Les bíbliuna

Seinna Sámuelsbók

  • 1Jóab fekk nú boð um, at kongurin græt og syrgdi um Absalom.
  • 2Og sigurin varð henda dag øllum fólkinum til sorg, við tað at fólkið henda dag fekk at hoyra, at kongurin syrgdi son sín.
  • 3Fólkið smoygdi sær inn í býin henda dag, eins og teir plaga at gera av skomm, táið teir hava flýtt í bardaga.
  • 4Men kongurin hevði fjalt andlit sítt og rópti hart: „Sonur mín Absalom! Absalom, sonur mín, sonur mín!“
  • 5Tá fór Jóab inn í húsið til kongin og segði: „Tú gert í dag øllum monnum tínum fyri skommum, teimum, sum í dag hava bjargað lívi tínum og lívi sona og døtra tína, kona og hjákona tína!
  • 6Tú elskar jú teir, ið hata teg, og hatar teir, ið elska teg! Tú hevur í dag víst, at hvørki høvuðsmenn ella tænarar eru tær nakað! Ja, nú dugi eg at síggja, at hevði Absalom livað í dag, og vit, allir hinir, verið deyðir, tá hevði tú hildið vitað væl við!
  • 7Reis teg nú og far út og tala blídliga við menn tínar! Tí eg svørji um HARRAN, at fert tú ikki út, so verður ikki ein maður hjá tær náttina at enda, og tað verður tær verri enn alt tað illa, ið komið er á teg, frá tí tú vart ungur og líka til nú!“
  • 8Tá reistist kongurin og fór og setti seg í portrið; og táið alt fólkið fekk at vita, at kongurin sat í portrinum, komu teir allir fram fyri kongin. Men Ísrael var flýtt, hvør maður heim til sín sjálvs.
  • 9Nú fór alt fólkið í øllum ættum Ísraels at brigslast, og teir søgdu hvør við annan: „Kongur hevur frelst okkum av hondum fígginda okkara, hann hevur bjargað okkum undan Filistarum – og nú er hann flýddur av landinum undan Absalom!
  • 10Og Absalom, sum vit høvdu salvað til kong yvir okkum, hann er fallin í bardaganum. Hví tala tit tá ikki orð um at fáa kong aftur?“
  • 11Hetta, ið allir Ísraelsmenn tosaðu, fekk Dávid kongur at frætta; tá sendi hann boð til prestarnar Zadok og Abjatar og læt siga: „Tosið við hinar elstu í Juda og sigið: „Hví eru tit seinastir at fáa kong aftur til hús hansara?
  • 12Tit eru brøður mínir, tit eru mítt egna hold og bein – hví eru tit tá seinastir at fáa kong aftur?“
  • 13Og við Amasa skulu tit siga: „Ert tú ikki mítt egna hold og bein! Gud lati mær gangast illa bæði nú og hereftir, um ikki tú skalt allar dagar vera herhøvdingi hjá mær í staðin fyri Jóab!““
  • 14Soleiðis boygdi hann hjartað í øllum Judamonnum til sín og vann teir fyri seg, allar sum ein; og teir sendu konginum hesi boð: „Kom aftur, tú og allir menn tínir!“
  • 15So fór kongurin avstað heimaftur og kom at Jordan; tá vóru allir Judamenn komnir til Gilgal ímóti konginum at føra hann um Jordan.
  • 16Sime’i Benjaminitur, sonur Gera, úr Bahurim, skundaði sær og fór hagar við Judamonnum ímóti Dávidi kongi;
  • 17og 1000 mans av Benjamin vóru við honum, somuleiðis Ziba, sum hevði verið tænari hjá húsi Sauls, og hinir fimtan synir og tjúgu tænarar hansara; teir skundaðu sær um Jordan undan konginum.
  • 18Og flutningsbáturin fór um ánna at føra kongsfólkið yvirum og vera honum til tænastu í allar mátar. Men táið kongurin skuldi fara um Jordan, fall Sime’i sonur Gera, niður fyri honum
  • 19og segði við kongin: „Harri, tilrokna mær ikki misbrot mítt og hugsa ikki longur um, hvussu illa tænari tín gjørdi, hin dagin harri mín kongurin fór úr Jerusalem! Kongurin má ikki leggja sær tað á hjarta;
  • 20tí tænari tín veit, at eg havi syndað; men tú sært, eg eri í dag hin fyrsti av øllum húsi Jósefs, sum er komin higar ímóti harra mínum konginum!“
  • 21Tá tók Abisai, sonur Zeruju, til orða og segði: „Skal Sime’i ikki lata lív, hann, sum hevur bannað salvaða HARRANS!“
  • 22Men Dávid svaraði: „Hvat havi eg við tykkum at gera, tit synir Zeruju, at tit í dag skulu verða mótstøðumenn mínir! Skuldi nakar maður í Ísrael latið lív í dag! Veit eg ikki, at eg í dag eri vorðin kongur yvir Ísrael!“
  • 23So segði kongurin við Sime’i: „Tú skalt ikki doyggja!“ Og kongurin gjørdi honum eið upp á tað.
