Les bíbliuna
Fyrra Krønikubók
- 1Hiram kongur í Týrus sendi menn til Dávid við sedrisviði, og hann sendi steinhøggarar og træsmiðir at byggja honum hús.
- 2Dávid dugdi nú at síggja, at HARRIN hevði grundfest kongadømi hansara yvir Ísrael; tí ríki hansara var lyft høgt fyri fólks Hansara, Ísraels, skuld.
- 3Og Dávid tók sær enn fleiri konur í Jerusalem, og hann fekk enn fleiri synir og døtur.
- 4Hetta eru nøvn sonanna, ið hann fekk í Jerusalem: Sammua, Sobab, Natan, Sálomo,
- 5Jibhar, Elisua, Elpelet,
- 6Noga, Nefeg, Jafia,
- 7Elisama, Be’eljada og Elifelet.
- 8Táið Filistarar fingu at hoyra, at Dávid var salvaður til kong yvir Ísrael, hildu allir Filistarar avstað at fáa fatur á Dávidi. Táið Dávid frætti hetta, fór hann ímóti teimum.
- 9Filistarar komu so og spreiddu seg um Refa’imsdal.
- 10Tá spurdi Dávid Gud: „Skal eg fara ímóti Filistarum? Fert Tú at geva teir í hendur mínar?“ HARRIN svaraði: „Halt avstað! So skal Eg geva teir í hendur tínar.“
- 11Teir fóru nú til Ba’al-Perazim, og har vann Dávid sigur á teimum. Tá segði Dávid: „Gud hevur við hond míni brotið ígjøgnum fíggindar mínar, eins og vøtn bróta ígjøgnum!“ – Tí varð hetta stað rópt Ba’al-Perazim.*
- 12Har lótu teir avgudar sínar eftir, og Dávid beyð, at teir skuldu verða brendir.
- 13Men Filistarar komu aftur og spreiddu seg um dalin.
- 14Táið Dávid tá aftur spurdi Gud, svaraði Gud honum: „Tú skalt ikki fara eftir teimum; vend tær frá teimum og gakk í bug, so tú kemur yvir teir beint yvir av bakatrøunum!
- 15Táið tú hoyrir, at gingið verður á toppum bakatræanna, skalt tú byrja bardagan – Gud er farin út fyri tær at vinna Filistaraherin.“
- 16Dávid gjørdi, sum Gud hevði sagt við hann; og teir vunnu sigur á Filistaraherinum og eltu teir úr Gibeon líka til Gezer.
- 17Í øllum londum gekk orð av Dávidi; HARRIN læt ótta fyri honum falla á øll fólk.

