Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Nakað eftir hetta vann Dávid sigur á Filistarum og kúgaði teir, og hann tók Gat við smábýunum, ið til hoyrdu, úr hondum Filistara.
- 2Hann vann eisini sigur á Móabitum, og Móabitar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara.
- 3Somuleiðis vann Dávid við Hamat sigur á Hadarezer kongi í Zoba, táið hann fór avstað at styrkja harradømi sítt við ánna Frat.
- 4Dávid tók frá honum 1000 vagnar, 7000 hestmenn og 20000 mans av fótfólki, og Dávid læt skera av hásinurnar á øllum vagnhestunum; bert 100 vagnhestar læt hann vera eftir.
- 5Áramearar úr Damaskus komu nú at hjálpa Hadarezer kongi í Zoba, men Dávid feldi 22000 mans av teimum.
- 6Dávid setti herfólk í tann partin av Áram, sum hoyrdi undir Damaskus, og Áramearar vórðu tænarar Dávids og noyddust at lata skatt til hansara. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
- 7Gullskjøldirnar, ið tænarar Hadarezers høvdu havt, tók Dávid og hevði teir við til Jerusalem.
- 8Og úr býum Hadarezers, Tibhat og Kun, tók Dávid stóra mongd av kopari; av tí gjørdi Sálomo koparhavið, súlurnar og koparíløtini.
- 9Táið To’u kongur í Hamat frætti, at Dávid hevði vunnið sigur á øllum heri Hadarezers kongs í Zoba,
- 10sendi hann son sín Hadoram til Dávid kong at heilsa honum og ynskja honum til lukku, tí hann hevði barst við Hadarezer og vunnið hann – tí Hadarezer hevði ofta havt ófrið við To’u. Hann sendi eisini alskyns gullíløt, silvuríløt og koparíløt.
- 11Eisini tey halgaði Dávid kongur HARRANUM, saman við silvurinum og gullinum, ið hann hevði tikið frá øllum fólkasløgunum, frá Edom, Móab, Ammonitum, Filistarum og Amalekitum.
- 12Tað var Absai, sonur Zeruju, sum í Saltdali feldi Edomitar, 18000 mans.
- 13So setti hann herfólk í Edom, og allir Edomitar vórðu tænarar Dávids. Soleiðis gav HARRIN Dávidi sigur, allastaðni har sum hann fór.
- 14Dávid var nú kongur yvir øllum Ísrael, og hann gjørdi rætt og rættvísi móti øllum fólki sínum.
- 15Jóab, sonur Zeruju, var høvdingi yvir herinum; Jósafat, sonur Ahilud, var søguskrivari;
- 16Zadok, sonur Ahitub, og Abimelek, sonur Ebjatar, vóru prestar; Savsa var ríkisskrivari;
- 17Benaja, sonur Jójada, var høvdingi yvir lívvaktini, og synir Dávid vóru hinir fyrstu undir lið kongsins.