Les bíbliuna

Fyrra Krønikubók

  • 1Hetta eru Ísraelsmenn eftir tali teirra, við ættarhøvdingum teirra, høvuðsmonnunum yvir 1000 og yvir 100 og umsjónarmonnum teirra, sum tæntu konginum í øllum, ið viðvíkti herflokkunum; hesir herflokkar komu og fóru mánað eftir mánað alt árið, og í hvørjum flokki vóru 24000 mans.
  • 2Yvir fyrsta flokki – sum gjørdi tænastu í fyrsta mánaði – var Jasobam, sonur Zabdiel; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 3Hann var eftirkomari Perez og var hægstur av øllum herhøvdingunum, sum gjørdu tænastu í fyrsta mánaði.
  • 4Yvir flokkinum, sum gjørdi tænastu í øðrum mánaði, var Dodai Ahohitur; har var eisini høvdingin Miklot; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 5Triði herhøvdingin – hann, sum gjørdi tænastu í triðja mánaði – var høvdingin Benaja, sonur Jójada prest; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 6Hesin Benaja var kappi millum teir tríati og stóð yvir teimum tríati; í flokki hansara var sonur hansara Ammizabad.
  • 7Hin fjórði – hann, sum gjørdi tænastu í fjórða mánaði – var Asael, bróðir Jóab, og eftir hann sonur hansara Zebadja; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 8Hin fimti – hann, sum gjørdi tænastu í fimta mánaði – var høvdingin Samhut Jizra’itur; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 9Hin sætti – hann, sum gjørdi tænastu í sætta mánaði – var Ira, sonur Ikkes, úr Tekoa; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 10Hin sjeyndi – hann, sum gjørdi tænastu í sjeynda mánaði – var Helez Pelonitur, av Efra’imitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 11Hin áttandi – hann, sum gjørdi tænastu í áttanda mánaði – var Sibbekai Husatitur, av Zera’itum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 12Hin níggjundi – hann, sum gjørdi tænastu í níggjunda mánaði – var Abiezer úr Anatot, av Benjaminitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 13Hin tíggjundi – hann, sum gjørdi tænastu í tíggjunda mánaði – var Maharai úr Netofa, av Zera’itum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 14Hin ellivti – hann, sum gjørdi tænastu í ellivta mánaði – var Benaja úr Piraton, av Efra’imitum; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 15Hin tólvti – hann, sum gjørdi tænastu í tólvta mánaði – var Heldai úr Netofa, av ætt Otniels; í flokki hansara vóru 24000 mans.
  • 16Ættarhøvdingar Ísraels vóru: Yvir Rubenitum Eliezer, sonur Zikri; yvir Símeonitum Sefatja, sonur Ma’aka;
  • 17yvir Levi Hasabja, sonur Kemuel; yvir ætt Árons Zadok;
  • 18yvir Juda Elihu, bróðir Dávid; yvir Issakar Omri, sonur Mikael;
  • 19yvir Zebulon Jismaja, sonur Obadja; yvir Naftali Jerimot, sonur Azriel;
  • 20yvir Efra’imitum Hosea, sonur Azazja; yvir hálvari ætt Manasse Jóel, sonur Pedaja;
  • 21yvir hálvari ætt Manasse – í Gilead – Jiddo, sonur Zakarja; yvir Benjamin Ja’asiel, sonur Abner;
  • 22yvir Dan Azarel, sonur Jeroham. – Hetta vóru høvdingar ætta Ísraels.
  • 23Men Dávid læt ikki telja teir, ið vóru undir tjúgu ár – tí HARRIN hevði lovað, at Hann skuldi gera Ísraelsmenn so mangar sum stjørnurnar á himli.
  • 24Jóab, sonur Zeruju, fór undir at telja, men fullførdi tað ikki, og vreiði Guds kom yvir Ísrael fyri hetta; talið kom á ongan lista í krøniku Dávids kongs.
  • 25Azmavet, sonur Adiel, skuldi hava umsjón yvir skattum kongsins; Jónatan, sonur Uzzia, yvir ognunum á markini, í býunum, í bygdunum og í hinum víggirdu tornunum;
  • 26Ezri, sonur Kelub, yvir teimum, ið arbeiddu á markini og dýrkaðu jørðina;
  • 27Sime’i úr Rama yvir víngørðunum; Zabdi Sifmitur yvir víninum, ið niðurfyri var í víngørðunum;
  • 28Ba’al-Hanan úr Geder yvir oljutrøunum og morberjatrøunum í láglendinum; Jóas yvir oljuni, ið niðurfyri var;
  • 29Sitrai úr Saron yvir neytunum, sum gingu í Saron; Safat, sonur Adlai, yvir neytunum, sum gingu í dølunum;
  • 30Obil Ísmaelitur yvir kamelunum; Jedaja úr Meronot yvir eslunum;
  • 31Jaziz Hagritur yvir smáfænum. – Allir hesir vóru umsjónarmenn yvir tí, sum Dávid kongur átti.
  • 32Jónatan, faðirbróðir Dávid, var ráðgevari hansara; hann var vitigur og skriftlærdur maður. Jehiel, sonur Hakmoni, var hjá sonum kongs.
  • 33Akitofel var ráðgevari kongsins, og Husai Arkitur var vinmaður kongsins.
  • 34Eftir Akitofel kom Jójada, sonur Benaja, og Ebjatar. Jóab var herhøvdingi kongsins.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian