viðvíkti arbeiði HARRANS og tænastuni hjá konginum.
- 31Til Hebronitar hoyrdi Jerija, høvdingi Hebronita eftir slektum og fedrahúsum teirra; fjørutiunda árið ið Dávid sat við stýrið, vórðu teir kannaðir, og millum teirra funnust hinir raskastu menn í Jazer í Gilead.
- 32Frændur hansara, dugnamenn, vóru 2700, allir ættarhøvdingar; teir setti Dávid kongur yvir Rubenitar, Gaditar og hálva ætt Manasse, at greiða alt tað, ið hevði við Gud og kongin at gera.