Les bíbliuna

Fyrra Krønikubók

  • 1Nakað eftir hetta doyði Nahas ammonitakongur, og sonur hansara tók ríkið eftir hann.
  • 2Tá segði Dávid: „Eg skal vísa Hanun, syni Nahas, vinskap; tí faðir hansara vísti mær vinskap!“ Og Dávid sendi menn at ugga hann í sorgini eftir faðir hansara. Tænarar Dávids komu nú til Ammonitaland, til Hanun, at ugga hann.
  • 3Tá søgdu ammonitahøvdingarnir við Hanun: „Heldur tú tað vera til at æra faðir tín, ið Dávid hevur sent menn at ugga teg? Nei, til at njósna og til at oyða og kanna landið, til hetta er tað, tænarar hansara eru komnir til tín!“
  • 4Tá tók Hanun tænarar Dávids og læt raka teimum, læt klæði teirra skera av um helvt, áraka klovið, og læt teir síðani fara.
  • 5Onkur kom nú og segði Dávidi, hvussu monnum hansara hevði gingist; hann læt tá sendiboð fara ímóti teimum – menninir vóru jú stórliga vanærdir – og kongurin læt siga: „Verðið í Jeriko, inntil skegg tykkara er afturvaksið, og komið so heimaftur!“
  • 6Táið nú Ammonitar sóu, at teir høvdu gjørt seg illa kendar hjá Dávidi, sendu Hanun og Ammonitar 1000 talentir av silvuri at leiga sær vagnar og hestmenn fyri úr Áram-Naharajim, Áram-Ma’aka og Zoba.
  • 7Teir leigaðu sær tá 32000 vagnar og kongin í Ma’aka við fólki hansara; hesir komu og tóku støðu uttan fyri Medeba; eisini Ammonitar komu saman úr býum sínum og fóru í bardagan.
  • 8Táið Dávid frætti hetta, sendi hann Jóab avstað við øllum herinum, hinum hervandu monnunum.
  • 9Ammonitar fóru so út og fylktu her sín uttan fyri býportrið; men kongarnir, ið komnir vóru hagar, stóðu fyri seg sjálvar á markini.
  • 10Men táið Jóab sá, at hann hevði fíggindan ímóti sær bæði frammanfyri og aftanfyri, valdi hann út nakrar úr øllum útvalda liði Ísraels og fylkti teir móti Áramearum.
  • 11Yvir hin partin av fólkinum setti hann bróður sín, Absai, og teir fylktu seg móti Ammonitum.
  • 12Og hann segði: „Verða Áramearar mær ov sterkir, skalt tú koma mær til hjálpar, og verða Ammonitar tær ov sterkir, skal eg hjálpa tær.
  • 13Hav nú gott mót, og lat okkum vísa okkum djarvar fyri fólk okkara og fyri býir Guds okkara – síðani má HARRIN gera tað, ið Honum tykir best!“
  • 14Jóab herjaði nú á við fólki sínum til bardaga við Áramearar, og teir flýddu fyri honum.
  • 15Og táið Ammonitar sóu, at Áramearar flýddu, tá flýddu eisini teir fyri Absai, bróður hansara, og sluppu sær inn í býin. Jóab fór síðani aftur til Jerusalem.
  • 16Táið Áramearar sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, sendu teir boð, at Áramearar, ið hinumegin Ánna* búðu, skuldu koma; Sofak, herhøvdingi Hadarezers, var yvir teimum.
  • 17Táið Dávid fekk hetta at vita, savnaði hann alt Ísrael og fór um Jordan, og táið hann kom, hagar sum teir vóru, fylkti hann seg móti teimum – hann fylkti her sín móti Áramearum, og tað kom til bardaga.
  • 18Men Áramearar flýddu fyri Ísrael, og Dávid drap millum Áramearar manningina á 7000 vagnum og 40000 mans av fótfólki; eisini Sofak, herhøvdingan, drap hann.
  • 19Táið menn Hadarezers sóu, at teir høvdu tapt fyri Ísrael, gjørdu teir frið við Dávid og góvu seg undir hann; og Áramearar vildu ikki hjálpa Ammonitum uppaftur.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian