Les bíbliuna

Seinna Sámuelsbók

  • 1Táið Saul var deyður, og Dávid var komin aftur, eftir at hann hevði vunnið sigur á Amalekitum, steðgaði Dávid tveir dagar í Ziklag.
  • 2Tá kom triðja dagin maður úr herinum, frá Saul, við klæðunum skræddum og mold á høvdinum; táið hann kom til Dávid, kastaði hann seg til jarðar fyri honum.
  • 3Dávid spurdi hann: „Hvaðani kemur tú?“ Hann svaraði: „Eg eri flýddur úr heri Ísraels.“
  • 4Dávid segði við hann: „Hvussu hevur gingist? Sig mær tað!“ Hann svaraði: „Fólkið flýddi úr bardaganum; nógvir av fólkinum eru falnir og deyðir; eisini Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir.“
  • 5Tá segði Dávid við hin unga mannin, ið bar honum hesi tíðindi: „Hvussu veitst tú, at Saul og Jónatan, sonur hansara, eru deyðir?“
  • 6Hin ungi maðurin, ið hevði borið honum tíðindini, svaraði: „Tað bar so á, at eg kom niðan á Gilboafjall, og har fekk eg at síggja Saul, ið stóð fram á spjót sítt; vagnarnir og hestmenninir herjaðu harðliga á hann.
  • 7Táið hann nú vendi sær á og fekk at síggja meg, rópti hann meg, og eg svaraði: „Her eri eg!“
  • 8Hann spurdi: „Hvør ert tú?“ Eg svaraði: „Eg eri Amalekitur.“
  • 9Tá segði hann við meg: „Kom higar og gev mær deyðastingin! Tí eg havi fingið krampa, og lívsmegin er tó øll í mær enn.“
  • 10Eg fór tá yvir til hansara og gav honum deyðastingin; tí eg sá, at hann kom ikki at liva, táið hann var dottin. So tók eg kongaprýðið, ið hann hevði á høvdinum, og ringin, ið hann hevði um armin, og hevði tey við higar til harra mín.“
  • 11Tá treiv Dávid í klæði síni og skræddi tey, og sama gjørdu allir menninir, ið hjá honum vóru.
  • 12Og líka til kvølds syrgdu, grótu og fastaðu teir um Saul og Jónatan, son hansara, og um fólk HARRANS og hús Ísraels, at teir vóru falnir fyri svørði.
  • 13Síðani segði Dávid við hin unga mannin, ið hevði borið honum tíðindini: „Hvaðani ert tú?“ Hann svaraði: „Eg eri sonur ein Amalekit, ið er fluttur inn higar.“
  • 14Dávid segði við hann: „Ræddist tú kortini ikki at leggja hond á hin salvaða HARRANS og drepa hann?“
  • 15– So rópti Dávid ein av monnum sínum og segði: „Kom higar og høgg hann niður!“ Og hann drap hann.
  • 16Dávid segði við hann: „Blóð títt komi yvir títt egna høvd! Tí tín egni muður vitnaði móti tær, táið tú segði: „Eg havi dripið hin salvaða HARRANS.““
  • 17Dávid sang henda sorgarsong um Saul og Jónatan, son hansara,
  • 18og gav tað boð, at Judasynir skuldu læra „Bogan“* – hann er uppskrivaður í „Bók hinna sannhjartaðu“**:
  • 19„Prýði títt, Ísrael, liggur dripið á heyggjum tínum – á, at hetjurnar skuldu falla!
  • 20Sigið ikki frá tí í Gat, kunngerið tað ikki á gøtunum í Askalon – so ikki Filistaradøturnar fara at frøast, døtur hinna óumskornu at rópa av gleði!
  • 21Gilboafjøll! Ei falli døgg, og ei regn á tykkum, ei veri har markir, sum bera offurgávur! Tí har vórðu skjøldir kappanna vanærdir, skjøldur Sauls – ikki salvaður við olju.
  • 22Frá blóði falna, frá fiti kappanna veik bogi Jónatans ikki; aldri kom svørð Sauls ómettað aftur.
  • 23Saul og Jónatan, elskuligir og mildir í lívinum, skiltust ikki heldur í deyðanum; kvikari vóru teir enn ørnir, sterkari enn leyvur.
  • 24Á døtur Ísraels! Grátið um Saul, sum klæddi tykkum fagurt í purpur, og sum setti gullstás á klæði tykkara!
  • 25Á, at hetjurnar skuldu falla í stríðnum! Dripin liggur Jónatan á hæddum tínum!
  • 26Sárliga syrgi eg teg, bróðir mín Jónatan! Tú vart mær hjartans kærur; kærleiki tín var mær undurfullur, meiri enn kvinnukærleiki.
  • 27– Á, at hetjurnar skuldu falla, hervápnini ganga til grundar!“
Bíbliuappin

Við bíbliu appini, er bíblian ikki longri burtur enn í lummanum. Við at rita inn, kanst tú goyma tíni yndis vers, og síggja tey aftur bæði á app og á teldu.

Heinta nú
bíbliuappin
Ljóðbíblian

Ert tú sjónveikur, ella ynskir at lurta eftir Guðs orðið, tá tú ert á ferð, er Ljóðbíblian tann rætta tín.

Les meira
ljóðbíblian