Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Síðani bygdi hann sær hús í Dávidsstaði, gjørdi ørk Guds eitt stað til og reisti henni eitt tjald.
- 2Tá segði Dávid: „Eingin má bera ørk Guds uttan Levitarnir; tí teir hevur HARRIN útvalt til at bera ørk Guds og til at tæna Sær til ævigar tíðir.“
- 3So fekk Dávid alt Ísrael saman í Jerusalem til at flyta ørk HARRANS, hagar sum hann hevði gjørt henni stað til.
- 4Og Dávid stevndi saman sonum Áron og Levitunum:
- 5Av Kahatitum Uriel – sum var høvd – og brøðrum hansara, 120;
- 6av Meraritum Asaja – sum var høvd – og brøðrum hansara, 220;
- 7av Gersomitum Jóel – sum var høvd – og brøðrum hansara, 130;
- 8av sonum Elizafan Semaja – sum var høvd – og brøðrum hansara, 200;
- 9av sonum Hebron Eliel – sum var høvd – og brøðrum hansara, 80;
- 10av sonum Uzziel Amminadab – sum var høvd – og brøðrum hansara, 112.
- 11So sendi Dávid boð eftir prestunum Zadok og Ebjatar og Levitunum Uriel, Asaja, Jóel, Semaja, Eliel og Amminadab
- 12og segði við teir: „Tit ættarhøvdingar Levitanna, halgið tykkum, bæði tit og brøður tykkara, og flytið ørk HARRANS Guds Ísraels, hagar sum eg havi gjørt henni stað til!
- 13Tí at tit ikki vóru við hina fyrru ferðina, gjørdi HARRIN Gud okkara brot millum okkara – aftur fyri at vit søktu Hann ikki soleiðis, sum til hoyrdi.“
- 14Tá halgaðu prestarnir og Levitarnir seg til at flyta ørk HARRANS Guds Ísraels.
- 15Og synir Levita bóru við beristongum ørk Guds á herðunum – soleiðis sum Móses eftir orði HARRANS hevði givið boð um.
- 16Framvegis segði Dávid við høvdingar Levitanna, at teir skuldu lata brøður sínar sangararnar stíga fram við ljóðførum, hørpum, sitarum og skáltrummum, sum teir skuldu lata ljóða, meðan teir sungu fagnaðarsongin.
- 17Levitarnir lótu tá Heman stíga fram, son Jóel, av brøðrum hansara Asaf, son Berekja, av Meraritum, brøðrum sínum, Etan, son Kusaja,
- 18og saman við teimum brøður teirra av øðrum flokki, Zakarja, Ben, Ja’aziel, Semiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Benaja, Ma’aseja, Mattitja, Eliflehu og Mikneja – og Obed-Edom og Je’iel, duravaktararnar.
- 19Sangararnir Heman, Asaf og Etan skuldu sláa skáltrummur av kopari;
- 20Zakarja, Aziel, Semiramot, Jehiel, Unni, Eliab, Ma’aseja og Benaja skuldu leika á hørpum eftir alamot,
- 21og Mattitja, Eliflehu, Mikneja, Obed-Edom, Je’iel og Azazja á sitarum eftir sjeminit til at leiða songin.
- 22Kenanja, sum var formaður Levitanna, táið teir bóru, skuldi læra teir at bera; tí hesum var hann kønur í.
- 23Berekja og Elkana vóru duravaktarar arkarinnar.
- 24Prestarnir Sebanja, Jósafat, Netanel, Amasai, Zakarja, Benaja og Eliezer blástu í lúðrar framman fyri ørk Guds, og Obed-Edom og Jehia vóru duravaktarar arkarinnar.
- 25So fóru Dávid og hinir elstu í Ísrael og høvuðsmenninir yvir 1000 avstað við fagnaðarrópum at flyta sáttmálaørk HARRANS úr húsi Obed-Edoms.
- 26Og táið Gud nú hjálpti Levitunum, ið bóru sáttmálaørk HARRANS, ofraðu teir sjey tarvar og sjey veðrar.
- 27Dávid var í kappa av fínum líni, somuleiðis allir Levitarnir, ið bóru ørkina, og sangararnir og Kenanja, sum var formaður sangaranna, táið teir bóru; harumframt var Dávid í lívkyrtli av líni.
- 28Alt Ísrael flutti sáttmálaørk HARRANS við fagnaðarrópum og hornblástri, við lúðrum, skáltrummum og hørpu- og sitaraleiki.
- 29Men táið sáttmálaørk HARRANS kom inn í Dávidsstað, hugdi Mikal, dóttir Saul, út um vindeygað; og táið hon sá Dávid kong hoppa og dansa, vanvirdi hon hann í hjartanum.