Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Teir komu so inn við ørk Guds og settu hana mitt í tjaldið, sum Dávid hevði reist henni, og teir bóru fram brennioffur og takkoffur fyri ásjón Guds.
- 2Táið Dávid var liðugur at ofra brenniofrini og takkofrini, signaði hann fólkið í navni HARRANS.
- 3Og hann býtti út til hvønn og ein í Ísrael, bæði mann og kvinnu, breyð, kjøtstykki og rosinukøku.
- 4Nakrar av Levitunum setti hann til at gera tænastu framman fyri ørk HARRANS og til at prísa, takka og lova HARRANUM Gudi Ísraels.
- 5Asaf var leiðari; honum næstur kom Zakarja, síðani Je’iel, Semiramot, Jehiel, Mattitja, Eliab, Benaja, Obed-Edom og Je’iel, við hørpum og sitarum; Asaf skuldi sláa skáltrummurnar,
- 6og prestarnir Benaja og Jahaziel skuldu støðugt blása í lúðrarnar framman fyri sáttmálaørk Guds.
- 7Henda dag setti Dávid fyrstu ferð Asaf og brøður hansara til at syngja prís HARRANS:
- 8„Prísið HARRANUM, ákallið navn Hansara, kunngerið millum fólkasløgini stórverk Hansara!
- 9Syngið fyri Honum, lovsyngið Honum, talið um øll undur Hansara!
- 10Rósið tykkum av heilaga navni Hansara! – Hjørtu tykkara gleðist, tit, ið søkja HARRAN!
- 11Spyrjið eftir HARRANUM og mátti Hansara, søkið altíð ásjón Hansara!
- 12Minnist undrini, ið Hann hevur gjørt, tekin Hansara og dómar muns Hansara,
- 13tit eftirkomarar Ísraels, tænara Hansara, børn Jákups, útvaldu Hansara!
- 14Hann er HARRIN Gud okkara, dómar Hansara ganga yvir alla jørðina.
- 15Minnist í allar ævir sáttmála Hansara, orðið, ið Hann hevur givið túsund ættarliðum,
- 16sáttmálan, ið Hann gjørdi við Ábraham, eiðin, ið Hann svór Ísaki,
- 17og sum Hann staðfesti Jákupi sum rætt, Ísrael sum ævigan sáttmála,
- 18táið Hann segði: „Tær gevi Eg Kána’ansland í arvalut.“
- 19Táið tey einki vóru annað enn lítil flokkur, fá og fremmand har,
- 20og ferðaðust frá einum fólki til annað, úr einum ríki í annað,
- 21læt Hann ongan sleppa at gera teimum mein, Hann straffaði kongar fyri teirra skuld:
- 22„Nemið ikki salvaðu Míni, gerið ikki profetum Mínum mein!“
- 23Syng fyri HARRANUM, øll jørðin, kunnger dag eftir dag frelsu Hansara!
- 24Sigið millum fólkini frá heiðuri Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara!
- 25Tí HARRIN er stórur og hálovaður, øgiligur er Hann yvir øllum gudum.
- 26Tí allir gudar tjóðanna eru einki, men HARRIN er tann, ið hevur gjørt himmalin.
- 27Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og gleði eru, har sum Hann er.
- 28Gevið HARRANUM, tit fólkaættirnar, gevið HARRANUM heiður og prís,
- 29gevið HARRANUM heiður navns Hansara, berið fram gávur og komið fyri ásjón Hansara, tilbiðið HARRAN í heilagum prýði!
- 30Nøtra fyri ásjón Hansara, øll jørðin! Jarðarríki stendur fast, tað vikast ikki.
- 31Himmalin gleðist, jørðin rópi av frøi, sagt verði millum fólkini: „HARRIN er vorðin kongur!“
- 32Havið brúsi, og alt tað, sum í tí er, markin frøi seg, og alt tað, ið henni er á!
- 33Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum – fyri ásjón HARRANS, tí Hann kemur at døma jørðina.
- 34Lovið HARRANUM, tí Hann er góður, miskunn Hansara varir í allar ævir!
- 35Og sigið: „Frels okkum, Frelsugud okkara, sanka okkum saman, fría okkum frá heidningunum, so vit fáa lovað heilaga navni Tínum, róst okkum av at kunna prísa Tær!“
- 36Lovaður veri HARRIN Gud Ísraels í aldur og allar ævir!“ – Og alt fólkið segði amen og lovaði HARRANUM.
- 37So læt hann Asaf og brøður hansara verða har framman fyri sáttmálaørk HARRANS til altíð at gera tænastu framman fyri ørkina, hvønn dag tað, ið átti at verða gjørt tann dagin.
- 38Obed-Edom og brøður teirra vóru 68; Obed-Edom, son Jeditun, og Hosa gjørdi hann til duravaktarar.
- 39Zadok prest og brøður hansara, prestarnar, læt hann verða framman fyri tabernakul HARRANS á heygnum í Gibeon
- 40til dagliga, bæði morgun og kvøld, at ofra HARRANUM brennioffur á brennioffuraltarinum og gera alt tað, sum skrivað stóð í lógini, ið HARRIN hevði givið Ísrael
- 41– og saman við teimum Heman og Jedutun og hinar, ið útvaldir vóru – sum nevndir vóru við navni – til at lova HARRANUM, tí náði Hansara varir í allar ævir.
- 42Og teir – Heman og Jedutun – høvdu undir hond lúðrar og skáltrummur til teirra at nýta, sum leikaðu, og somuleiðis onnur ljóðføri til songin við gudstænastuna. Og synir Jedutun vóru duravaktarar.
- 43Síðani fór alt fólkið, hvør heim til sín, og Dávid fór heim at signa hús sítt.