Les bíbliuna
Seinna Sámuelsbók
- 1Dávid kannaði nú fólkið, ið við honum var, og setti høvuðsmenn yvir teir, summar yvir 1000 og summar yvir 100.
- 2Síðani læt Dávid fólkið halda avstað; ein triðingur var undir Jóab, ein triðingur undir Abisai, syni Zeruju, bróður Jóab, og ein triðingur undir Ittai Gatiti. Og kongurin segði við fólkið: „Eg komi sjálvur við í bardagan!“
- 3Men teir svaraðu: „Tú mást ikki koma við! Tí um vit halda undan, leggur eingin okkum til merkis, ja, um so helvtin av okkum fellur, leggur eingin okkum til merkis; men tú ert líka mikið sum 10000 av okkum; tað er tí best, at tú heldur teg til reiðar at koma okkum til hjálpar úr býnum.“
- 4Kongurin svaraði: „Eg skal gera, sum tit halda vera beinast.“ So fór kongurin og stóð øðrumegin portrið, meðan alt fólkið helt avstað í flokkum, 100 og 1000.
- 5Men hetta boð gav kongurin Jóab, Abisai og Ittai: „Farið nú við eirindum við hinum unga manninum – við Absalom!“ – Alt fólkið hoyrdi, at kongurin gav øllum høvuðsmonnunum hetta boð viðvíkjandi Absalom.
- 6Síðani helt alt fólkið avstað í bardaga við Ísrael, og bardagin kom at standa í Efra’imsskógi.
- 7Har tapti herur Ísraels fyri monnum Dávids, og stórt mannafall varð tann dagin – 20000 mans fullu.
- 8Bardagin breiddi seg út um alt landið har rundanum, og skógurin gjørdi henda dag enda á fleiri monnum enn svørðið.
- 9Absalom kom beint ímóti nøkrum av monnum Dávids; hann reið á múldýri sínum, og múldýrið kom inn undir hinar tøttu greinar á eini stórari eik, so at høvd hansara kom fast í eikina, og hann varð hangandi millum himmal og jørð – tí múldýrið, ið hann sat á, rann burt.
- 10Hetta fekk ein maður at síggja, og hann segði Jóab frá tí: „Eg sá Absalom hanga í eikini har yviri!“
- 11Tá segði Jóab við mannin, ið bar honum hesi tíðindi: „Táið tú sást tað, hví slóst tú hann tá ikki til jarðar við tað sama? So hevði eg skyldað at givið tær tíggju seklar av silvuri og belti!“
- 12Men maðurin svaraði Jóab: „Um eg so fekk túsund seklar av silvuri vigaðar upp í hendurnar, so hevði eg ikki rætt út hondina móti syni kongs; vit hoyrdu jú allir, at kongur gav tær og Abisai og Ittai hetta boð: „Verið varnir við hinum unga manninum, Absalom, hvørjir tit so eru!“
- 13Og hevði eg farið fram við svikum móti lívi hansara – einki dylst jú fyri kongi, og mestur hevði tú hildið teg uttanfyri!“
- 14Tá segði Jóab: „Eg kann ikki standa her hjá tær og spilla tíðina!“ Og hann tók trý kastispjót í hondina og rendi tey í hjarta Absaloms, meðan hann enn hekk og livdi millum greinarnar á eikini.
- 15Síðani stigu tíggju ungir menn fram – vápnasveinar Jóabs – og góvu Absalom deyðasting.
- 16Nú læt Jóab blása í hornið, og fólkið gavst at jagstra Ísrael; tí Jóab helt fólkinum aftur.
- 17So tóku teir Absalom, kastaðu hann í eina stóra grøv í skóginum og laðaðu stóra grótrúgvu yvir honum. Men alt Ísrael flýddi, hvør heim til sín.
