Les bíbliuna

Fyrra Krønikubók

  • 1So tóku Dávid og herhøvdingarnir út til gudstænastuna synir Asaf, Heman og Jedutun, sum í profetiskari burturrykking leikaðu á sitarum, hørpum og skáltrummum. Hetta er listin yvir menninar, ið henda tænasta var áløgd:
  • 2Av sonum Asaf: Zakkur, Jósef, Netanja og Asarela, synir Asaf, leiddir av Asaf, sum leikaði í profetiskari burturrykking, eftir fyriskipan kongsins.
  • 3Av Jedutun: Synir Jedutun, Gedalja, Zeri, Jesaja, Hasabja og Mattitja – seks* í tali, við sitarum, leiddir av Jedutun, faðir sínum, sum leikaði í profetiskari burturrykking, HARRANUM til lov og prís.
  • 4Av Heman: Synir Heman, Bukkia, Mattanja, Uzziel, Sebuel, Jerimot, Hananja, Hanani, Eliata, Giddalti, Romamti-Ezer, Josbekasa, Malloti, Hotir og Mahaziot.
  • 5Allir hesir vóru synir Heman, sum var síggjari í orði Guds hjá konginum. Gud vildi lyfta horn* Hemans og gav honum tí fjúrtan synir og tríggjar døtur.
  • 6Allir hesir leikaðu við songin í húsi HARRANS, leiddir av faðir sínum; teir leikaðu á skáltrummum, hørpum og sitarum við tænastuna í húsi Guds, leiddir av konginum, Asaf, Jedutun og Heman.
  • 7Tal teirra og brøðra teirra, sum vóru upplærdir at syngja songir HARRANS, var 288 – sum allir vóru kønir í tí.
  • 8Teir kastaðu lut um, hvat teir skuldu hava at ansa eftir, hin minsti líka væl sum hin størsti, lærarin líka væl sum lærisveinurin.
  • 9Fyrsti luturin fall á Asaf, tað vil siga á Jósef, annar á Gedalja, synir og brøður hansara, tólv,
  • 10triði á Zakkur, synir og brøður hansara, tólv,
  • 11fjórði á Jizri, synir og brøður hansara, tólv,
  • 12fimti á Netanja, synir og brøður hansara, tólv,
  • 13sætti á Bukkia, synir og brøður hansara, tólv,
  • 14sjeyndi á Jesarela, synir og brøður hansara, tólv,
  • 15áttandi á Jesaja, synir og brøður hansara, tólv,
  • 16níggjundi á Mattanja, synir og brøður hansara, tólv,
  • 17tíggjundi á Sime’i, synir og brøður hansara, tólv,
  • 18ellivti á Azarel, synir og brøður hansara, tólv,
  • 19tólvti á Hasabja, synir og brøður hansara, tólv,
  • 20trettandi á Subael, synir og brøður hansara, tólv,
  • 21fjúrtandi á Mattitja, synir og brøður hansara, tólv,
  • 22fimtandi á Jeremot, synir og brøður hansara, tólv,
  • 23sekstandi á Hananja, synir og brøður hansara, tólv,
  • 24seytjandi á Josbekasa, synir og brøður hansara, tólv,
  • 25átjandi á Hanani, synir og brøður hansara, tólv,
  • 26nítjandi á Malloti, synir og brøður hansara, tólv,
  • 27tjúgundi á Eliata, synir og brøður hansara, tólv,
  • 28fyrsti og tjúgundi á Hotir, synir og brøður hansara, tólv,
  • 29annar og tjúgundi á Giddalti, synir og brøður hansara, tólv,
  • 30triði og tjúgundi á Mahaziot, synir og brøður hansara, tólv,
  • 31fjórði og tjúgundi á Romamti-Ezer, synir og brøður hansara, tólv.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian