Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Árið eftir, um ta tíðina ið kongar plaga at fara í hernað, fór Jóab út við herliðinum og herjaði land Ammonita; og hann kom til Rabba og kringsetti tað. Men Dávid varð verandi í Jerusalem. Jóab tók Rabba og legði býin í oyði.
- 2Dávid tók krúnuna av høvdi kongs teirra; hon var av gulli, og tað royndist, at hon vigaði talent; dýrur steinur var á henni; hon kom nú á høvd Dávids. Og hann førdi burtur miklan herfong, sum hann hevði tikið í býnum.
- 3Fólkið, ið búði har, flutti hann burt og setti tað við sagirnar, jarntreskisleðurnar og øksirnar. Soleiðis gjørdi Dávid við allar býir Ammonita. Síðani fóru Dávid og allur herurin aftur til Jerusalem.
- 4Seinni var aftur – við Gezer – bardagi við Filistarar; tá feldi Sibbekai Husatitur Sippai, ið var av rafaættini. Teir vórðu tá kúgaðir.
- 5Uppaftur var bardagi við Filistarar; Elhanan, sonur Ja’ur, feldi tá Lami, bróður Goliat Gatit, sum hevði spjótskaft líkt vevbummi.
- 6Enn einaferð var bardagi – við Gat. Har var risavaksin maður, sum hevði seks fingrar á hvørji hond og seks tær á hvørjum fóti – tilsamans 24; eisini hann var av rafaættini.
- 7Hann háðaði Ísrael; men Jónatan, sonur Simea, bróður Dávid, høgdi hann niður.
- 8Hesir vóru av rafaættini í Gat; teir fullu fyri Dávidi og monnum hansara.