- 18Absalom hevði, meðan hann livdi, latið reisa sær merkissteinin, ið stendur í Kongsdali; tí hann segði: „Eg eigi ongan son, ið kann halda uppi minninum um navn mítt.“ Hann hevði givið merkissteininum navn eftir sær sjálvum, og hann verður enn í dag róptur Absalomsvarði.
- 19Ahima’az, sonur Zadok, segði nú við Jóab: „Loyv mær at leypa avstað til kong við gleðiboðunum, at HARRIN hevur dømt hann frían av hondum fígginda hansara!“
- 20Men Jóab svaraði honum: „Ikki verður tú í dag maður við gleðiboðum! Tú kanst koma við gleðiboðum ein annan dag, men í dag hevði tú ongum gleðiboðum komið við, við tað at sonur kong er deyður.“
- 21So segði Jóab við Etioparan: „Far og sig kongi tað, ið tú hevur sæð!“ Etioparin kastaði seg til jarðar fyri Jóab og leyp avstað.
- 22Men Ahima’az, sonur Zadok, tók uppaftur til orða og segði við Jóab: „Gangi, sum tað vil! Loyv mær við at leypa avstað aftan á Etioparanum!“ Jóab segði: „Hví vilt tú endiliga tað, sonur mín? Tú hevur jú eingi gleðiboð, sum tú kundi fingið løn fyri.“
- 23Hann svaraði: „Gangi, sum tað vil! Eg leypi avstað!“ Tá segði hann við hann: „So leyp, meðni!“ Og Ahima’az leyp avstað vegin um Jordanslættan og rann fram um Etioparan.
- 24Dávid sat júst millum bæði portrini. Og vaktarin fór upp á takið yvir portrinum, yvir á múrin, og hugdi út. Tá sá hann mann, ið kom rennandi einsamallur.
- 25Vaktarin rópti og segði konginum frá tí. Tá segði kongurin: „Er hann einsamallur, so eru gleðiboð í munni hansara!“ Og hann nærkaðist í hvørjum.
- 26Tá sá vaktarin annan mann koma rennandi, og vaktarin rópti niður í portrið: „Nú kemur aftur maður rennandi einsamallur!“ Kongurin segði: „Eisini hann kemur við gleðiboðum!“
- 27Vaktarin segði: „Hin fyrri rennur so, at tað kundi verið Ahima’az, sonur Zadok.“ Tá segði kongurin: „Tað er góður maður; hann kemur við góðum boðum!“
- 28Ahima’az rópti til kongin: „Friður!“ Og hann kastaði seg á andlitið til jarðar fyri konginum og segði: „Lovaður veri HARRIN Gud tín, sum hevur givið í hendur tínar menninar, sum lyftu hondini móti harra mínum konginum!“
- 29Kongurin spurdi: „Veit hinum unga manninum Absalom væl við?“ Ahima’az svaraði: „Har var slík mannatrongd, táið Jóab sendi hin tænara kongsins og meg, tænara tín, avstað; men eg veit ikki, hvat ið áfatt var.“
- 30Kongurin segði: „Far burturfrá og statt har!“ Og hann fór burturfrá og varð standandi.
- 31Í tí sama kom Etioparin, og hann segði: „Boð eru til harra mín kongin: HARRIN hevur í dag dømt teg frían av hondum alra teirra manna, ið hava reist seg móti tær!“
- 32Kongurin spurdi Etioparan: „Veit hinum unga manninum Absalom væl við?“ Etioparin svaraði: „Gangist øllum óvinum harra míns kongsins og øllum, ið reisa seg móti tær og ætla at gera tær ilt, sum hinum unga manni gekst!“
- 33Tá varð kongurin ógvuliga illa við. Hann fór upp í stovuna á takinum yvir portrinum og græt; og sum hann gekk, segði hann so: „Sonur mín Absalom! Sonur mín, sonur mín Absalom! Á, hevði eg verið deyður í staðin fyri teg! Absalom, sonur mín, sonur mín!“