  • 24Eisini Mefiboset, sonur Saul, var komin hagar ímóti konginum. Hann hevði ikki vaskað sær um føturnar, ikki greitt skeggið og ikki vaskað klæði síni, frá tí degi kongurin fór avstað, og líka til tann dag hann kom aftur við friði.
  • 25Táið nú alt Jerusalem kom ímóti konginum, segði kongurin við hann: „Hví komst tú ikki við mær, Mefiboset?“
  • 26Hann svaraði: „Harri kongurin! Tænari mín sveik meg. Tí tænari tín segði: „Eg vil hava esil mítt saðlað, so eg fái riðið á tí og farið við kongi!“ – Tænari tín er jú lamin.
  • 27Men í tann stað leyg hann upp á tænara tín fyri harra mínum konginum. Men harri mín kongurin er sum eingil Guds; ger tí, sum tær tykir best!
  • 28Tí alt fedrahús mítt hevði einki annað enn deyðan at vænta sær frá harra mínum konginum, og tó lætst tú tænara tín fáa pláss millum teirra, ið eta við borð títt; hvønn rætt havi eg tá at krevja meir, og hvat meir havi eg at rópa til kongin um!“
  • 29Tá segði kongurin við hann: „Hví heldur tú á at tosa um hetta? Eg sigi: Tú og Ziba skulu býta jørðina!“
  • 30Mefiboset svaraði konginum: „Hann má gjarna fáa alt, nú ið harri mín kongurin er komin heimaftur í friði.“
  • 31Eisini Barzillai Gileaditur var komin úr Rogelim og fór við konginum at fylgja honum at Jordan.
  • 32Barzillai var ógvuliga gamal, 80 ár; hann hevði sæð konginum til góða við mati og drekka, meðan hann var í Mahanajim; tí hann var ógvuliga ríkur maður.
  • 33Kongurin segði nú við Barzillai: „Kom við mær! So skal eg lata teg fáa alt, ið tær tørvar, heima hjá mær í Jerusalem.“
  • 34Men Barzillai svaraði konginum: „Hvussu leingi kann eg hava eftir at liva enn – at eg skuldi komið við konginum til Jerusalem!
  • 35Eg eri nú 80 ár; dugi eg longur at skyna á góðum og illum, smakkar tænari tín, hvat eg eti og drekki, og dugi eg longur at lurta eftir sangarum og sangarinnum! Hví skuldi tænari tín tá longur verið harra mínum konginum til byrði!
  • 36Bert eina stutta tíð kundi tænari tín komið um Jordan við konginum, men hví skuldi kongurin víst mær slíka vælgerð!
  • 37Nei, lat tænara tín venda aftur, so eg fái doyð í mínum egna býi, har sum grøv pápa og mammu er! Men her er tænari tín Kimham; lat hann fara við harra mínum konginum, og ger við hann, sum tær tykir best!“
  • 38Tá segði kongurin: „Kimham skal koma við mær, og eg skal gera við hann, sum tær tykir best – og alt, ið tú ynskir tær, skal eg gera fyri teg.“
  • 39So fór alt fólkið um Jordan, og kongurin fór yvirum; kongurin kysti Barzillai, og Barzillai signaði hann og fór síðani heimaftur til sín sjálvs.
  • 40Kongurin fór yvir til Gilgal, og Kimham fór við honum, somuleiðis alt Judafólk; saman við helvtini av Ísraelsfólki førdu teir kongin yvir hagar.
  • 41Men nú komu allir Ísraelsmenn til kongin og søgdu við hann: „Hvussu ber tað til, at brøður okkara, Judamenn, hava stolið teg burtur og ført kongin og hús hansara og allar menn Dávids við honum um Jordan?“
  • 42Tá tóku allir Judamenn til orða og søgdu við Ísraelsmenn: „Kongur stendur jú okkum næstur! Og hví eru tit illir um hetta? Hava vit etið kong upp, ella hava vit havt nakran vinning av honum!“
  • 43Men Ísraelsmenn svaraðu Judamonnum soleiðis: „Tíggju ferðir so stóran part sum tit hava vit í honum, sum kongur er, og tí í Dávidi við! Hví hava tit tá vanvirt okkum? Og vóru tað ikki vit, ið fyrstir tosaðu um at fáa kong okkara aftur!“ Men tað, ið Judamenn svaraðu, var enn harðari enn tað, ið Ísraelsmenn høvdu sagt.
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian