Les bíbliuna

Fyrra Krønikubók

  • 1Sum Dávid nú einaferð sat í húsi sínum, segði hann við Natan profet: „Tú sært, eg búgvi í húsi av sedrisviði, og sáttmálaørk HARRANS býr í tjaldi!“
  • 2Natan svaraði Dávidi: „Ger tú alt tað, sum tú hevur í huga! Tí Gud er við tær.“
  • 3Men somu nátt kom orð Guds til Natan; Hann segði:
  • 4„Far og sig við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN: Ikki tú skalt byggja mær húsið, sum Eg skal búgva í!
  • 5Eg havi jú ikki búð í húsi, frá tí degi Eg leiddi Ísraelsmenn higar og til henda dag, nei, Eg flutti úr einum tjaldi í annað, úr einum tabernakli í annað.
  • 6Havi Eg nakrantíð, alla ta tíð Eg havi ferðast um millum Ísraelsmenn, sagt við nakran av dómarum Ísraels, sum Eg setti fólki Mínum Ísrael til hirða: „Hví hava tit ikki bygt Mær hús av sedrisviði!“
  • 7Og nú skalt tú siga við tænara Mín Dávid: So sigur HARRIN Gud herskaranna: Eg tók teg úr haganum, har sum tú gekst eftir smáfænum, til at vera høvdinga yvir fólki Mínum, Ísrael.
  • 8Eg var við tær, allastaðni har sum tú fórt, og týndi allar fíggindar tínar fyri tær; Eg læt teg vinna stórt navn, so stórt sum teir størstu á jørðini hava.
  • 9Eg havi gjørt fólki Mínum Ísrael bústað til, og Eg havi plantað tað har, so tað fær búð á staði sínum og verður ikki órógvað longur, og yvirgangskroppar herja tað ikki longur sum áður
  • 10– líka frá teirri tíð Eg setti dómarar yvir fólk Mítt, Ísrael – og Eg havi eyðmýkt allar fíggindar tínar. Og nú lati Eg teg vita, at HARRIN skal byggja tær hús.
  • 11Táið dagatal títt er fult, og tú fert til fedrar tínar, skal Eg eftir teg reisa upp avkom títt, ein av sonum tínum, og Eg skal grundfesta kongadømi hansara.
  • 12Hann skal byggja Mær hús, og Eg skal í allar ævir grundfesta hásæti hansara.
  • 13Eg skal vera honum faðir, og hann skal vera Mær sonur; náði Mína skal Eg ikki lata víkja frá honum – soleiðis sum Eg læt hana víkja frá honum, ið undan tær var.
  • 14Nei, til ævigar tíðir skal Eg lata hann verða í húsi Mínum og í ríki Mínum; til ævigar tíðir skal hásæti hansara verða grundfest.“
  • 15– Øll hesi orð bar Natan Dávidi og segði honum frá allari hesi sjón.
  • 16Tá fór Dávid kongur inn og varð verandi har fyri ásjón HARRANS; og hann segði: „Hvør eri eg, HARRI Gud, og hvat er hús mítt, at Tú hevur latið meg komið til hetta!
  • 17Og so var hetta ov lítið í eygum Tínum, Gud, so at Tú talaði um hús tænara Tíns langt fram í tíðina! Ja, menniskjaliga hevur Tú vent Tær til mín, til at seta meg høgt, HARRI Gud!
  • 18Hvat meiri skal Dávid tá siga við Teg um heiðurin, ið Tú hevur víst tænara Tínum! Tú kennir jú tænara Tín!
  • 19HARRI! Fyri tænara Tíns skuld og eftir hjarta Tínum hevur Tú gjørt alt hetta stóra og kunngjørt alt hetta stóra.
  • 20HARRI! Eingin er sum Tú, og eingin Gud er uttan Tú – eftir øllum tí, sum vit hava hoyrt við oyrum okkara.
  • 21Og hvar á jørðini finst eitt fólk sum fólk Títt, Ísrael, eitt fólk, ið Gud kom og fríaði út, so tað skuldi vera Hansara egna fólk – til at gera Tær navn við stórum og øgiligum verkum, at reka út fólkasløg fyri fólki Tínum, sum Tú fríaði út av Egyptalandi!
  • 22Tú setti fólk Títt, Ísrael, til at vera Títt fólk til ævigar tíðir, og Tú, HARRI, ert vorðin Gud teirra!
  • 23Lat tí nú, HARRI, orðið, ið Tú hevur talað um tænara Tín og hús hansara, standa fast til ævigar tíðir – ger, sum Tú hevur sagt!
  • 24Ja, lat tað standa fast! So skal navn Títt verða stórt til ævigar tíðir, og sagt skal verða: „HARRIN Gud herskaranna, Gud Ísraels, er Gud yvir Ísrael!“ Og so skal hús Dávids, tænara Tíns, vera grundfest fyri ásjón Tíni.
  • 25Tí Tú, Gud mín, hevur opinberað fyri tænara Tínum, at Tú skalt byggja honum hús – tí hevur tænari Tín fingið dirvi at biðja fyri ásjón Tíni.
  • 26Og nú, HARRI, Tú ert Gud, og Tú hevur lovað tænara Tínum alt hetta góða!
  • 27Lat tí nú líka Tær at signa hús tænara Tíns, so tað verður standandi fyri ásjón Tíni til ævigar tíðir! Tí tað, ið Tú, HARRI, signar, tað er signað í allar ævir!“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian